Leygardagin var altjóða grammofonplátudagur, Record Store Day. Við Ringvegin, uttanfyri Norðurlandahúsið, stóðu vindharpur, sum Velbastaðar skúli hevur gjørt. Varð ættin til vildar, so hoyrdist sangur úr træðrum og lutum, eisini grammofonplátunum, sum vóru spentar upp á eina standmynd. Plátan við grønum merki í miðjuni er Kukk-kukk valsurin, The Cuckoo Waltz, við amerikanska urguleikaranum Ken Griffin. Upprunaliga var tað svenski trompet majorurin J. Emanuel Jonasson, sum skrivaði Gökvalsen í 1913. Men við sunnudagskvøðuljómunum gjørdi Útvarpið Ken Griffin versjónina kenda. Klikk á slóðina, og tað er sunnudagur og nývaskaðir bilar í allari verðini. Sami Kukk-kukk valsur varð eisini spældur, tá borgarligar frúur við uppsettum hári skuldu hava Philicorda urgu í húsið. Hon fekst frá Marstein á Áarvegnum Havn.
Umframt plátuna við Kukk-kukk valsinum, hava børnini í Velbastaðar skúla eisini brúkt eina plátu hjá Jard Samuelson til vindharpuna við Ringvegin. Soleiðis finnur alt sitt pláss. Eisini ein burturløgd pláta hjá Jard á plátufelagnum Pilot.
Tað er Listaleypurin, sum hevur fingið Aksel Striim og Malene Pedersen úr Danmark at læra skúlanæmingarnar at gera ljóð úr burturkasti. Elsta deild og miðdeild í Velbastaðar skúla hava gjørt hvør sína vindhørpu, Teir sjey svanirnir og Risin og Kellingin, sum hesa vikuna síggjast og ikki minst hoyrast á bønum uttan fyri Norðurlandahúsið við Ringvegin.
Úr bili, altjóða plátudagin, kanst tú eisini síggja onnur syngjandi støð fram við vegjaðaranum í Suðurstreymi. Niðanfyri gomlu handlarnar og kirkjuna við Sjógv í Kollafirði er heimsins kendasta holverja at síggja. Haldi, tað var í filminum Skuld hjá Heiðriki á Heygum, at henda gamla atløgubryggjan kom undan kavi. So tá talan er um bevaringsverdan kystkultur, so er einki annað enn natúrligt, at mentanevndarformaðurin við Sjógv tekur málið í egnar hendur og heiðrar Geytan í einum virknum valári, sum byrjar á heimrustini. Hann ger hol í sjógv. Tað er da klárt.
Eysturoyarmegin, ytst á Eystnesi, er onnur vindmyllulundin hjá SEV. Hin nýggjara er í Húsahaga omanfyri Havnina.
Av Eystnesi sæst Nólsoyggin frá einum annarleiðis vinkuli, Stongin fremst fyri og so Høgoyggj við Eggjarkletti, sum er hægstur.
Fram við vegnum, sum er runt Agnið, tey rópa, er grivið omanav. Bøkkarnir eru lagdir í væl skipaðar røðir at turka. Og akkurát hetta sigst vera parturin av heitinum fløga, at goyma ljóð og upplýsingar í løgum á ein skipaðan hátt. Meðan grammofonplátan ongantíð er horvin í hundrað ár, er fløgan um at hvørva bæði úr bilum og teldum. Men enn liggja flagbøkkarnir við vegin runt Agnið.