Karina Toftegaard er gestaummælari og skrivar um, tá hon og vinkonan sóu 'Meðan vit bíða eftir Godot' í gjárkvøldið. Dagliga arbeiða vit saman á Skúlabókagrunninum (Myndir: Frá leikinum og Birgir Kruse)
Ummæli
Karina Toftegaard
Eg og ein vinkona gjørdu av at fara til leikin, uttan at vita stórvegis um hann. Jú, hugtakið “at bíða eftir Godot” er ikki soleiðis at koma uttanum, men ikki stórt annað.
Vit settu okkum væl til rættis, á fremstu røð. Vit bíðaðu ikki leingi, fyrr enn ljósið varð dempað, og salurin fyltist við ljómandi tónum. “Tíðin rennur sum streymur í á” dundi úr hátalaranum. Hetta vakra og vælkenda lagið. - Fyrsta ørindi.
Vakra dreingjarøddin endaði við orðunum ”áraleysur at kalla” og so møttu vit Vladimir og Estragon á fyrsta sinni. Tveir sjarmerandi og - i den grad - menniskjaligir menn, sum stinkaðu av ávikavist tærnagassi og hvítleyki. Eg kundi ikki annað, enn elska teir beinanvegin. Leikarnir vóru sannførandi og hugvekjandi at lurta og hyggja at. Hans Torgarð og Annfinnur Heinesen megnaðu at fasthalda meg í lagnunar djúpa speisemi – í tríggjar samfullar tímar - uttan at tað kendist leingi. Teir bíðaðu og eg bíðaði saman við teimum. Eg livdi meg til fulnar inn í hendan løgna, opna og um somu tíð, afturlatna heimin.
Persónarnir komu á pallin í pørum. Vladimir og Estragon, Pozzo og trælur hansara Lucky og drongurin sum ansaði seyði í fyrstu helvt og drongurin við geitum í seinnu. Tvey og tvey. Altíð í andsøgn, men allíkavæl saman. Ein mynd av teimum gomlu vektunum við loddum rann fram fyri meg. Hugsaði, at tað var ómøguligt, at halda javnvágina, tí loddini koma og fara... ella “renna sum streymur í á”.
Andsøgnin var tað sum hugtók meg mest, og eg haldi, at sangurin, við niðurstøðuni “Jesus kann føra mín lítla bát” var væl valdur. Tryggleikin í himna havn í eina skál – fyri at brúka myndina omanfyri - og orðini hjá Pozzo á hina skálina: “Hon føðir okkum gleivandi um eina grøv”.
Og mitt í hesum andsøgnunum – hesum avgerandi spurningunum, óttanum, forfallinum, ja lívinum, er tað stuttliga. Komikkurin. Hetta hevur Eyðun Johannesen meistarliga fingið fram – m.a. við tónleiki. Eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu leikurin hevði verið uttan tónleikin. Eg haldi, at hann gav rúm fyri tí stuttliga og lyfti leikin upp á eitt hægri støði.
Hetta mikukvøldið í mars gjørdist av sonnum ein góð uppliving - við heitum og søtum Hvonnkaffi omaná.