Skip to main content

Evropa vann


Eftir Oscarhandanina eri eg sannførdur um, at meginparturin av altjóða filmiska mentanararvinum er komin aftur til Evropa, har hann upprunaliga hoyrir heima. Bíligu Hollywoodeffektirnar, ella tju-bang-filmarnir, sum Pauli Olsen plagdi at taka til í Sjónleikarhúsinum, eru sleptar. Og friður verið við teimum.

Fremsta eyðkenni er dvalandi myndatøkan og klippirútman, og ein sjáldsamur estetiskur sansurin fyri tí farna og djúpt forfalna í lívinum á bygd. Akkurát so sum tað er, ótilgjørt og ektað á dustutu heiðini. Langt frá metropolunum, men við sterkum kenslum, ið bylgjast undir yvirflatuni og skapa ein seregnan dramatikk.

Bestu Oscarúrtøkuna fingu amerikansku Coenbrøðurnir, sum hesuferð lívgaðu okkum við “No country for old men”. Gamaní, ein harðrendur filmur, fjart frá tragikomisku bygdamyndini í “Fargo” og hinum góðlynta “The Big Lebowski”. Men sansurin fyri smálutunum, burturi í óbygdum, er har. Sum eitt ekkó av týska Wim Wenders í “Paris, Texas”. At vera nær og tó so fjar. Harðrendi leikarin við seyðabyrsuni, spanski Javier Bardem, fekk ein Oscar.

“There will be blood” var tó munin sterkari og setti alt uppá spíssarnar. Kapitalisman klædd í hvørja spong hjá írska Daniel Day Lewis. Ein kroppur, sum til fulnar lýsir, vísir og avdúkar destruktiva veldið í eirindaleysu kapitalismuni – meðan vekingarrørslan aldri er langt burtur. Kontant avrokning við kassa eitt. Og tónleikurin hjá bretska Jonny Greenwood úr Radiohead er so sjáldsama beinrakin og mettaður av trega. Henda sterka episka søgan um amerikansku oljukapitalismuna endar í Hollywood síðst í 20’unum, har Daniel Day Lewis við óbetaliliga navninum Daniel Plainview mest sum gevur upp andan og sigur: “I am finished!”

“The Assassination of Jesse James by the Coward Robert Ford”, sum mær dámdi best, fekk ongan Oscar. Serliga væl dámdi mær myndatøkuna í hesum filmi. Tað kundi eins væl verið Sven Nykvist ella ein annar norðbúgvi, ið stóð aftanfyri myndatólið, djúpt í svensku skógini. Sama var galdandi fyri teir báðar áðurnevndu filmarnar. Í royndu og veru sást, at fleiri av tilnevndu myndamonnunum vóru evropeiskir, hóast teir arbeiða í Hollywood: Roger Deakins úr Bretlandi, Janusz Kaminski úr Póllandi og Seamus McGarvey úr Norðurírlandi.

Millum bestu brotini í drúgva filminum um Jesse James vóru tey frá tokráninum, tá menn hansara vilja hava pengar frá niðursetufólkunum. Á klingandi donskum sigur ein ferðandi í amerikanska tokinum í 1880’unum: “Jamen, jeg har ingen penge!”

Franska Marion Cotillard vann Oscarvirðislønina sum besti kvinnuligi leikari, tí hon blásti nýtt lív í Edith Piaf. Men tað hava vit líkasum sæð fyrr. Filmurin kann lánast á Býarbókasavninum.

Meðan norski teknaði stuttfilmurin "Peter og Ulven" vann ein Oscar, fekk danski stutti spælifilmurin "Om natten" onki. Hesin seinni verður tó gjørdur til spælifilm í fullari longd. Og so vóru eisini nakrir føroyskir kjólar, ið fóru eftir reyða leyparanum á Hollywood Boulevard.

Júmen hevur Evropa skrivað seg inn í høgu hallirnar í Hollywood. Nú er bert eftir at Havnar Bio tekur hesar megnar filmar heim at sýna Føroya fólki.

Birgir Kruse