Skip to main content

Posts

Kanska, í morgin...

Martin tók myndina av Hansi og mær í kjallarakamarinum í 1973. Tað árið keyptu vit allir Zundapp knallert frá Thomas Dam og Mamiya Sekor speglrefleks frá Bambus (Mynd: Martin Jacobsen) Í morgin møtast vit gomlu floksfelagar aftur. Fjøruti ár eftir at Hendrix fór av verðini og hundráð ár síðani Kili loysti frá Spania og bleiv sjálvstøðug tjóð. Báðar markeringar síggjast aftur í skránni, tá vit møtast í morgin og leggja lok á dagin við heitinum Säg inte nej säg kanske kanske kanske...

Fjúrtandi, fullveldi og førleiki

Eftir arbeiðstíð í dag høvdu 25000 fólk atkvøtt á Portalinum, hvørt tey ynsktu loysing ella ikki. Allarflestu taka undir við loysing. So siga tolnu tølini. 64 ár eru liðini, síðani fólkaatkvøðan varð hildin 14. september 1946. Á Facebook eru sjálvandi heilsanir, sum vísa til nærum eins søguliga Beatlessangin When I’m 64, sum nú man ver farin á ellisheim. Og mangt bendir á, at fólkaatkvøðan og kjakið kring hana, er farin eins langt inn á ellisheimið. Men nakrir glottar hómast í dag. Í oddagrein í Dimmalætting sigur ónevndur høvundur soleiðis í dag: "14. september er ein dagur, tá ið vit eiga at minna okkum á, hvussu langt vit eru komin politiskt og samfelagsligt. Vit eiga eisini at minna okkum á, at hvør einstakur og hvør einstøk hevur fulla ábyrgd av sínum gerðum. Tað eigur eingin at vera omanfyri, sum í seinasta enda sigur ja ella nei. Vit mugu taka avgerðir og ábyrgd." Á Vágaportalinum sigur ónevndur høvundur soleiðis í dag: "Tað er mangt, ið bendir á, at í

Tá sól er sett her

Í bili til Eiðis at fylgja Símuni Jóhan Wolles til gravar. Niðri undir sæst 3. real í 1975. Jóhan er triði í aftastu røð og eg hin fjórði, frá vinstru. Jóhanna Oluffa, dóttir Símun Jóhan, er onnur frá vinstru í fremstu røð (Mynd: Birgir og Skolefoto) Eins og fólk flest á Facebook, so ger eisini landsverkfrøðingurin status í hesum døgum. Status fyri mín leygardag er felags rudding í Tórsbyrgi, Rót og Rútma í Útvarpinum, jarðarferð í gomlu heimbygdini, Eiði og so føðingardagur um kvøldið. Lánt frá Ulf Lundell kunnu vit siga at tíðin gongur, og vit við henni; skjótt fellir kavin, og vit við honum. Í góðveðrinum fór Símun Jóhan Wolles til gravar í dag, 77 ára gamal. Jarðarferðin var úr Mizpa á Eiði, har Símun Jóhan alt lívið hevði prædika og livandi manað fram føroyskar lívsmyndir úr Halgubók fyri børnum og vaksnum. Og í kjallaranum smíðaði hann bátar og niðanfyri, í Miklagarði, livdu hann og familjan. Har vísti hann mær einaferð plátuna Tá sól er sett her , sum Gudmundur Gudmundsson s

Den store udfoldelse er aldrig for sen

Bárður Jákupsson á nevndarfundi í Steinbrá við Politiken framman fyri sær (Mynd: Birgir Kruse) Listaritstjórin í Politiken, Peter Michael Hornung, hevur um dagarnar stóra grein um Bárð Jákupsson, sum sýnir fram hálvthudrað verk í Skovhuset ved Søndersø, Ballerupvej 60 í Værløse. Framsýningin Uden titel er opin hvønn dag kl 11-17, fram til 19. september. Eg møtti Bárði í Steinprenti í dag og nýtti høvið at avmynda hann við blaðnum framman fyri sær. Yvirskriftin Den store udfoldelse er aldrig for sen sigur nógv, kennir tú Bárð. Hann leggur nógv fyri dagin og hevur aldri spart seg. Men sanni listamaðurin er altíð ávegis, altíð í gongd. Soleiðis kenni eg Bárð. Niðanfyri havi eg loyvt mær taka nøkur kut úr grenini: Hvor mærkeligt det end kan lyde om en maler, der nærmer sig pensionsalderen, så er Bárdur Jákupsson på vej. Han maler, som om det at male umiddelbart og nærmest ustandselig er noget, han først for nylig har fået mulighed for at gøre. Det har givet hans maleri en selvsi

