Skip to main content

Lækkið garðar, opnið dyr og skapið liv!



Birgar Johannessen við trimum bókum um Havnina framman fyri sær. Niðri undir sæst Birgar við savnslutum í sambandi við framsýning í Smiðjuni í Lítluvík á ólavsøku. Niðast eru nakrir av savnslutunum hjá Birgari. Eisini sæst 100 ára flaggið hjá Tórshavnar kommunu (Myndir: Birgir Kruse)

Samrøða í Jólablaðnum hjá B36, desember 2009
Birgir Kruse

Birgar Johannessen er 63 ára gamal, arbeiðsmaður, giftur og búsettur á Norðasta Horni. - Einasta felag eg havi verið limur í er Havnar Arbeiðsmannafelag. So tað er nokk á einari leið at kalla meg arbeiðsmann, sigur Birgar.

- Síðst eg var í starvi hjá øðrum enn mær sjálvum, var sum bókhaldari á Smyril Line í tjúgu ár. Tá nýggja Norrøna kom inn um Molan, rýmdi eg. Tá var eg so smátt byrjaður at sita á Landsbókasavninum um kvøldarnar og lesa í gomlum bløðum og skjølum.

Stuðul skapar tvístøðu

Í fimm ár hevur Birgar sitið á Landsbókasavninum og lisið um gomlu Havnina. So fekk hann fyrsta peningaliga stuðulin frá Tórshavnar býráð.

- Lutfalsliga stóra upphæddin setti meg í eina tvístøðu, sigur Birgar, ið nú fór at grunda yvir hvat hann skuldi gera við ætlanina um at geva egnar bøkur út um Havnina. Á soltnu kontuni var upphæddin, ið var markað til bókagerð, risa stór. Sum bókhaldari visti hann, at tað fór at kosta mangt slíkt.

- Eg valdi at seta alt í gongd. Heima fór eg at skriva á teldu og á Landsbókasavninum sat eg og skrivaði við hond. Eg havi altíð gingið høgt uppí at skipa og bólka alt tað, eg fáist við. Úrslitið varð, at eg gjørdi eina logbók fyri hvørt árið í allari øldini, heilt aftur til 1900. Kiksaði tað, so hevði eg einki at betala við. So fór alt, hús og heim. Vit, konan Elsa og eg, vóru fyrireikað at tað versta kundi henda, men til alla lukku eydnaðist ætlanin, ið ikki hevði borið til uttan privatan stuðul, sigur Birgar og peikar á stuðlarnar, sum eru prentaðir á tittulblaðnum, fremst í nýggjastu bókini.

Elsa og eg – tað eru vit

Tá Birgar tosar um at leggja bókagerðina til rættis, tosar hann í fleirtali. Tað eru ’vit’, ið gera bøkurnar, fáa tær prentaðar og seldar. Konan Elsa hevur øll árini staðið honum trúføst við lið.

- Vit prentaðu 5000 bøkur og alt varð selt. Av fyrru bókini havi eg í dag bara tíggju eftir heima. Og tað er har goymslan er, heima hjá mær og Elsu í Skemmingsgøtu.

Seinnu bókina prentaðu vit í 6000 eintøkum. Kanska varð tað yvirmett. Fólk, sum høvdu royndir á økinum, søgdu at eg skuldi ikki prenta fleiri enn í fyrra førinum. Men eg valdi at lurta eftir øðrum, sum vildu hava meg at prenta enn fleiri bøkur. So har eru nakað fleiri bøkur á goymslu. Men tað skal nokk eisini ganga, sigur Birgar.

Sálin er við

Fyri stuttum prentaðu Elsa og Birgar 4000 eintøk av triðu og nýggjastu bókina ”Havnarmyndir – fyrr og nú”. Og aftur her gongur sølan sum eftir ánni. Innihaldið byggir á eina framsýning hjá Birgari á ólavsøku í Smiðjuni í Lítluvík í sambandi við at Havnin fylti hundrað.

- Myndirnar, sum lýsa sjónlig støð í Havn fyrr og nú, vóru so áhugaverdar millum fólk, at tey hildu at eg burdi givið framsýningina úti í bókHHHh. So í tvey ár havi eg givið út tríggjar bøkur í tilsamans 15.000 eintøkum, sigur Birgar væl nøgdur, men samstundis lítillátin. - Tað hevði eg ikki væntað. Men soleiðis bleiv tað, tí sálin var við í øllum.

