Skip to main content

Geytin


Herálvur Geyti (1914-1985)
Foto: Ditlev Jensen, Odense
Eigari: Bjørki Geyti

Á triðja sinni verður filmsvirðislønin Geytin handað á filmskvøldinum í Norðurlandahúsinum 11. desember. Tað er abbasonurin, David Geyti, og verðdótturin, Astrid Andreassen, ið hava gjørt virðislønina, sum er hin fyrsta av sínum slag í landinum. Tórshavnar kommuna letur eisini eina áskoðaravirðisløn, har tey møttu gera av, hvør vinnur.


Geytin er navnið á høvuðsvirðislønini. Tey, sum stunda til 60 og hava búð á bygd, munnu øll kennast við Geytan. Og tá tosa vit ikki um sild, men um film. 16 mm film á tínum egna heimstaði.

Í dag er bara ein biografur, Havnar Bio. Hann ger eisini av, hvat verður víst í Atlantis bio, so úrvalið er hin eini biografurin. Eftir ársskiftið víðkar Havnar Bio úrvalið til nýggjan arthouse film annanhvønn mikudag undir heitinum Filmsfelagið. Fyrstur er hin meistarligi svart-hvíti Ida (Pawel Pawlikowski) úr Póllandi. Gamla Filsmlistafelagið varð stovnað í Havnar Bio í 1962, so sum fyrsta síða í gerðabókini niðanfyri sigur. Tá varð týski filmurin Der Blaue Engel (Josef von Sternberg 1930) sýndur.


Men so fá biografslørift hava ikki altíð verið. Eina tíð vóru 13 ymsir biografar í Føroyum og føroyingurin gekk oftari í biograf enn allir skandinavar. Bara íslendingar gingu oftari í biograf enn vit. Men allar bygdir høvdu ikki biograf. Og nú koma vit til evnið og mannin, sum Føroya fyrsta filmsvirðisløn er kallað upp eftir.

Tað er kollfirðingurin og agronomurin Herálvur Geyti, føddur í 1914 og deyður í 1985. Meðan hann læs í Danmark giftist hann har og fekk synir, har av eg kenni ein, Bjørki Geyti. Hann upplýsir, at helst hevur Herálvur havt bjartar vónir um, at ein landbúnaðarstøð lat upp í 1950’unum í Kollafirði, men long tíð skuldi ganga til tað ynski gekk út. Ivaleyst skuffaður tók hann í 1959 í staðin á seg at standa fyri einum kampingplássi í Blokhus, kenda frítíðarstaðnum í Jútlandi, nærmasta farleiðin til Føroya, tá ein ikki býr í Føroyum. Har stóð hann fyri øllum virksemi til hann bleiv sjúkur í 1977. Lukkutíð, sigur Bjørki, var hetta arbeiði í Blokhus árstíðarbundið, so vetrarnar, vár og heyst, kundi hann ferðast í Føroyum og vísa film. Fyrst svart-hvítan film uttan ljóð, og seinni við bæði liti og ljóði.

Úrvalið var breitt, frá klassikarum sum Farornas Ø hjá svenska Nordenskjold í Skúgvoy í 1929 og Fy & Bi frá 1921 til 1940. Sjálvur havi eg sæð Geytan víst film í Dansistovuni á Eiði umleið 1971, tá hann vísti The Scarlet Pimpernel, Den Røde Pimpernel, giti tað var útgávan frá 1934 við Leslie Howard. Bjørki heldur, at seinasta filmssýning Geytin hevur havt í Føroyum mann vera í Fuglafirði í 1976.

Men innímillum tók Geytin sjálvur film. Bæði úr Føroyum í hoyna og frá eksotiskum ferðum í Ísrael og Marokko. Í Danmark helt hann so fyrilestrar í føroyskum búnað, sum omanfyri, við filmi og myndum afturvið.

Í dag eru hansara upptøkur, bæði filmar og fotomyndir, lætnar Forngripasavninum.

Á henda hátt bleiv filmur lívslinjan, sum tey siga í spurnarkappingum í dag, lívslinjan, av kampingplássinum í Blokhus og heim til Føroya. Tí eri eg fegin um at familjan tók undir við uppskotinum, at kalla Føroya fyrstu filmsvirðisløn soleiðis - Geytin.

Hvørt ár hevur ein útlendskur dómsnevndarlimur verið boðin við at velja besta føroyska stuttfilm. Fyrsta árið var tað listarligi leiðarin á norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck, Linde Frölich, síðani var tað amerikanska Meira Blaustein, ið stendur fyri altjóða Woodstock Film Festival og í ár er tað norska Silje Engeness, 39, sum er nýggjur leiðari fyri altjóða filmstevnuni Kosmorama, sum í 10 ár hevur verið hildin í Tróndheimi. Hon er avmynda niðanfyri.

Teir báðir Geytavinnararnir higartil eru Sakaris Stórá fyri Summarnátt í 2012 og Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013.

Kunngjørt verður í Mentanarkafé’ini í Útvarpinum hósdagin, hvørjir filmar kappast um Geytan, og harvið eisini Áskoðaravirðislønina, í ár.