Skip to main content

Heimkoman á Spotify




Heimkoman. Nú fæst ókeypis nettænastan Spotify eisini í Føroyum. Danska skrivstovan KODA, sum krevur pengar inn fyri tónleikarar á okkara leiðum, hevur á fyrsta sinni gjørt avtalu við Spotify. Avtalan byggir á hvussu nógv klikk, ella hvussu ofta og nógv brúkarin streamar, tekur niður ymsu tónleikastykkini við ókeypis forritinum. Tænastan er tengd at Facebook. Har eru flestu fólk, sum brúka mesta tónleikin, longu frammanundan. Hetta er lætt, skjótt og ókeypis. Opinleiki liggur til grund fyri øllum tílíkum tænastum á netinum. Er okkurt at goyma, so er at vera varin við privatum upplýsingum, her eins og aðra staðni. Tað góða er, at eg sum brúkari kann finna júst tann tónleikin mær hóvar, til gerandis og heilagt, hjá Spotify. So kann eg leggja tónleikin í skráir, sum kunnu broytast og skiftast út til jólatónleik ella bara nýtt á tí økið, sum hevur mín mesta áhuga, nýggjan rokk, sum ikki fæst til keyps her, til dømis.


Vit eru partar av KODA og danska ríkinum, so ókeypis tænastan verður javnan avbrotin við donskum reklamum. Vilt tú sleppa undan hesum forstýrilsi, so kanst tú rinda 49 krónur um mánaðin og eitt sindur meir fyri enn betri tænastu, millum annað í ljóðgóðsku. Við Spotify er teldan blivin ein jukeboks, sum kann finna júst tín tónleik, settan saman so sum tú vilt. Eins og á Tripadvisor er brúkarin snúningsásurin. Ja, og so reklamuídnaðurin. Men tað kann eg liva við. Tí eingin plátuhandil, ikki eingang heimsins størsti, Amoebia Music, kann bjóða hesa tænastu. Einasti trupulleiki er at teldur hava so vánaligar hátalarar. Havi fingið eygað á ein tráðleysan hátalara, Sonos, sum kann fjarstýrast við iPhone, antin tað er Kringvarpið ella Spotify, eg vil lurta eftir. Danska brúkarablaðið Tænk hevur hesar viðmerkingar til aktuellu støðuna viðvíkjandi Spotify. Einasta, ið ørkymlar meg, er gamla plátusavnið og steroanleggið. Hvat skal eg gara við tað?