Frá hondini í munnin

Sagt hevur verið at eingin vinnur pening av at selja bøkur í Føroyum. Tað kann eg skriva undir uppá, sigur Birgar. - Hóast bruttotølini eru høg, so er nettoúrslitið ikki meiri enn frá hondini í munnin, forvissar arbeiðsmaðurin, sum eina løtu er yvirtikin av bókhaldaranum, meg um.

Hvat er søga?

Birgar hevur altíð havt áhuga fyri tí, sum er farið. - Men nú havi eg fingið ein nýggjan vikul uppá søguna. Serliga í sambandi við tað, eg havi lisið mær til á Landsbóksavninum. Tað sum eg byrjaði við, var at savna lutir og nøvn. Til dømis ilskaðist eg yvir at eg ikki visti røðina á fangavavørðum, skorteinsfeiarum og amtmonnum. Hvar skuldi eg finna hesar upplýsingar, sum eg bráddliga fekk áhuga fyri? - Alt var áhugavert, bara tað kundi setast i eina skipan, sum hoyrdi til Havnina. Eg havi tað so, at tað sum í løtuni hevur mín áhuga, fokuseri eg hvast og beint á. Og ikki tað, sum í løtuni er óviðkomandi. Tað fer beint framvið.

- Nú eru vit soleiðis fyri, at tá tað er fínt og snobbut, so fer alt upp at flagsa. Men tað vanliga fólkið fær lítla uppmerksomheit. So kom eg til tann krossveg, at eg mátti sjálvur meta um, hvat hevur virði og ikki. Í mínum bókum eru skorteinsfeiarar og løgmenn settir lið um lið. Eingin munur er gjørdur á teimum. Eg vil finna fram til alt tað vanliga úr fólkalívinum, innan tað verður gloymt.

- Og so eru studentarnir og allar myndirnar av teimum. Konfirmantarnir somuleiðis. Men sjálvur eri eg ikki konfirmeraður. Foreldrini fóru hvør til sítt, so har vóru hvørki pengar ella umstøður til sovorið, tá eg var í tí aldrinum, sigur Birgar.

- Ì roynd og veru er tað søgan hjá forvitna smámanninum eg vil siga. Karmurin er Havnin í dag, men við afturljóði úr gomlum døgum. Til dømis tá eg síggi vegarbeiðsmenn taka teir seinastu kantsteinarnar burtur í Kongagøtu, frá Niels Finsens gøtu og yvir í Tróndargøtu. Steinarnir eru nærum 100 ára gamlir og tá sker tað í mítt hjartað, at ein Broyt skal bróta hetta.

- Tá eg upplivi sovorið í Havnargøtum, so kontakti eg kommununa beinanvegin. Sement og betong kann altíð erstattast, men ikki handverk og høgdir steinar, sigur Birgar.

Eftir at Birgar hevur lisið søguna um gomlu Havnina, er hann imponeraður av monnum sum Djóna í Geil, sum grundlegði Hoyvíkstjørn og Plantasjuna, M.C. Restorff, Kristin í Geil og teir. Hvar eru hesir menn í Havnar søgu í dag, spyr Birgar og heldur fram: Hvat hevði Havnin verið uttan gamla Restorff? Men hvør kennir teir í dag, spyr og svarar Birgar retoriskt, sum var hann ein vandur politikari.

- Men Rasmus Effersøe kenna øll, tí hann stendur á Tinghúsvøllinum. Tí haldi eg at vit skylda hesum monnum meiri enn gloymskuna, sigur Birgar og gerst strammur í eygnabráðnum. - Traðarmenn, veðrar og naknar kvinnur eru fínar í býarmyndini. Men hvar er Djóni í Geil? Eg vil síggja Havnar søgu sjónliga. Og so vil eg síggja lív í gomlu húsunum í miðbýnum eisini. Til dømis Degns hús. Bara ein ljóskastari í garðinum er ov lítið og skapar einki lív.

Birgar blaðar upp í Dimmalætting í árinum 1900, har havnarfólk fýlast á hetta sama. Tey vilja hava donsku øvrigheitina at lækka amtmansgarðin, so mann kann síggja inn í havan, sum onkur sigur vera so vakran, men eingin hevur sæð.

