Skip to main content

Grønland og Føroyar nógv at samstarva um


Berit Mortensen, ritstjóri, sum er slektað av Bornholm, peikar á Føroyingahavnina í nýggja grønlendska atlasinum, sum eisini er knýtt at einum talgildum netstaði, Geotema. Jú, mín sann hava vit nógv at læra hvør av øðrum, nú ellivu fólk úr grønlendska systurstovninum hjá Námi, Inerisaavik, vitja í Føroyum. Fyri fýra árum síðani hevur fyrrverandi leiðarin knýtt samband við undirvísingarportalin hjá Námi, sum eitir Snar. Undir navninum Iserasuuat, sum merkir skjót inngongd, fara tey saman við grønlendska Digitaliseringsstyrelsen at gera ein portal til fólkaskúlan í Grønlandi. Fyrimyndin er føroyski Snar, sum Ole Thorleifsen her vísir fram í skeiðshølunum hjá Námi á Hoyvíksvegnum í Havn.


Tey ellivu starvsfólkini eru partar av ymsum deildum, sum allar eru undir lærda grønlendska háskúlanum, og tilsamans telja fleiri enn hálvt hundrað starvsfólk, og hava eina árliga játtan, ið er 54 mió kr. Nógvar uppgávur eru líkar, men aðrar ólikar, serliga at samskifta við partar í so stórum landi, sum Grønland natúrliga er. Hinvegin hava tey eina stóra avgreiðslu at veita faklig ráð í øllum lærugreinum. Hesin fakligi partur at ráðgeva føroyska fólkaskúlanum í øllum lærugreinum, er fyri mongum árum síðani púra spardur burtur. Fyri borðendanum longst burturi situr Carla Rosing Olsen, forlagsleiðari og lurtar eftir Marjun, sum greiðir frá um føroyskt í fólkaskúlanum.


Í gjár var kunnað um føroyska skúlaverkið og smálutir í føroyska undirvísingarportalinum. Í dag vóru framløgur úr báðum londum, har endamálið var at finna og menna samstarvsøkið og læra hvør av øðrum. Í morgin verður skúlavitjan á Eiði. “Hóast nógv er øðrvísi í Grønlandi enn í Føroyum, eru tað eisini øki, sum samstarvast kann um. Tað eru hesi øki, sum nú í felag dentur verður lagdur á, so styrkir og góð hugskot kunnu koma báðum pørtum til góða. Snar er dømi um tað, nú hann verður fyrimyndin fyri grønlendsku loysnini,” sigur Magnus Tausen, stjóri í Námi. Berit Mortensen, ovast, leggur í hesum døgum síðstu hond á tvímælta atlasið, Kalaallit Nunaat nunarsuarlu við danska heitinum Grønland og verden.


Í grønlendska ferðalagnum eru Carla Rosing Olsen, forlagsleiðari, Kirsten Olsen kunningarleiðari, Ole Thorleifsen KT-verkætlanarleiðari, Angunnguaq Karlsen, ritstjóri, Mette Rasmussen Larsen, ritstjóri, Berit Mortensen, ritstjóri, Debbie Damm, námsfrøðiligur medarbeiðari, Sofiaaraq Tobiassen, námsfrøðiligur medarbeiðari, Nikolaj Jensen, ráðgevi í náttúrlærugreinum, Brita T. Hyldgaard, ráðgevi í enskum og Birgit Aagard umsitingarfólk. Og aftaná kundi eg fáa tey gleðilig boð, at føroyska atlasið hjá Námi er selt í 1180 eintøkum eftir bara góðum tveimum vikum. Á mánaðarliga sølulistanum í Riti og Ráki er atlasið hjá Námi, Atlas til heim og skúla, nummar eitt. Niðanfyri vísur Kári Árting á ovastu hillina, har atlasið stendur trygt. Á øðrum plássi er Einaferð var tað…, sum hesa vikuna er nummar eitt á vikusølulistanum í bókahandlinum hjá Kára. Kappingin er hørð hesa ársins tið, nú fleiri bøkur koma út. Atlasið varð lagt fram á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum 22. november.