Skip to main content

Tróndur innpakkaður við Ringvegin





Innballað føroyskt grót við Ringvegin í kvøld (Myndir: Birgir Kruse)

Steinarnir, sum Tróndur Patursson reisti á bønum frammanfyri Útvarpið við Ringvegin í Havn, eru í dag ballaðir inn í plastikk, sum er heft við reyðum nylon. Hetta er ein listarlig happening í sambandi við ráðstevnu um list í almenna rúminum, sum verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Tað eru næmingar á listabreyt, sum hava ballað standmyndirnar inn saman við Annie Heinesen og Guðrið Poulsen. Tær eru við í fyrirreikingarbólkinum, sum skipar fyri degnum, ið hevur fingið heitið Millum Kongaminnið og kitsch.