Skip to main content

Besti filmur?


Nú hava vit sæð Oscarhandanina beint úr Hollywood og vita, hvør var besti filmur í allari verðini undanfarna ár. Tað var so tað. Men í ár er nakað, sum er heilt annarleiðis. Tað er, at nú kanst tú spankulera oman í býin og síggja teir filmar, sum veitsla var um himumegin jørðina. Býrt tú í Havn, er júst hetta besti filmur, vit í fluttari merking kunnu fáa. At síggja tað sama, sum øll hini. Birdman, sum helst er eitt gott boð um góða filmslist hjá einum av fremstu filmsleikstjórum úti í heimi beint nú, hóast eg sjálvur helt, at russiski Livjatan, bretski Mr Turner og pólski Ida vóru størri filmslist, enn meksiskanski Iñárritu, sum gjørdi virðislønta Birdman



Ikki havi eg verið í Barcelona, men herfyri sá eg Biutiful hjá sama Iñárritu, og haldi meg fyri vist hava verið í hvørjum króki í tí býnum, eisini í havnarbýnum Le Havre við finska Aki Kaurismäki og í Karachi við norska Oddvar Einarson fyri nógvum árum síðani. Og fyrsta dagin koma filmar úr býunum Selma í Amerika og Timbuktu í Afrika, við flammandi søgum um Martin Luther King fyri 50 árum síðani, og um jihad í Afrika beint nú, har bæði tónleikur og fótbóltur verður bannaður. Heimsmyndin broytist og bara tað, tú verður gjørdur varugur við, kanst tú meta um og taka støðu til. Og so ikki um at tala Fifty Shades of Grey. Filmurin, sum flestu konufólk vilja síggja, meðan onnur boykotta hann. Filmur er eitt amboð. Annan vegin til at skilja og uppliva verðina, og hinvegin til tyktan og áminning. Nei, einki er sum filmur.