Í dag tweetar Bjørn Nørgaard (f.1947) á heimasíðuni, at hann púra inkognito er í Føroyum og arbeiðir í Steinprenti.
Eg fari beint oman á Skálatrøð at hitta henda góðsliga, virkna og vitandi listamann, ið er millum mest hugtakandi persónligheitir, sum eg nakrantíð havi møtt við útvarpsmikrofon.
Bjørn Nørgaard, sum áður hevur arbeitt í Steinprenti, hevur hesa ferð gjørt ellivu prent, níggju smá, sum X’ið hann granskar á vegginum til høgru niðanfyri, og tvey stór prent við heitunum "Global topografi" og "Færøsk topografi". Í seinna førinum, vinstrumegin niðanfyri, hava tólv føroyskar kvinnur latið seg avklæða og avmynda til prentið. Kopi av modellkroppunum eru so sett inn í føroysku náttúruna í grafiska prentinum.
Árið eftir slaktaðu tey eitt ross, Hesteofringen, á kavaklædda bønum við Kirke Hyllinge. Ekstrablaðið var boðið við, so sterka grafiska verkið kom beint á forsíðuna, eins og Vjetnamkríggið. - Hetta var ein norrøn rituell ofring, ið var eitt aftursvar til kríggið í Vjetnam og hvussu miðlar sum Ekstrablaðið lýstu blóðigu hendingarnar, uttan at nakar føldi nakra menniskjansliga kenslu. Og tá tey sóu heimligu Hestaofringina, settu tey kaffi í hálsin, segði Bjørn, sum við hesi happening vildi vísa krígsins sanna andlit.
Hesteofringen er síðani blivi mest vitjaða verk á listasavninum Aros í Aarhus, har hugtiknir skúlanæmingar fáa uppgávur. Síðani hevur Bjørn Nørgaard m.a. gjørt kongaligu gobelinurnar fyri Margrethu Drotning. Men aftur í Steinprenti er lagið gott. Prentingin hevur gingið væl og øll eru nøgd. Í morgin fer Bjørn Nørgaard av landinum aftur.