Skip to main content

Posts

Tíðindaflutningurin er versnaður

Mortan Østerø, Sosialurin í dag: Birgir Kruse heldur, at tøkniliga menningin hevur darvað góðskuna á tíðindaflutinginum um allan heimin. At tað er vorðið lættari at framleiða tíðindi á øllum pallum, hevur elvt til størri mongd av vánaligum tíðindatilfari. Birgir Kruse, ritstjóri og PD í samskifti, stóð á odda fyri at gera eina bók um fjølmiðlar til føroyska skúlaverki í 2007. Í 1995 fekk hann norðurlendska journalistvirðisløn fyri mentanarsendingar í Útvarpinum. Birgir heldur, at tøknilig frambrot hava gjørt tíðindaflutninginum eina bjarnartænastu. - Aðalmálið hjá tøknini er at alt skal verða betri, skjótari og størri. Journalistiskt væntaðu vit tí øll, at nú fingu vit betri stundir at gera tilfar á øllum pallum, men so varð ikki, sigur Birgir. Sambært honum, so hava fortreytirnar lagað seg øðrvísi, tá ið tað kemur til tíðindaflutning. Við tøknini uppdaga redktionellir leiðarar, at færri fólk kunnu gera sama arbeiði. Fyri tíðindaflutningin merkir tað, at nógv færri fólk hava

Fólk í haga

Í dag læt upp stór retrospektiv framsýning í Listasavninum við 47 málningum hjá Thomas Arge (1942-78), sum eru læntir frá privatum savnarum, tveimum fyritøkum og einum stovni. Omanfyri sæst Regin Debess í einum av málningunum úr haganum hjá Thomasi Arge. Regin er savnslærari á Hoyvíksgarði, har Thomas málaði síni mest virknu ár. Tað vóru Poul Wang og sonurin Hanus, ið skaptu henda listaliga møguleika í Hoyvík. Nú er garðurin partur av Søvnum Landsins. Heitið á framsýningi í Listasavninum er Evnið í litinum - Farvens stof. Listasavnið gevur samstundis út eina snotuliga skrá, sum Ingi Joensen hevur sniðgivið, við føroyskum og donskum teksti eftir Nils Orth, savnsleiðara, og einum stuttum teksti eftir Richard Mortensen (1910-93), lærara hjá Thomas Arge 1964-69, um eina ferð í Venezia. Hesin tekstur stavar frá 1984. Sum árstølini siga, livdi Thomas Arge ikki leingi, men hann var óvanliga virkin. Dynamiska grindadrápsmyndin omanfyri er mín yndismynd. Hon er frá 1965-66 og sæ

Fokus á foto í Lítluvík

Á triðja sinni skipar Myndafelagið Fokus fyri ársframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Í ár sýna ellivu limir fram. Teir ellivu framsýnararnir eru í ár Jógvan Horn, Jón Kragesteen Joensen, Rani Joensen, Óli Lindenskov, Jóhan Ó. Sigurðsson, Súsanna Nielsen, Jenny Weihe Poulsen, Snæbjørn í Dali, Irwin Mittún, Sæmund Tausen og Heri Samuelsen. Við formanninum, Óla, í miðjuni niðanfyri, sæst yngsti luttkari, Rani, sum júst hevur fylt 22, til høgru og næstelsti, Jóin, sum verður 75, til vinstru. Á niðaru myndini sæst elsti luttakari, Irwin, sum er 77 ár. Hann hevur avmyndað eina spegling av bygdini Hósvík, har sjóvarmálin fer gjøgnum miðjuna á myndini. Ídni kassameistarin, Jenny, smíðar og hongur upp. Hon tekur sær eisini av limalistanum í Myndafelagnum Fokus. Jón Kragesteen Joensen, sum undirvísur í foto, hevur avmyndað ein modell, ið hann hevur fingið at posera móti einum bláum veggi. Millum mongu myndirnar hjá teim ellivu fotografunum eru eisini brúðarmyndir úr

Bestu og nýggjastu filmar

Filmsúrvalið í Havnar Bio hevur neyvan nakrantíð verið so gott og aktuelt, sum beint nú. Hyggja vit at myndini omanfyri, sum er frá donsku filmstænastuni kino.dk í dag, so eru ummælarar og brúkarar samdir um, at bestu filmar í danska ríkinum beint nú eru teir, sum verða vístir her hjá okkum. Sjálvandi kundi tað verið enn betur, um filmar eisini komu frá øðrum marknaðum enn bara tí danska, men gongdin er ein staðfesting av, at nú ber til at síggja bæði listarliga áhugaverdan og aktuellan film úr allari verðini mitt í Havn. Tað er eitt risa stig rætta filmiska vegin. Ole Wich gjørdi retrobúmerkið niðanfyri. Væl møtt til góðan film - í felag!

