Skip to main content

Norra, Nirri og Muammedanien


Borað verður eftir olju í Norra. Ikki Noregi, tí tað er kvæðamál, segði ein privatur vinnulívsmaður um dagarnar. Kanska hevur hann rakt tað rætta oktantalið. At tað er eitt skisma millum alment og privat, ið ger av, um tú frá barnsbeini, sum í sanginum niðanfyri, verður disponeraður fyri Norra- ella Noregssmittuni.


Arbeiðsmenn í hópatali fara til Norra, ja Norra, at vinna sær til lívsins upphald í Førjun, ja Førjun, har tey snakka førist. Sådan er tæ.


Ikki bara í privata vinnulívinum, men eisini í framherjandi privatu ítróttini, dribla tey í dag við Norra.


Í talu verða nógv orð og heiti brúkt, uttan at hin talandi gevur sær stórvegis far um, hvat er rætt, ella bara borðbart til givna høvið. Og soleiðis hevur verið og fer ivaleyst framhaldandi at vera í øllum heimsins málum. Høgur og lágur stílur, og natúrligt ósamsvar millum talaða og skrivaða orðið. Á Læraraskúlanum í fýrsunum, sum onkur rópar áttitárini, segði føroysktlærarin, at tað var blaðstjórin á Tíðindablaðnum, sum fyrst í hálvfjersunum, ella sjeytiárunum, ella enntá sjútiárunum, ið vildi geva heimliga dunnuhylinum eitt kinki kikk og eitt sindur av poppi og tí fann uppá stavingina Norra. - Eg var í Norra í skíferiu, teir lótu skipið byggja í Norra. Líka sum at siga, eg var Nirri á jólum, og teir seldu fiskin Nirri. Og pávin, hann býr í Romm, denn kúla. Eitt tosingarlag, sum smittar á skrivangarlagið, nett sum tá danski Glistrup fór at messa um nýggju almannaklientarnar, sum kropp á kroppi komu ta beinu leið úr Muamedanien. Hesin munnligi navnasiður sæst ofta á skrift eisini. Gamaní, sigi eg ofta Norra í talu, eins og eg sigi Niðri, men á skrift fái eg meg aldri til at siga annað enn Noreg. Onkur sigur tað er kvæðamál, men tað haldi eg ikki. Fyrrverandi skrivarin í Norrøna Felagnum, og ikki Norðurlendska ella Norðurlanda felagnum, hevur onkuntíð, kanska í skemti, gjørt bringuskelti til norðurlendskar fundir, har hann skrivaði Noregur. Mangt er. Føroyska alfrøðin, Wikipedia, hevur fleiri redaktørar, ella ritstjórar. Meðan ein sigur Norra, sigur hin á sama stað Noreg.


Báðir tekstir omanfyri eru úr føroysku Wikipedia. Annan vegin kunnu vit siga, at tað er frálíkt at vit eisini hava landanøvn av tveimum sløgum. Harragud, ella Harraguð, vit hava jú frammanundan tvær Bíbliur og tvey sett av øllum, sum vit dagliga blaða upp í og á ymsan hátt bekenna okkum til. Men í øllum rokanum hava vit lukkutíð ein almenna stovn, og ikki tveir, við eini vælvirkandi skrivstovu, og ikki tveimum, sum beinanvegin svarar bæði í skrift og í talu. Tað er Málstovan hjá Málráðnum. So leingi vit hava eitt samhaldsfast samfelag, har mín skattapeningur millum annað fer til hesa skrivstovu, velji eg at akta hana, tá hon sigur soleiðis:


Eg haldi at allir almennir miðlar, teir eru bara ein, skulu akta hesa skrivstovu. Hvat tey privatu gera, tað mugu tey um. Í meðan fegnist eg um at mítt egna arbeiðspláss aktar Málstovuna og sigur soleiðis um landið, har eg enn kann vitja bróður:


Eftir stendur ósvaraði spurningurin hjá vinnulívsmanninum: Man tað vera eitt skisma millum tað almenna og privata, sum ger av, um fólk siga og skriva Norra ella Noreg?