Skúlablaðið 2/2008 viðgerð fotokopiering í skúlunum. Ikki færri enn 6,7 mió fotokopi verða tikin hvørt ár. Tað kundi fíggjað tveir nýggjar Skúlabókagrunnar. Niðafyri er mítt íkast í kjakið um fotokopiering.
Úr Skúlablaðnum 2/2008:
”Tað besta til mín og mínar vinir” Soleiðis sang Kim Larsen á palli herfyri. Øll fegnaðust vit og mintust góðar, gamlar dagar og gleddust um førningin at bera søgur og sangir víðari til næsta ættarlið. Førningin, sum er teksturin at lesa og gleðast um. Hjá okkum øllum í felag. Tí tann besta tekstin vilja vit hava, einki minni.
Hetta er grundsjónarmiðið, tá Føroya Skúlabókagrunnur ger bøkur. Tað besta til okkara næmingar. Einki minni enn tað besta vilja vit geva okkara næmingum, teirra foreldrum og lærarum.
Næmingurin skal hava góðar og vakrar bøkur, sum motivera næmingin og leggja lunnar undir læringina. Tær vakrastu bøkurnar, einki minni.
Tí eru vit ógvuliga kedd, tá næmingurin fær besta tekstin úr vakrastu bókunum í svørt-hvítum avriti. Strikut, skitið og lítið unniligt at halda í, tíansheldur at lesa.
Ein svørt-hvít pappírsrúgva, skorin til A4, har listinlærdar myndir, stabbar, grafar og innbindingar eru elt í eini maskinu, ið ikki bøtir um umhvørvið. Fyri ikki at nevna skógarvøksturin og andingarleiðina.
Við eitt er vakra bókin tikin burtur úr lærandi ringrásini og aldargomlu prenttøknini, har tey kína fyri hvørjum arki, uppseting og liti. Sum at seta avrættarahøvilin á Ingálv og Mikines, tí teir skulu passa í stovuna. Ella at orðabøkurnar hjá Sprotanum, fyri ikki um at tala nýggjastu skaldsøguna hjá Gunnari, eru ov tjúkkar og mugu pettast sundur, so tær passa undir koddan. Burt við hesum skilaloysi. Millum vinir krevja vit einki minni enn ektaðu vøruna.
Fíggjarliga er heldur einki vunnið, tá tú kopierar bókina. Hvørki fyri skúla ella samfelag. Fyri hvørt avrit tekur tú pengar úr ringrásini, ið fíggjar skúlabókagerðina. Hóast vit ynskja øllum okkara vinum tað besta, so fer peningurin til tey, ið ikki geva nakra bók út. Tey selja kopimaskinur. Eisini tey eru okkara vinir. Men vit halda, at tú trolar innan fyri mark, tá tú leggur vøkru bókina í kopimaskinuna. Skúlabókapeningurin fer á skeivan stað, einki annað vilja vit siga.
Úr vøkru bókini skal næmingurin súgva sær floygdar upplivingar. Einki minni. Úr bókunum um Mandy skal næmingurin fegnast um føgru strikurnar hjá Hannisi, Anni og Osvaldi. Hvør við sínum liti. Lærarin, sum skerjir hetta litfagra frælsi, ger eitt subjektivt val yvir høvdið á næminginum. Og er í andsøgn við lógarinnar langa bókstav, ið sigur, at næmingurin skal sjálvur vera við at leggja til rættis egna undirvísing og finna atgongt tilfar. Einki minni enn tað stendur í fólkaskúlalógini. Og vit vilja gera okkara besta at liva upp til lógarinnar bókstav. Einki minni unna vit øllum okkara vinum, tá teir blaða upp í okkara bókum.
Og so er tað ólógligt og revsivert at kopiera úr bókum. Tað ynskja vit ikki okkara vinum, at fáa revsing. Vit vilja bara tað besta. Fyri meg og mínar vinir í frælsa føroyska skúlanum. Har næmingarnir sjálvir sleppa at blaða í egnum bókum í vøkrum permum.

Forrestin, her syngur Kim Larsen um tað besta til mín og allar Gasolin-vinir í 1982: http://youtube.com/watch?v=S6qjMw54JDA
Birgir Kruse, ritstjóri Føroya Skúlabókagrunnur