Skip to main content

Høvuðsleikarin sæst ikki


Leonardi Di Caprio, Clint Eastwood og Dustin Lance Black

Spoiler alert: Sá filmin J. Edgar (Clint Eastwood 2011) í Havnar Bio í gjárkvøldið. Filmurin lýsir amerikumannin J. Edgar Hoover (1895-1972), sum í hálva øld skapti og leiddi trygdarløgregluna FBI, eins og russiski lagsbróðurin Lavrentijus Berija (1899-1953), við tí muni at Edgar er gudurin og Berija er ónevndi djevulin, ið ikki verður tikin uppá tungu í hesum filmi.


Leonordo Di Caprio er altavgerðandi høvuðsleikarin. Armie Hammer, sum hómast omanfyri og aftanfyri, er mannligi skuggin Clyde Tolson og Naomi Watts er Helen Gandy, trúfasta kvinnan, sum ikki vildi ganga í parlag við Edgar, men ístaðin gjørdist skrivari – fyri lívstíð. Sterkasti leiklutur er tó Judi Dench, ráðaríka mamman, ið knýtir ótrygga sonin at sær, so leingi hon livir. Hon sæst við liðina á Di Caprio á myndini niðanfyri, longst til vinstru er Hammer og lítla gentan er Emily Lind sum Sherly Temple.


Men veruligi høvuðsleikarin er handritahøvundurin Dustin Lance Black (f.1974), sum sæst niðanfyri. Fyrstu ferð eg legði merki til hansara penn, var í sjónvarpsrøðini Big Love (2006-2009) um eina nútímans mormonfamilju, har almáttugi maðurin er í miðdeplinum, og so allar konurnar sum ein kjøtrond uttanum og ytstur er fíggjarligi tilverukarmurin, sum fyri mesta partin er ólógligt spælivirksemi og náðileys innkrevjing av skuld innan samkomulimir. Sjálvur er Black fráfallin mormonur.


Og so er tað handritið til filmin Milk (Gus Van Sant 2008) um samkynda borgarstjóran, sum bleiv myrdur í San Francisco í 1978. Aftur her lesur Black seg inn í søguna. Hann er samkyndur og tekur lut í nógvum virksemi at tryggja rættindi og skapa sjónligheit hjá fólk við aðrari kynsligari sannføring. So nú hómast teir fremstu frásagnarlutirnir í søgunum hjá Dustin Lance Black: átrúnaðurin, maktin og kynsliga driftin.


Filmurin J. Edgar byrjar við at hin ungi Edgar møtir kvekaranum og náðileysa maktmenniskjanum Mitchell Palmer. Vit eru í 1919 og kommunistarnir fáa skyldina fyri at hava blaka eina bumbu inn til guðsóttandi øvrigheitspersónin og hansara familju. So er tónin lagdur. Filmurin snýr seg um makt og heiðurlig viðurskifti í tí ytra, serliga átrúnaðarlig. Tilveran verður sett í karm av fíggindamyndum, sum sokallaðir kommunistar mugu líða undir. Eftir at kvinnuliga sambandið ikki ber til, og Edgar kastar seg yvir arbeiði at halda øllum djevlum burturi, ber mamman fram ræðusøguna um dreingin í grannahúsinum, sum klæddi seg í ljósreytt skjúrt og beindi fyri sær, tá verðuleikin kom fram. Hetta verður ræðumyndin í lívi Edgars, sum sjúkliga fer at lyfta dýnur og lúra alt og øll av í amerikanska samfelagnum. Søgan verður tó langt frá so kulørt, sum eg kundi hugsað mær. Hon verður afturhaldandi, mest sum keðiliga deyðlig og steðgar upp í fleiri førum. Hann er tíðliga og seint saman við Tolson, sum gerst hansara alter ego. Men so nevnir Edgar at hann hevur samband við eina kvinnu og ætlar sær at giftast, um ikki annað av borgarligum ávum. Tá rúka teir upp at berjast og sora alt sundur á hotellkamarinum. Kanska einasta pallmynd, ið kennist sannførandi og brennur ígjøgnum løriftið í seinna parti av filminum. Seinni, tá mamman eldist og ikki megnar at fylgja við øllum, eru varisligar, men sannførandi ábendingar um, at tað rennur saman millum teir báðar, Edgar og Tolson. Í endanum, tá bara loyniligu handritini eru eftir, beinir trúfasta kvinnan, Helen Gandy, fyri øllum. Einki er eftir. Bara søgnin um óða mannin í nýggjari amerikanskari søgu, J. Edgar.

Sæð við mínum eygum í føroyska biografmyrkrinum er hann so púra líkagyldugur. Ein fornleivd, sum í støðum minnir meg á onkran gamlan føroyskan stjóra, ið blásti seg upp og slapp at ráða eina avmarkaða tíð, mest tí hann las Det Bedste fyri hálvari øld síðani. Í dag so púra líkagyldugt.