Hevur tú framt harðskap?

Ein hin mest margháttliga sjónvarpslýsingin í nýggjari tíð er hon, har tú ónevndur verður boðin inn til eitt prát um harðskap. Fyri einki. Henda lýsing innrammaði fyrstu sendingina av trimum, Landstýrisútnevndir milliardingar , um privatar milliardainntøkurnar, nú almennu Føroyar hava ásett sær nýggja makrelkvotu. Mín tanki um harðskap flytir seg frá tí persónliga til hin skipaða, strukturella, harðskapin, sum kann avdúkast, tá grefligur mismunur verður gjørdur í eini annars lógligari samfelagsskipan, vit rópa fólkaræðisliga. Jan Lamhauge og Jógvan Eli Dam hava lagt til rættis. Beinanvegin leggur tú til merkis góðu og vælskipaðu myndarørslunar, framm eftir bryggjuni, yvir nótabátunum ella yvir Fiskimálaráðnum. Serliga góðar er kamerarørslurnar í náttarljósi, júst sum vit sóu frá sama myndamanni í sendingini um Anitu . Filmiskt vælaverk. Men grafisku talvurnar hoyrdu eini aðrari øld til, tí tær vóru so primitivar, og upplesturin hjá Jón Brian var í byrjanini so av allari leið óneyðug

Hvítir bilar

Í dag eru allir bilar hvítir. Og helst eru tað júst bilarnir, sum fyrstir verða raktir av kava, avfalli og ringum koyrilíkindum. Útvarpið hevur straks kunngerðir og frásagnir um, hvussu Bygdaleiðir koyra ella ikki koyra, og um tað eydnast Landsverki at halda vegin opnan, serliga til Mjørkadals, bæði sunnanifrá og norðanifrá á Kyndilsmessu. Tá tær eru bestar, er tað sum frásagnir av hermótinum í Sýria. - Lukkast at grava eitt ella tvey spor til Vestmanna, og hvussu við bilinum, sum yvirhálaði, og nú stendur fastur, og hvussu við teimum báðum monnunum, sum valdu at sova í bilinum á Sandavágshálsi? Vegurin og bilarnir, sum har koyra, eru meginnervalagið á landjørðini. Tað er bara SEV og internetið í luftini, ið kann máta seg við farvegin á jørðini, tá umræður eitt nútímans sofistikerað meginnervalag, sum í einum høggi kann leggja alt landið lamið. Og hyggur tú útum, sær tað út, sum um tú ert umborð á einum yvirísaðum trolara í Grønlandi. Kanska er tað tí, at eitt nýtt atlas k

Kavi á vegnum og brim á sjónum

Í morgun var kavi á vegnum, brim á sjónum og vindur allastaðni. Ja, kolandi stormur og ódn í øllum landinum, skulu vit trúgva Útvarpinum, sum trýr Landsverki. Men har trúgva tey mest uppá morgunlesturin, so arbeiðsfólk úti um landið máttu bíða tolin eftir avlýsingum frá Strandferðsluni og Bygdaleiðum. Tá er gott at búgva beint við arbeiðsplássið mitt í Kontórshavn, og í friði og náðum turka bleyta kavan av vindeyganum meðan kommunali lyktapelin glampar stillisliga yvir byrjandi fríggjadegnum. Hoyrdi lítið til storm í nátt, men ein starvsfelagi, sum kom úr Klaksvík, svór uppá, at hon hevði ikki vágað sær til arbeiðs í dag, um hon ikki hevði so góðan sjaffør. Og náttin hevur verið hørð. Tað síggi eg ávegis til arbeiðs á Bukkevald, har portrið er sprongt upp av gróti, asfalti og bøkkum, sum brimið hevur skrætt upp av botni og tikið við sær inn á vegin. Her er nokk einki veður fyri kampistar og kampingvognar í dag. Tí er gott, at bummurin er fyri, so eingin tekur sær óráð fy