Skip to main content

Allir føroyingar hava eina kontu í ”sosialbankanum”

Mánadagin hevði kultursosiologurin, Charlotte Wilhelmsen, sum er av Eysturbrúgv í Keypmannahavn, sett mær stevnu til eina bandaða samrøðu við støði í mínum bloggi. Vit møttust í Paname á Vaglinum og skiftu orð um miðlar og mentanir. Hon mintist, at tá hon hitti føroyingar í Keypmannahavn, vóru teir ógvuliga upptiknir av rættstaving.

Hetta er fyrstu ferð Charlotte er í Føroyum. Hon er her sum partur av altjóða skipanini Workaway, sum 24 føroyingar eisini eru við í. Hon steðgar her í seks vikur, og hevur gjørt av at savna tilfar til eitt poddvarp. Tí vildi hon hoyra nærri um bloggin og tað, sum eg her havi skrivað í meir enn fimtan ár í 3500 føroyskum uppsløgum, har okkurt er heilt nógv lisið, serliga tað um estetikk og arkitektur í Nútíðarhavnini. Men eisini um gastronomi og at ferðast og uppliva fremmandar mentanir.

Tá prátið var liðugt, nýtti eg rímiligvís høvið at seta henni nakrar spurningar afturímóti. Niðanfyri er prátið.

- Eg eri kultursosiologur, og havi eina magistaragrad frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Eg eri 69 ára gomul og pensionist. Saman við fýra-fimm øðrum, sum eisini hava eina professionella bakgrund, ætli eg at skipa og byggja upp eitt fakligt poddvarp innan tey øki, sum vit í felag vilja poddvarpa um. Tankin er, at poddvarpið skal koma einaferð um vikuna, í fyrstuni á YouTube. Enn kann eg ikki siga nakað um, nær vit eru klára at fara í luftina, men kanska á vári 2023. Ynskir onkur at medvirka, so er at senda ein meyl til til.charlottes@gmail.com, sigur Charlotte og fortelur um, hví júst Føroyar gjørdust hennara ferðamál í hesum samanhangi.

- Eg eri komin higar við tí ætlan at gera fyrsta poddvarpið um eina ferð til Føroya. Tað skal verða ein ferð inn í eina mentan, sum vit bæði kenna og ikki kenna. Mín byrjan og støði er, at tað, sum eg ikki veit um Føroyar, eru tað helst eisini onnur, sum ikki vita, og saman møtast vit so um tað í míni ferðasøgu. Eftirsum tað er mín fyrsta ferð til Føroya í lívinum, er tað nógv, sum eg ikki veit.  

Charlotte hevur sett seks vikur av til ferðina. Tí hevur hon brúkt Workaway.info, ið er ein talgild skipan, har føroyingar eisini eru við, og sum formidlar arbeiði millum limirnar.

- Skipanin hvílir á, at ein vertur bjóðar ávísar arbeiðsuppgávur, sum til dømis kunnu fevna um tjúgu tímar um vikuna, og so verður vistarhald, kost og losji, veitt afturfyri. Flestu bjóða, at tú verður partur av húskinum, familjuni, og tað er júst hetta perspektiv, eg havi brúk fyri. Á henda hátt havi eg verið í tveimum workaway-uppihaldum, annað í Kaldbak og hitt í Hvalba í Suðuroy. Í báðum førum gevur tað mær innlit í føroyska mentan og gerandisdag. Tað hevur eisini víst mær stórar munir á báðum støðunum, so tað er trupult at siga nakað ávíst um alt samfelagið. Eg haldi tó at eg kann siga, at lokalpatriotisman er stór.

- Tað er torført at kóka niður tað, sum eg havi upplivað í tær fimm vikurnar, eg higartil havi verið her, men eg kann siga, at tað fyrsta, sum eg beit merki í var, at alt tekur sína tíð her. Kanska fer nakað av tíð til spillis í misskiljingum, tí eg haldi, at fólk vænta nakað av mær, men eg dugi ikki altíð at lesa av, hvat tað er, sum verður væntað. Eitt føroyskt húski er ikki soleiðis beinanvegin at blíva ein partur av, tí tað eru fleiri smáar kotur, sum eg ikki kenni, og sum kunnu ørkymla meg. Sum tíðin gongur, eri eg komin eftir, at um eg sjálv defineri, hvat eg skal, og hvat eg vil luttaka í og hjálpa við, so verður tað nógv lættari, og smílini síggjast aftur. Vælvildin er stór frá báðum síðum, men av og á eru fleiri orð neyðug, innan vit skilja hvørt annað.

Føroyingar eru ótrúliga smílandi og hjálpsom fólk. Eg havi mist talið, hvussu ofta eg eri boðin við í bilin, um eg havi staðið soleiðis fyri, at onkur heldur meg vera ørkymlaða ella leitandi. Enntá tey smædnastu, sum tú ikki fært orða av, tey traðka til og veita tær eina hjálpandi hond, so skjótt tey fata, at tað er júst tað, eg havi fyri neyðini. Teirra hjálp.

Eg síggi lættliga fyri mær, at allir føroyingar hava eina kontu í ”sosialbankanum”, har teir seta teirra góða atburð inn, og at ”bankin” veitir stuðulslán, tá tað er fyri neyðini. Eg hugsi, at tað er orsøkin til, at man enn letur hurðarnar verða ólæstar í Føroyum, tí eingin stjelur her; tað er betri at fáa hjálp úr ”sosialbankanum”, um tú manglar nakað. Eg veit ikki, um hendan myndin er hin heilt rætta, men fyribils er tað soleiðis, eg hugsi um hetta.

- Havi eisini lagt til merkis, at av og á verið eg fatað sum umboð fyri eitt koloniveldi, sum onkur heldur enn hevur gildi. Kanska er tað eitt fleirtal, ið hugsar so, tað er torført hjá mær at vita, tí eg vil fegin skifta orð um tað í mínum poddvarpi, men tá tiga tey flestu. Ístaðin kemur leyst snakk um radarar, uttanríkispolitikk og hvat veit eg, men tað ljóðar í mínum oyrum, meira sum ein umbering fyri ikki at gera seg leysan, bróta út, og gera álvara burturúr sjálvstýristankanum, um tað hevur nakran týdning, hatta við koloniharradøminum. At siga nakað um politisk viðurskifti í almenna rúminum, tykist vera nakað, sum vanligi føroyingurin víkir frá og ikki vil siga nakað um.

- Mestu tíðina havi eg havt ábyrgdina av veðrunum og at geva teimum. Og á garðinum havi eg havt stóra gleði av júst hesi uppgávu. At leggja til merkis, hvussu teir venja seg til at verða kíndir og ikki renna undan, tá eg komi, tað kennist gott. Ein onnur uppgáva, sum mær hevur dámt væl, er at ganga túr við hundinum. Tá er tað, sum um lívið fær fleiri litir. 

- At døma eftir nógva seyðinum og teim mongu hundunum, sum eru í Føroyum, so hugsi eg, at tað mann eg hava til felags við rættuliga nógvar føroyingar, sigur Charlotte Wilhelmsen at enda í prátinum um hennara fyrstu óheftu granskingarferð í Føroyum.