Lesarabræv, Dimmalætting 26. mars 2002:
Í Dimmu týsdagin hevur formaðurin í Tingsins Mentunarnevnd Jógvan á Lakjuni aftursvar til grein, sum stóð í Sosialinum fríggjadagin 15. mars. Upprunagreinin var viðtal við formannin sjálvan, sum mentablaðkvinnan Turið Kjølbro hevði gjørt.
Hóast eg helt samrøðuna i Sosialinum vera skakandi og tænti formanninum í Tingsins Mentunarnevnd til lítlan sóma, vil eg tó ikki gera beinleiðis viðmerkingar til hesa. Tað er Turið’sa borð. Eisini, tá hin spurdi sigur »eg kenni hetta ikki heilt aftur«.
Tó, í endanum á báðum greinum er ein ódámligur og í føroyskum høpi í drúgva tíð ókendur tóni og sikti, sum fær meg at støðga á og undrast.
Í báðum førum endar formaðurin í Tingsins Mentunarnevnd við at staðfesta, at mentanin er miðsavnað í Havn. Tí har situr »eitt lítið úrvalslið, sum sleppur at definera, hvat vert er at stuðla!«. Orðini og rópiteknið í endanum eigur Jógvan sjálvur í valgreinini í Dimmu týsdagin, so her er neyvan skeivt endurgivið.
Hetta orðalag og sikti er, tað eg veit, nýtt í føroyskum mentunarligum kjaki. Ella í hvussu er ikki hoyrt í drúgva tíð. Mentunarliga at seta høvuðsstaðin upp móti restini av landinum.
Hyggja vit at teim avgerðum, sum eitt nú Mentunargrunnur Landsins hevur tikið, tá umræður størstu starvslønirnar, sum eru trý ár, so sæst at báðir móttakararnir eru ikki havnarmenn. Hin fyrri fuglfirðingur og hin seinni úr Hattarvík, nú búsettur í Keypmannahavn. So her er ikki nógv hjá havnarfólki at fara eftir, skuldu tey av onkrari orsøk hildi tað.
Til ber eisini at hyggja eftir nevndarlimunum, sum taka dagar ímillum í hesum føri. Formaðurin og ein nevndarlimur eru úr Havn, tvey eru avbygdafólk úr Húsavík og Runavík og ein er ættaður úr Danmark, men í mong ár búsettur í Havn. Skrivarin er sambært Lærarabókini ættaður úr Vík.
Og hyggja vit at øllum umsóknunum, sum koma hesum og øðrum almennum grunnum í hendi, so eru gamaní fleiri úr Havn, men ikki allar. Og so langt ífrá. Alment innlit er galdandi eisini á hesum øki, so har er bara at kanna. Ikki trúgvi eg, at ein adressa er avgerandi í viðgerðini av mentunarligum verkætlanum og í metingini av listarligari dygd. Heldur ikki í huganum hjá teimum, sum søkja og undir trongum korum virka úti um landið og í øðrum londum við.
Eg loyvi mær tí at spyrja formannin, sum hetta skeiðið hevur verið einki minni enn hægsti lóggevandi myndugleiki á almenna føroyska mentunarøkinum um, hvat hann byggir hetta við tí lítla úrvalsliðnum í Havn á.
Eru tað goldnar starvslønir? Er tað latin stuðul frá almennum føroyskum grunnum? Ella eru tað onnur skrásett viðurskifti, sum Tingsins Mentunarnevnd hevur innlit í? Kanska beinleiðis óreglulig viðurskifti, sum landsgrannskoðarin hevur peikað á og sum enn ikki eru komin alment fram?
Ella er tað bara gamla hugtakið »interrós«, sum í berari ómegd er kyknað upp aftur?