Skip to main content

Summar í Sandoynni


Fríggjamorgunin bjóðaði okkara allar besti bókavørður, Oyvør, til morgunmat í Námi. Nú fer hon í barnsburðarfarloyvi, og Lis kemur í hennara stað. Afturvið kaffi, breyði og øllum, sum hoyrir til eitt summarsligt morgunmatarborð, tá starvsfólkið skal summarútferð, sang Gunnar Justinussen Feeling Mortal hjá Kris Kristofferson, sum Martin Joensen hevur umsett til Klárvakin og skroypiligur. Jákup Zachariassen spældi afturvið.


Í bussinum læs Óli Jákup eitt brot úr bókini Far Afield (1990), sum Susan Kaysen skrivaði í Skopun, tá hon og Jonathan Wylie vóru har í sjeytiárunum. Hon er kend sum rithøvundi, hevur skrivað sjálvævisøguligu bókina Girl Interrupted, sum bleiv til samnevnda Oscarvirðislønta filmin við Winona Ryder í høvuðsleiklutinum sum Kaysen. Hann er antropologur og skrivaði í 1975 próvtøkuritgerðina I’m a stranger too: A study of the familiar society of the Faroe Islands, with special reference to the kinship, economy and demography of a small fishing village. Týdda brotið úr søguni hjá Susan Kaysen stóð í Brá nr 17 í 1991 undir yvirskriftini Langt av landi skotin.


So ganga vit umborð á Teistan meðan bussurin hjá Finnleivi Fagradal, sum Sverri Vatnsdal koyrdi, parkerar á dekkinum. Í salongini er so góður og uppbyggiligur lesnaður á borðinum, at eg má keypa ein franskan hotdog og eina sodavatn, at goyma løtuna umborð.


Skopun er filmisk bygd. Ikki bara tí at Marentza Poulsen av Áarbakkanum, næsta húsi hjá Sakarisi Stórá og teimum, var við í vælumtókta íslendska filminum Dalalíf (1984), men eisini tí at handilsmaðurin Kristoffur í Búri (1915-2008) hevði biograf, og allar filmarnar hjá Fassbinder, Herzog og Bergman á goymslu í 1980'unum, tá danska fyritøkan EBC film gavst at leiga til skúla og undirvísing. Tá skipaði Filmsfelagið fyri Fassbinder- og Bergman-vikuskiftum í Havn. Brúni Búrhandilin, sum eisini var biografur ta tíð, tá 13 biografar vóru í sjónvarpsleysa landinum, sæst til høgru í myndini, aftanfyri Flakavirkið, sum nú er byrjað aftur.


25. juni fara Sakaris og tey at byrja filmsupptøkurnar, sum undir heitinum Dreymurin við havið ætlandi verða lidnar 28. juli. Handritið hevur Marjun Syderbø Kjelnæs skrivað. So niðan á Grotvirkið hjá Heina og Høgna Tausen, har Heini sigur frá.


- Higartil hevur trappan hjá Heðini í Havn tikið mestu tíð og orku, sigur Heini. Sjálvur býr hann í Havn, og saman við beiggjanum, Høgna, sum býr við Norðskála, hava teir í meir enn tvey ár rikið Grótvirkið í Skopun.


Her eru stór amboð og stórir flatar at bróta. Men árræði mangla teir ikki, synirnir hjá Áslaki úr Hovi og Petru av Trøllanesi, sum eru væl móttiknir í Skopun, har teir bora, spreingja, høgga og slípa føroyskt grót til flísar, borðplátur og gravsteinar við týskum, italskum og kinesiskum teldustýrdum maskinum.


Fyri endanum á einum lidnum gravsteini poserar Sigrid í reyðum jakka og sigur sum steinurin: "Takk fyri alt!"


So koyra vit gjøgnum bygdina, sum Sverri so livandi fortelur okkum um, ikki minst evarska smáu húsini hjá langabbanum, Martin, har 16 fólk livdu undir somu lon. Fotostopp er á bratta og tronga vegnum til Dals, har okkurt strekki er í leysum lofti og sýnið er beint út í hav.