- Enn er hann líka høgur og einki sæst, sigur Birgar og proklamerar eina persónliga kærleiksætlan til miðbýin: Eg vil lækka garðar, opna dyr og skapa lív í miðbýnum. Men tað gerst ikki av einum einstøkum borgara, sannar Birgar.

- Bløðini áttu at havt ein teig, sum vísti hugskot um, hvussu man kann fríðka um og samstundis vísa á manglar hjá myndugleikunum í miðbýnum. Klaksvíkingar kundu gjørt tað sama, so hetta er ikki bara eitt Havnaligt fyribrigdi, sigur Birgar og appelerar til almennu meiningina og vil hava fjøldina við.

Tað ber til, bara tú vilt

Tað, sum Birgar og Elsa fyrst og fremst hava lagt seg eftir, tá tey geva út bøkur um Havnina, eru staðfestandi upplýsingar. Heiðursborgarin M. C. Restorff er fyrst, so borgarstjórarnir og síðani ólavsøkurnar. - Og her haldi eg meg hava komið eftir at fyrsti heiðursborgarin M.C. Restorff var ein heilt vanligur borgari, sum fekk so ómetaligan týdning fyri eftirtíðina.

Bøkurnar eru bara lutir, ið kunnu vísa, at tað ber til at gera tílíkt. Tað eru hvørki útbúgving ella pengar, sum dríva verkið – tað er sálin, eina og áleina sálin, ið drívir verkið. Samstundis vilja vit vera eitt dømi um at tað ber til, bara tú vilt, sigur Birgar avgjørdur og avbjóðandi.

M.A. Jacobsens virðisløn

Púra óvæntað fekk Birgar Johannessen virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í ár. Virðislønin fellir í sama ári, sum Havnin hátíðarheldur hundrað ár sum fólkavald kommuna. Av somu orsøk hava fólkslig átøk verið serliga sjónlig í kommununi alt árið. - Í fjør, tá bók nummar tvey kom út, søgdu fólk onkuntíð við meg: ”Fekst tú ikki M.A. Jacobsen í ár?” Eg hevði onga meining um hetta og skúgvaði viðmerkingina til viks og gloymdi alt um tað. So eg bleiv óluksáliga glaður og ikki sørt stoltur, tá eg fekk boðini um at minst var til mín í ár, nú virðislønin skuldi handast.

Birgar hugsar djúpan og telur á fingrunum eina løta. - So tað ber til at hava fýra og eitt hálvt ára barnaskúla og allíkavæl uppnáa M.A. Jacobsen Virðislønina í yrkisbókmentum í høvuðsstaðnum.

Goymslan er heima

Birgar hevur altíð savnað gerandislutir, sum hvørva úr samtíðini. - Tað eru bara Elsa og eg í húsunum nú, so øll barnakømur eru goymslur. Frá kjallaranum og upp á krúpiloftið. Bursæð frá køkinum, gongini, stovuni og tí eina sovikamarinum, so eru øll húsini tann bera goymsla – frá Mollyblikkum til kassabilar, sum eru smíðaðir tá eg var smádrongur.

B36 og barnaárini

Fyri tíggju árum síðani fylti B36 ómetaliga nógv í lívinum hjá Birgari. – Tá kendi eg hvørt navn á hvørjum tí einasta spælara, heilt niður til pinkulingar. Í dag havi eg ilt við at fylgja við, hvør spælir í fyrstu deild. Men áhugin fyri B36 er allíkavæl stórur.

Yviri í Lon í Eysturbýnum í Havn, har sum Birgar vaks upp, hildu øll, burtursæð frá eini tveimum, trimum fólkum, við B36. - Beiggi mín Petur spældi í fyrstu deild, so tað kundi ikki verða øðrvísi.

Birgar vísir á, at hann eg føddur niðri í Gongini, har, sum H. N. Jacobsen byrjaði fyrsta bókahandil í landinum. - Her búðu vit fram til 1949 og fluttu so yvir í Lon, sum var nýggjur býlingur, sum H C W Tórgarð hevði teknað.

- At nakar hevði teknað hesi fýrkantaðu húsini, kom mær aldri til hugs. Her fluttu húski inn, sum á ein nýggjan hátt lívbjargaðu sær. Pápi mín hevði egnan bilverkstað og umvældi eisini bátar. Næsti granni var Hjalti Skaale, sum hevði klippistovu og so var tað Elias Johansen, sum hevði rammubúð. Hanna Nielsen hevði handil í Fransabrekkuni og so var tað Kaffikarl, sum hevði fyrsta kaffivognin í landinum. Hetta var ein spennandi býlingur at vaksa upp í, tí her komu fólk úr øllum herðashornum. Vit høvdu alla Frútrøð fyri okkum sjálvar, Strond, Skansan og trøðna hjá Lutzen og tað, sum eingilsmenn løgdu eftir seg.

