Á bókafundi fyri ritstjórar byrjaði dagurin í Göteborg við at Helge Rønning, professari á Universitetinum í Oslo, spurdi, hvat non fiction er fyri nakað, og um tað løgna at seta orða á nakað, sum ikki er. Alt samalt á enskum. Frá blekki til hyperlink lýsti hann á undirhaldandi hátt ognarviðurskifti, tá umræður bøkur og tøkni kring bøkur úti í stóru verð. Rønning lendi á teirri gleðiligu sannkenning, at størstu bókaforløg eru ikki anglo-amerikansk, soleiðis sum flestu hava spátt, men evropeisk. Og spádómurin um at fjølmiðlar skuldu taka yvir øll bókaforløg, er heldur ikki gingin út. Tað var hann fegin um, eins og hann talaði heitt fyri eini skipan, sum sentralt ger av, hvør prísurin skal vera á hvørji einstakari bók, eini fastprísskipan, sum í Noregi og Fraklandi. Hesum vóru ikki øll samd í. Teirra millum var Marianne Alenius frá danska forlagnum Tusculanum, sum gevur út bøkur á mongum málum, eisini á tuareg máli, og beint nú hevur eina føroyska útgávu um donsk-føroysku viðurskiftini á bakkastokki. - Okkara besta søluátak er Google Books, sum sýnir øllum heiminum okkara bøkur fyri einki, sigur Marianne og vísir stolt tríggjar nýggjar bøkur frá forlagnum.
Sigurður Svavarsson, Siggi, frá nýggja íslendska bókaforlagnum Opna, vísti á, hvussu fragmenteraður bókamarknaðurin er blivin og gjørdi vart við týdningin av tøttum samarbeiði á hvørjum einstøkum forlagi, longu tá hugskotið um eina bók tekur seg upp. - Í dag er bókamarknaðurin meiri spesialiseraður og óútrokniligari enn nakrantíð. - Hvør kundi havt spátt, at lívssøgan hjá einum svenskum fótbóltsspælara bleiv metsølubók í Danmark, helt hann smílandi fyri. Og tí er samstarv millum forløgini í Norðurlondum neyðugari enn nakrantíð, helt hann og mælti til at ritstjórar, sum fáast við fakbøkur, skulu hava eitt skipað samstarv.
Norska Gerd Johnsen frá forlagnum Cappelen Damm greiddi frá um journalistar, sum alt meir skriva fakbøkur, narrativa non fiction, til dømis um Rom í dag, sum er ein metsølubók heima í Noregi. - Journalistar eru vanir at skriva og kenna til deadlines, segði hon vælnøgd um samstarvið við júst norskar journalistar.
Martin Kaunitz frá svenska Albert Bonniers forlagnum fór eitt stig longur viðvíkjandi journalistum og teirra týdningi fyri útbreiðsluni av norðurlendskum bókum í dag. Hann var so fegin um sjónvarpssendingina Skavlan, at hann uppá standandi fót skeyt upp eina felags norðurlendska sjónvarpsrás eftir júst hesum leisti. So stóran týdning helt hann, at Skavlan hevði havt fyri útbreiðsluna av bókmentum í hvussu er í Svøríki og Noregi beint nú.
Enn ein journalistur í norðurlendska bókaumhvørvinum er Nazneen Khan-Østrem, sum er fødd í Kenja, men býr í Noregi. Nú er hon ritstjóri hjá Aschehoug og hevur staðið fyri bókum um Ísrael og muslimskar kvinnur, sum undir heitinum Utilslørt er metsølubók í Noregi. Mest spennandi bókin eg varnaðist í dag.
Fleiri norðurlendsk forløg arbeiða við somu evnum, Ísrael og um tilflytarar úr muslimskum londum, eisini Informations Forlag í Danmark, har Jacob Maagaard er ritstjóri. Hann greiðir frá um muslimsku og samkyndu Simona Abdallah, sum í bókini Lykkens brud sigur frá einum hendingaríkum lívi. Men so tekur hann fram eina enska týðing av einum lítlum donskum metseljara, Skæld ud på Gud, sum sjúkrahúspresturin Preben Kok hevur skrivað til fólk í kreppu. Á enskum eitir bókin Give God a piece of your Mind.
Hesi trý umboða helst tey elstu bókaforløgini í Norðurlondum. Tey eru frá vinstru Mette Viking frá Haase & Søns Forlag, sum er stovnað í Danmark í 1877, Ilpo Jäppinen frá Gummerus, sum er stovnað í Finnlandi í 1872 og Stefan Skog frá Norstedts, sum er stovnað í Svøríki í 1823.
Mette Viking hevur huga at skemta við norðurlendska tankanum og vísir fram eina bók um júst Norðurlond og norðurlendsk viðurskifti, sum hennara forlag gav út í 1976 saman við 56 norðurlendskum medarbeiðarum. - Í dag er alt annarleiðis og ofta hevur tað størsta týdning, um ein bók hevur verið í sjónvarpinum ella ikki. Og so eri eg viss í, at øll Norðurlond eiga týdningarmiklar forteljarar um spennandi viðurskifti. Tað manglar bara at fáa viðkomandi fram í øðrum londum, sigur hon og nevnir donsku Anju Andersen, sum er so framúr at siga frá um stjørnufrøði.
Grønlendska Lene Therkildsen rekur forlagið Milik og vísir fram eina røð av grønlendskum bókum, og eina danska barnabók við mynstrum til pappírsklipp úr Grønlandi.
Finski Rauno Endén og sámiska Davvi Girji úr Karasjok tosa varisliga um at geva út bøkur til ein avmarkaðan marknað, heilt niður í 300 eintøk.
Danski týðarin Morten Visby greiðir livandi frá um at umseta og at verða mettur sum ein 'gandakallur', sum bara skrivar og týðir, einar 85 tímar um vikuna og aldri hevur summarfrí og enn minni hevur nakað menniskjansligt samband, hvørki við ritstjórar ella forløg. Tendraður, sigur hann frá um 'det gode forløb', sum hann ynskir sær millum ritstjórar og forløg, longu frá byrjan, tá ein bók ætlast at verða umsett.
Við vælvaldum dømum greiddi Morten Visby frá um arbeiðsviðurskifti hjá týðarum í Norðurlondum. Íslendska Agla Magnúsdóttir greiddi frá um møguleikarnar at fáa týðarastuðul. Tíanverri er tað serstakliga smáligt við týddum fakbókum millum Norðurlond. - Jú fleiri, ið søkja, jú sterkari verður skipanin, segði hon. Ein góður dagur, har føroyskar fakbøkur ikki smæddust burtur, er komin at enda. Í morgin letur bókamessan upp.