Hugtakið framleiðsla hevur altíð verið undirmett, ikki bara í stuttu søgu Kringvarpsins, men eisini í drúgvu søgu Útvarpsins. Nú tilsjoflaða sendingin Dagur og Vika er send í ófrívilliga útlegd í sjey vikur, er sendingin Fríggjakvøld sett á skránna eina ferð um vikuna, fyrstu ferð í kvøld.
Fjøruti minuttir við tíðarbærum tilfari, sum vertirnir dugdu væl at bera fram. Tað er nevniliga ikki ein sjálvfylgja at vælskrivaður journalistikkur verður borin fram so væl, at vit yvirhøvur skilja hann. Tíanverri er tað so í Kringvarpinum.
Í hesum royndartíðum kunnu vit dagliga staðfesta, at upplesturin av skrivaðum journalistikki í talaða kringvarpinum greitt kann metast sum ikki staðin. Og tá vit koma til ta niðurstøðu, kann allur hin gravandi journalistikkurin aftanfyri innslagið ella sendingina vera fullkomuliga líkamikið. Eingin keta er sterkari enn veikasti liðurin. Heldur ikki í journalistikki.
Í kvøld var alt borðið væl fram. Virðiligir vertir við góðum framburi og innsløg, sum tóku síggjaran í álvara. Ikki minst innslagið um tey lesandi, sum rýma í onnur lond, og prikkurin yvir i’ið var røðan hjá Jóhan Heindrikki Winther Poulsen frá 1952*), sum longu tá bar fram óloystu gátuna um at rýma í onnur lond, landsins vegna – ella er tað nú so?
Gera vit ikki akkurát sum vit sjálvi vilja, uttan at hugsa um nakað sum helst? Byrjað varð jú við landsins leiðslu, vinnumálaráðharranum Johan Dahl í Sambandsflokkinum, sum gongur undan og ger júst hetta sama. Fyri løn, uttan at bera keisaranum tað, sum Halga bók sigur vera keisarans.
Jú, vit eru ein enklava av einstaklingum, sum aldri fara at virða hvør annan. Men ávegis kunnu vit seta okkum mál. Og tað var sendingin í kvøld eitt gott boð uppá. At seta sær realistisk ávegis mál, journalistisk og estetisk. Tøkk fái tit fyri tað, vertir, framleiðari og redaktørur. Keep it up!
*) Talan er um eina gestarøðu frá 1969