Áðrenn Mentanarnáttin brestur á í Havn, er íslendska myndlistakvinnan, Brynhildur Thorgeirsdóttir, farin at sópa í túninum í Norðurlandahúsium, har tey á middegi borðreiða og pallseta eina heilt serliga listarliga uppliving hinumegin Ringvegin. Tað er árliga Summarframsýningin, sum letur upp við heitinum Glas, sum Inger Smærup Sørensen stendur fyri, samstundis sum nýggja kaféein Smakka bjóðar ein middagsjazzbita við bólkinum Yes or No.
Osbjørn Jacobsen, arkitekur úr Gøtu, setti framsýningina við áhugaverdum hugleiðingum um ljós og glas, sum tóku støði í at hann var arkitektur og ikki listamaður, sum hann segði. Sama morgun avdúkað mentamálaráðharrin átakið Savnsgull í grannahúsunum, Kringvarpi Føroya, har gamla bandasavnið skal talgildast, so sendingar ikki bara verða goymdar, men eisini atkomuligar hjá almenninginum. Sum lurtari, sigi eg fyri meg, at júst Osbjørn eigur besta setning, eg kann koma í tankar um í nýggjari útvarpssøgu. Tað var í Mentanarkaféini, sum Útvarpið sendi úr Norðurlandahúsinum fyri jól, har Osbjørn tosaði um býarætlanir, og endaði við at taka saman um nakað soleiðis: "Og í Havn senda tey ungdómin út um bøgarðarnar". Setningurin, sum enn hongur í luftini, varð aldri svaraður ella loftaður. Eitt spennandi sjónarmið, nú miðbýurin leingi hevur ligið í andalopi. Bara ikki í dag. Tí nú er Mentanarnátt.
Glas sum tilfar er felagsnevnarin fyri Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum í ár. Inger lovar í skránni, at framsýningin gevur okkum høvi at uppliva møguleikarnar í glasinum, tá tað hevur verið í kønu hondunum á Tróndi Patursson (FO), Brynhildur Thorgeirsdóttir (IS), Pipaluk Lake (DK), Kristiina Uslar (EE), Outi Turpeinen (FI), Onnu Viktoriu Norberg (SE) og Brandi Patursson (FO). Rætt hevur hon!
Mike Day úr Edinburgh er millum tey vitjandi. Hann hevur fyrr gjørt heimildarfilm um súluveiðu á Sula Sgeir norðan fyri Ness á oynni Lewis í Ytru Hebridum, The Guga Hunters of Ness. Guga er skotsgæliska heitið á ungfuglinum, grásúluni, ið sum ungi kallast ompil á okkara leiðum, meðan hann hevur dúnið. Sjófuglaveiða hevur verið bannað í Bretlandi síðani 1954, men á hesum stað, sum Mike Day lýsir i filminum, kunnu tíggju menn eina ferð um árið fara á súluveiðu. Í samráð við føroyskar myndugleikar hevur Mike Day í eina rúma tíð savnað tilfar um grindadráp.
So er at fara oman í Steinprent á Skáltrøð, har Jan Andersson vísir mær nýggj prent hjá Hansinu Iversen.
Í køkinum sita Jóhan Martin Christiansen, Kinna Poulsen og Randi Samsonsen. Jóhan Martin og Randi hava verk við á Várframsýningini og hava alla orsøk til at vera væl hýrd og spent hesa Mentanarnátt. Jóhan Martin er eisini við í framsýningi hjá Tryggingini á Kongabrúnni.
Og best sum eg haldi, at nú eru atlas og Føroyakort ein saga blott, tekur Jan meg niður undir í framsýningarhølið í Steinprenti at visa mær nýggjastu lithografisku steinarnar. Ikki tí, teir eru alt annað enn nýggir. Í teir tungu gomlu steinarnar hava Generalstaben og Geodætisk Institut um ár 1900 rist føroysk og íslendsk landakort, sum Jan fer at gera prent av Mentanarnattina, innan steinarnir verða slípaðir niður og brúktir til nýtt listaligt virksemi í Steinprenti.
Klokkan fýra letur Gunnar Hoydal upp árligu Várframsýningin hjá Føroyskum Myndlistafólkum og Myndlistasambandinum, sum nú er á sumri í Listasavni Føroya.
