Í dag verður søkt eftir ráðgeva í fremmandamáli til fólkaskúlan, í fyrsta lagi donskum.
- Ynskir tú at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og hevur gott innlit í viðkomandi lærugreina- ella læriøki, so hevur tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi sum námsráðgevi, verður sagt í lýsingini frá Námi í dag.
Í fólkaskúlanum verður byrjað við donskum í triðja flokki. Lærugreinin er kravd til og við níggjunda flokk. Í tíggjunda flokki er lærugreinin valfrí.
Meðan fólkaskúlalógin ikki sigur nakað um fremmandamál yvirhøvur, uttan at nevna at “annað fremmandamál enn týskt kann veljast”, so verður vegleiðandi sagt í lesiætlanunum, sum eru komnar seinni, at fyrsta fremmandamál er danskt.
Í Heimastýrislógini, verður sagt í grein 11, at “Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum. Við framløgu av appelmálum skal donsk umseting av øllum føroyskum skjølum fylgja við.”
Í danska Lovtidende varð “Lov om Færöernes Hjemmestyre” kunngjørd á norðurlanda degnum í 1948, men bara á donskum: “Færøsk anerkendes som Hovedsproget, men Dansk skal læres godt og omhyggeligt, og Dansk kan lige saa vel som Færøsk anvendes i offentlige Forhold. Ved Forelæggelse af Appelsager skal der medfølge dansk Oversættelse af alle Akter paa Færøsk.”
At tað nú verður lýst eftir starvsfólki at umsita fremmandamálið danskt, er ein uppgerð við, hvussu praksis hevur verið á hesum øki í Føroyum.
Nógvir næmingar eru, sum av ymsum ávum hava málsligar avbjóðingar.
Eitt annað mál, sum hevur ikki minni týdning, er, at allar tær bøkur og undirvísingartilfar, sum higartil hevur verið brúkt í føroyska fólkaskúlanum í donskum, hevur verið adopterað, annammet, frá donskum forløgum, sum gera móðurmálstilfar til teirra egna heimamarknað og als ikki hin føroyska ella nakran annan útimarknað. Allíkavæl hava vit hingið uppi við hesum danska heimalandspraksis, og hvørt ár keypt danska móðurmálstilfarið til verandi og komandi árgangir, sum eftir lógini skulu læra danskt væl og virðiliga, tað vil siga betri enn føroyskt, sum einki virðismetandi orð fær heft afturat sær.
Nú er greitt, at ein broyting verður á hesum øki. Umframt at seta fakfólk í starv, fara føroyingar nú sjálvir at gera tilfar til undirvísing í føroyska fólkaskúlanum í donskum.