Hetta er tað, sum alt snýr seg um, sigur ungi sjómaðurin við grøna hanskanum á pallinum undir Fornminnissavninum innanfyri Langukaj úti í Klaksvík. Makrelur, agn og kapping!
Gentan í reyða jakkanum heldur ondini. Er hetta tað, sum allir menninir tosa um?
Dómarin telur niður og ikki er loyvt at skera meir enn fimm stykki, hvørki meir ella minni, og tað skal vera beint niður á ryggin.
Á tíggjunda Sjómannadegnum eru Karl Birgir Isaksen, Oliver Joensen, abbasonurin, Jákup Vestergaard og John William Joensen væl nøgdir við kappingarnar, sum ikki bara eru í egning, kryvjing og bøting, men eisini fyri pør, sum sleppa at vinda hespur upp í noða, í eplaflísing, kassastabling, kelving, at kasta lodd, at halda dregg, at kasta fanglínu og at rógva kapp á nýgjørdum flamingoflaka.
Skal tað verða skjótari og á djúpari havi, so ber til at sigla við 70 míla ferð á vágni við Scorpion.
Sjógvurin dregur og eingin endi er á møguleikunum at flyta seg eftir honum, frá tí einfalda við ár hjá babba til tað meiri tekniska í turrdrakt.
Og vilt tú leypa á sjógv, so er tað gamaní. Inni í Sjónámi kanst tú undir skipaðum umstøðum blaka teg oman bakka og úti í havsneyð, og royna at sleppa upp í gummibátin. Her norðuri er sjógvurin ikki at spæla við. Jú, kanska eitt sindur í dag. Men havsins álvari er tjúkkur í luftini.
Ein rúgva av fólki er savnað at halda Sjómannadag, sum hetta tíggjunda árið eru fleiri í tali, Sjómannadagarnir. Eftir at hava hoyrt grenj um ferjur, lendingar og onnur deyð ting á útoyggj, er tað vælsignað at uppliva spontana gleði og fagnað, og tað ókeypis, sum á Sjómannadøgunum í Klaksvík. Tað er heilt sjáldsamt, at ein staður, fólk og vinnulív, stendur so væl saman um eitt tiltak, ið hevur víða sjógvin sum greitt tema, fyri børn og vaksin, á sjógvi og landi.
Í stóru hvítu teltunum bjóðar sjefkokkurin á Hafnia laks og tara, og Axel Lützhøft rættir mær tann leskiligasta tunfisk beint av grillini.
Hans Marius í Byrgi frá Sjógæti er farin at skera makrel, sum skal blíva til ein leskiligan bita á bryggjuni.
Fólk eru fegin um matin, sum er ókeypis. Her er makrelur, svartkalvi, sild, havtaska, toskur, hýsa, kalvi, rækjur, laksur, skrubba, grind og spik og epli og grønmeti, alt samalt føroyskt. Og meðan bíðað verður at fáa uppá tallerkin servara tey fiskasúpan. Her er tað ein fegin Jákup Mørkøre, ið hevur fingið sær ein tallerk við sild, makreli, tara og nýbakaðum breyði.
Fjølbroytta matskráin sæst aftur á ymsu tallerkunum. Fólk eru fegin um allan tann góða matin, ið kann setast saman júst sum einum sjálvum hóvar. Og so er aftur at stilla seg í eina nýggja bíðirøð við øðrum eksotiskum, men tó heimligum rættum.
Poul Martin Rasmussen bjóðar okkum eina myrka íslendska Þorrabjór, Hvalur, sum Steðja hevur bryggjað til framleiðslan bleiv bannað, tí hvalabein varð mjølvað í hana, hvalabjórina. Myrk og vælsmakkandi.
So oman aftur á Langukaj at vita um vit sleppa við Froyði norður til Mikladals at síggja Kópakonuna frá sjónum. Jú, tað eydnast at fáa eitt atgongumerki til næsta túr.