Nightwatch eftir Rembrandt í 1642

Walisiski leikstjórin Peter Greenaway framman fyri málningi Rembrandts, sum gevur filminum navn. Niðri undir sæst atgongumerkið til filmin, sum Fríða Brekku hevur gjørt á Steinprenti Í samstarvi við Norðoya Sparikassa vísir Steinbrá listafólkafilmar í intima biografinum í Miðlon í Havn. Fyrsti filmurin var um Vincent van Gogh (1853-1890) og annar filmurin í røðini er “Nightwatching”, sum er um Rembrandt (1606-1669) og málningin við sama navni. "Nightwatching" verður sýndur hósdagin 16. september 2010 kl. 17:30. Meðan fyrri filmurin fylgdi ævi van Goghs, er hesin filmurin eksperimenterandi og avbjóðandi, bæði í stíli og innihaldi. Peter Greenaway (f. 1942) hevur gjørt filmin, sum er ein røð av pallsetingum kring málningin “The Night Watch” í 1642. Rembrandt arbeiðir við fólkum, sum sita fyri, meðan valdsharrar bróta seg inn á pallin. - Bygdi málningurin “The Night Watch” á eitt brotsverk? Listamaðurin hugsar og leikarar venda sær beint til áskoðaran, og tosið gon

I only paint what I feel

Peter Carlsen í Steinprenti á Skálatrøð, har hann sýnir fram prent og keramikk í september. Ja, og so undirritaði sjálvur in action, fangaður av Fríðu Brekku (Myndir: Birgir Kruse og Fríða Brekku) Danski listamaðurin Peter Carlsen (f. 1955) lat í dag upp framsýning við prenti og glasaðum steintoyi undir heitinum I only paint what I feel. Fyrsta, ein leggur til merkis, er tey stuttligu heitini. Villy på Færøerne, Nudistvilly og Integrationsvilly. Og so røðin Kunstneren som barn. Mestu umrøðuna í almenna rúminum, man steinprentið Danmark i krig hava fingið. Myndaevnið er Anders Fogh Rasmussen, sum hevur fingið eitt reytt málingablikk oman yvir seg. Tað hendi á Christiansborg og varpaði ljós á donsku luttøkuna í afganska krígnum. Henda ertandi konkretisma liggur undir, ella hongur uppi við fleiri av verkum Carlsens, sum eisini spretta úr teknirøðum og dreingjabókum í 50'unum og seinni. Fryntligi listamaðurin upplýsti eisini at foreldrini høvdu ein amboðshandil niðast í Smedelundsga

Americana í Føroyum

Dickie Lee Erwin og Stanley Samuelsen í Irish Pub fríggjakvøldið. Umframt trúfastar countryfjepparar var eisini familjan hjá Stanley møtt (Myndir: Birgir Kruse) Um miðan august fekk eg meyl frá einum vágbingi, um at ein amerikanari skuldi hava konsert har í bygdini. Kannaði leinkið, sum fylgdi við meylinum og svaraði aftur: 'Hesin maður er alt ov góður til Vág!' Nú havi eg hoyrt hann live, saman við Stanley Samuelsen. Saman, spældu teir í Irish Pub á Skálatrøð í Havn. Og tá eg sigi saman , meini eg veruliga saman. Samanspælið var so tætt og vælklingandi at ein skuldi trúð teir vóru barndómsvinir. Fyri fullum húsum rullaðu teir seg út við sangum hjá Dickie Lee og einstøkum klassikarum inn í millum. Óansæð, hvør sangurin var, so ljóðaði gittarspælið hjá Stanley sum eitt heilt orkestur, pluss Chet Atkins, mind you! Ein fragd at hoyra vælskipaða fylgi- og undirspælið, eina løtu fingerpicking bluegrass, sum sótu vit á The Station Inn í Nashville, og so ein klassikari hjá Lefty Fr

At lensa nýggjar myndir

Gamli Føroya Banki og Sjóvinnubankin eita nú BankNordik Nú var aftur ein nýggj orðamynd. BankNordik. Fyrsta mynd, sum springur úr hesum nýyrði er Herbert Pundik. So eru vit í Politiken og Miðeysturi. Men, jødi ella ikki, tað kann ikki vera meiningin at leggja so langt frá landi við okkara banka. Lesi eg aftur um aftur, at knekka kotuna og lata upp fyri hesum nýggja orði, frá vinstru móti høgru, sum siður er í okkara vinstrastýrdu mentan, so hefti eg meg við fyrstu stavirnar Ban og royni so at gera eitt kvalifiserað git, við at kveita til høgru eftir seinastu stavunum, at fáa eina hóming av, hvat hesin rebus endar við. Í lesingini fái eg orðamyndina Bandik. Rímar óbegrípiliga væl uppá Banditt. Og so allar tær upplagdu ensku orðamyndirnar Tricky Dick og bara dick . Fyri ikki um at tala útlendsku deildirnar, eitt nú í Kolding. Fer hon at eita ehm Kolik ? Hetta var ein stravin orðamynd. Men kanska er tað meiningin og styrkin í nýggja samleikanum, dikk ella ikki. Tá vit hava grinið okku