- Hugskotini trutu ikki í hesum lívliga umhvørvi. Øll vóru nýbyggjarar, sum tikin úr einum filmi á preriuni, har vesturi í Amerika. Haldi, tað var tá, eg fekk áhuga fyri gomlum lutum, sum eg síðani havi savnað. Men so komu Ramblerbilar, konufólk og finspritt inn í myndina og órógvaðu. Ikki fyrr enn hetta var av, so tók eg meg saman og gjørdi nakað við tað. Eg leitaði aftur til barnaárini í góðu, gomlu Havnini og fór at savna, skipa og skriva.

Munkastovan og Amerika

Millum bøkur, minni og lutir úr gomlu Havnini, havi eg hug at royna Birgar sum ferðaleiðara, her og nú. Eg eri amerikanari og júst komin í land av einum ferðamannaskipi, ið siglir um ein tíma. Birgar skal vísa mær søguríkasta staðin í býnum. Og vit hava skund.

Birgar er til dystin fús og vit ganga skundisliga út á Bakka og inn í Munkastovuna.

- Her skal eg vísa tær eini hús, sum eru frá 1602, ella kanska eru tey uppaftur eldri. So hetta er alt frá tíðini innan Washington og títt heimsveldi yvirhøvur bleiv til, sigur ein erpin Birgar og stingur inn í millum, at einki er so stuttligt, sum at vísa einum amerikanara eini hús, ið eru hundrað ár eldri enn alt hansara ríki.

So raknar Birgar við, sannar veruleikan og í eygnabráðnum síggi eg ein neistandi farra av indignasjónini hjá gamla Restorff. Ákærandi, sigur Birgar at Munkastovan í dag er tað bera órudd. Her flýtur í almennum óruddi. - So, kæri ferðamaður, her sleppa vit ikki inn. Hetta er tann typiska líkasælan í okkara landi, sigur Birgar.

Besti staður í Havn?

Spurdur, um vit eru í hjartanum á Havnini, sigur Birgar, at um Stokkastovan í Tinganesi varð inrættað til okkurt, so varð hon ein perla. Og um Havnará, frá kioskini hjá Astu og oman til Gamla Apotek, varð latin upp, har ein fossandi á rann undir eini vakrari grótbrúgv, so hevði eg enn eina perlu at vísa tær mitt í Havn.

- Men Amtmansgarðurin er enn so høgur sum í 1900, at tú sært ikki inn í havan. Saman um tikið er tað almenna rúmið og teir almennu bygningarnir í miðbýnum aldri heilt lidnir og endamálið við bygningum verður torført at fáa eygað á. Tak til dømis nýbygdu Perluna. Hóast ikki liðug, er hon langt síðani tikin í brúk. Og hvat er heilt nágreiniliga endamálið við henni? Nei, trúgv mær, tann seinasti steinurin, sum er hin týdningarmesti, manglar altíð. Fáið hann upp á pláss, so er tað hugaligari hjá borgaranum at síggja verkið, sum er gjørt til fulnar. Tá kemur lív aftur í býin.

Soleiðis ljóðaðu orðini, tá Birgar Jacobsen fekk virðisløn M.A. Jacobsens:

Dómsnevndin letur Birgari Johannessen virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2009 við hesum orðum:

"Fáur man hava verið so hugtikin av søguni um sín heimbý, sum Birgar hevur verið tað frá heilt ungum árum. Hesin áhugin hevur gjørt hann til savnara av øllum, sum kann geva eina mynd av, hvat tað merkti at virka og liva í Havn í undanfarnu øld. Burtur úr hesum spratt ein dreymur um eitt bókaverk, har hvør krókur og hvørt andlit í Havn varð skjalfest. Við verkinum “Havnin – fólk og yrki” hevur Birgar fullgjørt dreymin og kroyst stóra kærleika sín til býin í tvær bøkur. Um somu tíð hevur hann sett havnarfólki ein glæsiligan minnisvarða, sum komandi ættarlið fara at fáa stórt gagn av."