30 myndlistafólk sendu verk inn, men bara seks sluppu gjøgnum myndlistarliga nálareygað, sum Ingi Joensen, Guðrið Poulsen og Hansina Iversen defineraðu í ár. Tey bæði fyrru fyri Føroysk Myndlistafólk og Hansina fyri Myndlistasambandið. Tey seks úrvaldu eru Eyðun av Reyni, Pernille Falch Heinesen, Vígdis Petersen, Thomas Koba, Randi Samsonsen og Jan Nystrøm. Umframt tey úrvaldu seks, eru onnur seks boðin við at verða við, fimm menn og ein kvinna: Silja Strøm, Arnold Vegghamar, Zacharias Heinesen, Brandur Patursson, Jóhan Martin Christiansen og Tummas Jákup Thomsen. Arnold Vegghamar, niðanfyri, eigur plakatina og framsíðuna á skránni.
Fríða Matras Brekku og Tróndur Patursson, omanfyri, eru millum gestirnar til upplatingina. Millum teirra, sum fyrstu ferð sýna fram, er Jan Nystrøm, sum er føddur í 1982 og hevur gjørt eins nógvar myndir, 1982. Hann sæst við skíggjan við øllum animatiónsmyndunum niðanfyri.
Sensureraða várframsýningin skal vísa, hvat rørir seg innan myndlistaheimin í Føroyum her og nú, og verkini skulu ikki hava verið framsýnd áður í Føroyum. Mest umrødda verkið var heilt vist tað hjá Tomas Koba, Beth. Her er frágreiðingin um verkið:
Várframsýninginin hongur uppi í Listaskálanum til 20. juli, tá ólavsøkuframsýningin verður fyrireikað. Seinni í ár verða framsýningar við verkum hjá Hansinu Iversen og Thomas Arge. Til ber eisini at njóta nýggjasta verkið, sum Listasavnið hevur keypt. Tað er Morgun á trappuni í Nólsoy eftir Steffan Danielsen.
Í gula Vertshúsinum á horninum yvir av Sjónleikarhúsinum hava Mikkalina Norðberg, sum rekur Mikkalina-Glas, og Tórunn Djurhuus Lassen, sum rekur Prýðislist, sett List á borðið. Soleiðis er ítøkiliga heitið á Mentanarnáttini, tá tær báðar dekka upp við einum spennandi samspæli millum glas og bløðrutara. Tað havi eg ikki sæð fyrr.
Í Vertshúsinum er eisini høvið at síggja ovnarnar, tilfarið og allan tann litríka verkstaðin hjá Mikkalinum við Niels Finsensgøtu í baksýni.
Í gongugøtuni hava tær báðar fryntligu dámurnar latið upp pannukøkuvognin, sum angar av festivali og stevnu um alla gøtuna.
Um hornið, longur niðri í heimsins minsta høvuðsstaði, mitt í gamla kommunuskúlagarðinum, setur Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, Mentanarnáttina 2014 fyri almenninginum. Gamli kommunuskúlagarður er framman fyri ein av mongu kommunalu umsitingarbygninunum í miðbýnum, sum kommunan við tógvið stríð hevur eydnast at gera livandi, miðbýin altso. Í hvussu er í dag. Tí Mentanarnáttina yður av fólki og lívi í miðbýnum.
Eftir setanina gangi eg mær niðan í Amtmansbrekkuna og runt um húsini hjá Ríkisumboðanum og inn gjøgnum grøa garðin frá Quillingsgarði og fram við minnismerkinum um Niels Ryberg Finsen. Her angar av sumri, hita og søgu. John Johannessen vísir runt og meðan ríkisumboðsmaðurin, Dan Michael Knudsen, poserar fyri endanum á glæsiliga borðinum, ið er dekkað upp til kongaliga veitslu við søguligum steintoyi.
Í næstu stovu eru allir amtmenn og ríkisumboðsmenn í Føroum higartil settir á veggin. Her vildi eg fegin sett meg við einum koppi av kaffi, einum glasi av konjakk og einari angandi sigar, meðan taffeltónleikurin ljómaði.
Tað er svenskur tjóðardagur við Jansons fristelse í Norrøna Felagnum og klokkan sjey og úteftir verður sjónarringurin í Havnini munandi víðkaður, ti tá bjóðar Hallstein grønlendskan muskosoksa og reindjór í Grønlendingahúsinum í Jøkulstræti, sum er heimanfyri Íslandsvegin har úti við Kinabrekkuna.
Eyðun sker niður, so vit síggja støddina á grønlendska tjógvinum og Anna Doris ber føtini inn á borðið, meðan vit syngja Seg lágt yvir hav, har eina ørindi ljóðar:
Man hon kanska onkuntíð støðga eitt bil
og veingja eitt loyndarsmíl Grønlandi til,
og tíða teir dreymar og gita tey orð,
sum følna á landi, men blóma umborð
Manga takk!