Ímeðan kann eg staðfesta at sjómenn eru blivnir blindari við árunum, tí skipanøvnini eru størri enn nakrantíð. Ella man tað vera fiskiveiðueftirlitið, sum er blivið snævurskygt og vil hava størri stavir á skipini?
Vit sigla út eftir vágni við Gunnari Skúvadal, til høgru niðanfyri, og fáa alt at vita um ferðina, staðarnøvnini og eina rúgvu afturat, serliga eina sanna krimisøgu um læraran í Kunoy, sum kom illa fyri og tveitti seg fyri bakka og rak upp aftur sum lík í Sumba, har hann varð grivin. Øvrigheitin kravdi læraran grivnan upp aftur og lagdan í heidna jørð úti í haganum. - Opna tit grøvina, so skulu tit sjálvir verða koyrdir niður í hana, var turrisliga svarið frá sumbinginum. Tí liggur lærarin enn grivin har suðuri. Hesa fatastisku søgu og aðrar við, fortaldi Asbjørn Lómaklett, til vinstru niðanfyri, og gjørdi turin til eina ógloymandi uppliving hjá okkum øllum 48, ið vóru umborð.
- Kópakonan skal ikki fara í havið aftur, sigur Oliver Joensen og fortelur um, hvussu gekst at fáa stuðlar. - Flestu spurdu, um hon fór at standa móti briminum og um Stórikneysi fór at halda.- Nú stendur hon á trimum rustfríum stálsoylum, 48 mm tjúkkar, ið røkka hálvan annan metur niður í kneysan, og harafturat eru fimm tjúkkar stálflatur sveisaðar vatnrættar inni í standmyndini upp í akslahædd, og so hevur Landsverk borað fimm fjallaboltar 3 ½ metur niður í helluna, so Kópakonan fer neyvan í briminum.
- Hyggið eg eftir andlitsbrái og akslum, so síggi eg eina avbæra vakra kvinnu, men eisini eina kvinnu við myndugleika, ið veit, hvørjum hon fer eftir, sigur Oliver. - Men rúm er eisini fyri at undrast og spyrja, um hon er á veg í dans at finna sær maka, um hon er á veg niðan at biðja bóndasonin eiðra manni og børnum, ella um hon er á veg niðan í bygdina at biðja ilt yvir mikladalsfólk og alla oynna. Annan vegin ímyndar vakurleikin tað hugnaliga í søguni, meðan hamurin, ið vendir fitjirnar niðaneftir, og kópahøvdið, ímyndar ræðuleikan í søgnini, sum er opin at tulka. Men nú stendur hon so har sum ein ferðavinnumagnet, ið vit vóna at fólk í Kalsoynni fara at dugað at fáa eina vinnu burturúr, tí tað er tað, sum er endamálið við Kópakonuni á Stórakneysa, sigur Oliver Joensen.
Inn eftir vágni sigla vit framvið Kósini og brendu Bedingini og teimu báðum Sildberunum, sum hava fylt tíðindarúmið í eitt hálvt ár ella so. Tveir bátar við sama navni.
Komin í land av spennandi Kópakonutúrinum, fara vit niðan til Edward Fuglø at síggja málarastovuna við nýggjum litríkum sjómannamotivum.
Nú skýmir í Klaksvík og eftir ein góðan temunn og skerpikjøt hjá Alvildu heimi í Vági, koyra vit út á Skálafjørðin at síggja West Hercules á staðnum.
Her sæst hvussu stórur boripallurin er. Og millum stór altjóða skip sæst av bryggjuni, at Runavik man vera útgerðarhavn nummar eitt í landinum.
So er at gera av, hvat fokus ein komandi oljuvinna skal hava á Skálafjørðinum og landinum øllum. Skal fokus vera á landi ella á sjónum?
Her sæst hvussu stórur boripallurin er. Og millum stór altjóða skip sæst av bryggjuni, at Runavik man vera útgerðarhavn nummar eitt í landinum.
So er at gera av, hvat fokus ein komandi oljuvinna skal hava á Skálafjørðinum og landinum øllum. Skal fokus vera á landi ella á sjónum?