Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2025

Vitlíki í eini villari dansitíð

Nei, hatta gert tú bara ikki, hatta er halgibrot, hugsi eg beinanvegin, eg síggi The Velvet Sundown á Abbey Road, mest fotograferaða vegi í London, síðan Beatles góvu út ellintu LP plátuna, hina seinastu í studio, og sum tók navnið á júst teirri gøtuni, hóast hin fyrr upptikna, Let it be, kom út árið eftir og legði lok á tað heila. Soleiðis eru rørslurnar, sum í foxtrot, endurtakandi og sirkulerandi, frameftir, til síðurnar og aftur har, alt byrjaði. Vitlíki hevur onga moralska kumpass, tí hóast mannaskapt og -fóðrað, er tað sum navnið sigur, úr líki mansins, vituliga sett saman, men aldri blivi til í menniskjansligum samstarvi. Tí tað er tilgjørt, sum í artificial. Dávur, starvsfelagin, og eg vendu hesum viðurskiftum afturvið morgunmatinum týsdagin, tá vit eta í felag. Ofta semjast við um tónleik í smakki og útrykki, sum Skyscraper hjá Underworld, serliga teimum, men eisini í funktión í samfelagnum, frá country til dansband, nú summarfestivalarnir eru yvir okkum. Okkurt identifis...