Sigfríður, sum er tikin úr leikum at klintrast í steyrrættum bergi, fer eftir eini hjálpirót, sum Henrik hevur fingið eygað á. Hendan verður góð í havanum á Høgabóli í Saltangará.


Sverri førir okkum trygt um sýnini til Dals. Stutt er millum bussakslarnar, so eingin trupulleiki er at taka seg fram eftir smølu vegunum og gjøgnum trongu túnini.


Vit fara inn í Eiriksgarð, har Vilhelmina Larsen og tær hava borðreitt við tí allarbesta blandingsdrýli, turrum kjøti, pylsu, osti og kaffi.


Á borðum og hillum eru lutir til sølu, pløgg og konserves, har eg hefti meg við vakra reyða litin í eini krukku við rabarbugelé og grøna litin í myntugelé.


Alla staðni eru snøgt lagaðir grótgarðar, sum ikki bara eru løgfrøðilig mørk, men eisini balla inn og verja bygdina, sum hesin trøllsliga sigandi grótgarður í Dali.


So koyra vit aftur eftir bratta og krókuta Dalsvegnum móti Húsavík. Er bussurin stuttur, er hetta eitt panorama við altjóða appeal sum neyvan nakra aðrastaðni í landinum. Ja, kanska skuldi UNESCO sæð til at hesin vegur verður varðveittur.


Húsavík er hugtakandi vøkur bygd. Hanus undir Leitinum sigur okkum livandi søgur í túninum, sum eftir lítlari løtu kenst okkum eins livandi. Hanus fær hvønn stein at syngja.


Í Skálavík sigur Bjarni Dalsgaard okkum frá um Heðin Brú og Kristian Osvald Viderø, hvar teir búðu og um lívssøgu teirra annars.


So ganga vit niðan til Depilin, har tvær grillsmáttur standa klárar og heitar at matgerða í. Óli Jákup og Karina skipa fyri grillingini, venda og snara, so einki fær ov nógv, men alt er tilpass.


So fara vit heim í Traðir, har Unni og Johan P. Hentze bjóða okkum eplasuppu og eplabreyð í túninum, meðan angin av landbúnaði og neytahaldi stendur autentiskt vakur í næsunum. Katrin Petersen greiðir frá um Eplafestivalin, sum verður aftur 1. oktober.


So gjøgnum bygdina, framvið skúlanum og út til Gívrinarspor, har sjálvt navnaskeltini eru innbundin.


Við Grótvík er urðin og Gróthúsvatn, og so vegurin til Søltuvíkar. Her hava konurnar í oynni aftur í ár bundið um steinin við teim mest ótrúligu litum og tilfari, sum elva til spennandi symbol í skiftandi ljósi.


Karina er serliga hugtikin av gívrinnar hyldligu bróstum, sum eru so deiliga taktil.

Bundni steinurin er dømi um eitt átak, sum er so stuttligt og uttan handilslig áhugamál, at tú verður smittaður. Soleiðis eiga øll úti um landið at gera. Púra á egnum beinum at finna dygdir hvør hjá øðrum og semjast um ein festival at bjóða oynna ella bygdina fram. Á sama hátt sum Sjómannadagurin í Klaksvík. Eitt tiltak, sum bara er stuttligt at uppliva sum fremmandur, og sum tú skilir, at øll á staðnum standa saman um, tí soleiðis liva vit her. Hetta er avkastið, hetta er avgrøðin. Tí vóni eg, at Eplafestivalurin verður eitt afturvendani íkast í tann veruleika, at definera tað undarliga leysa hugtakið at vera føroyingur, eisini á bygd í 21. øld. Takk fyri túrin, starvsfelagar, og Hanna á Reynatúgvu, sum fyri Sandoyar Kunningarstovu skipaði fyri túrinum!