Skip to main content

Mannfólkafilmar - runt um kvinnuklokkuna


Fyrilestur í Expert í SMS 

Umleið 1920 og fram eru endaleysar skandalur í Hollywood. Sex, narkotika, alkohol, hjúnarskilnaðir, sjálvmorð og onnur morð fylla bløðini, tátíðar Facebook. Fyri at sleppa undan løgreglu, dómsvaldi og almennum filmseftirliti, skapa Will Hays (1879-1954), niðanfyri, og Joe Breen (1890-1965), niðanfyri aftur, ein sjálvsensur í Hollywood, The Motion Picture Code.



Skipanin var í gildi frá 1930 til 1968, tá eitt filmseftirlit í stigum, eitt klassifiseringssystem, varð sett í verk og verður brúkt enn, men ikki í Føroyum í løtuni. Her hava vit tó generelt forboð móti harðskapi, blasfemi og porno. Og í dag er filmur ein listagrein og tískil eitt listaverk, sum ikki ber til at gera seg inn á, bróta ella skamfera uttan orsøk. Men tann tankin vann ikki frama fyrr enn í 60’unum. Sviar kallaðu gomlu sjálvsensurs-hondbókina frá 1930 fyri ‘Produktionskoden’. Og tíðin innan, hon kallaðist í Hollywood ‘the pre-code era’, tí hon var uttan ansvar og uttan eftirlit, pre-code. Hemningsleys. Úr svenskum kunnu vit lesa tríggjar tær týdningarmestu ásetingarnar í sjálv-sensurinum, sum Hays og Breen skrivaðu í Hollywood, ið sum nevnt høvdu alment gildið í altjóða filmsframleiðslu frá 1930 til 1968:



1 En film ska inte sänka publikens moraliska standard. Således ska publikens sympati aldrig föras över på brottets, ondskans eller syndens sida.
2 Ett korrekt levnadssätt ska presenteras, förutom de undantag som krävs för filmens dramatik eller underhållningsvärde.
3 Naturlig eller mänsklig lag ska aldrig hånas och det får inte uppmuntras till sympati för dess kränkning.
Tað er sum menninir í Olsen-bandanum siga: Forbrydelse betaler sig aldrig.

Fara vit aftur til 1930, so var ein natúrlig avleiðing, at kvinnurnar vórðu skrivaðar út úr mest áhugaverda og kjakelvandi partinum av filmsgerð, sum tá var. Úrslitið er, at: Gillian Gish, niaðnfyri, verður ein viktoriansk óskyldigheit, Gloria Swanson, onnur niðanfyri, verður hin sofistikeraða filmskvinnan, og síðani fáa vit Louise Brooks, triðja niðanfyri, sum fótar sær og skapar eitt egið og serligt filmiskt úttrykk síðst í 20’unum.



Sensurur og moralur í Hollywood skapar sum frá líður eitt miðsøkjandi kvinnuidéal, sum rakar Mae West og Jean Harlow, tær báðar fyrstu niðanfyri, og í staðin gevur okkum tannleysar óskyldigheitir sum Sherley Temple, Mary Poppins og Julie Andrews, aftur. í Sound of Music!


Filmur hevur í føðingini í Hollywood í 1920’unum og fram gjørt kvinnuna til umboð fyri Sodoma, og tískil farliga í almenna mansreguleraða rúminum. Tí hava vit fram til henda spildurnýggja film, Gone Girl, bara mannfólkafilmar. Undantøk eru, sum til dømis í Noregi í 1981, tá tríggjar kvinnur, Laila Mikkelsen við Liten Ida, Anja Breien við Forfølgelsen og Vibeke Løkkeberg við Løperjenten, gjørdu hvør sín rættuliga kenda biograffilm, sum eisini bleiv vístur herheima í Filmsfelagnum í Sjónleikarhúsinum, tá teir vóru nýggir í 80’unum. Eitt sterkt og egið kvinnuúttrykk á filmi eftir bara einum og sama ári í Noregi.


Men samanumtikið verður kvinnan á filmi skvisað til eitt ting, eitt symbol, sum Marilyn Monroe í 50’unum og Ursula Andress í 60’unum, og tær ymsu, sum koma og fara í James Bond filmum, har aktivi maðurin er í sentrum.


Ikoniski stílskaparin, sum forbrúkarin – tað er biografgangarin og so maðurin í SMS í hesum døgum – kann spegla sær í, og ger tað enn. Um enn ikki elsta, so er James Bond slitsterkasta brand av einum yvirflatiskum manfólka-fixara í brúkarastýrda vesturheiminum og er tað enn. Og hin nýggjasta brúkaraupplýsandi mannfólkavøran James Bond: Spectre  er longu langt síðani programsettur til 6. november í ár í Havnar Bio, og sum aftaná Avengers 2 og Star Wars í desember, er mest ‘væntaði’ filmur í danska ríkinum beint nú. Brandið er so sterkt, at vit kunnu blunda og bara siga James Bond, og síggja fyri okkum ósvitaligu myndina av einum stórforbrúkara av bilum og tíðarrøttum gadgets - íroknað kvinnur.


Men heimsins elsta og tilsamans størsta filmsjangra er westernfilmurin. Eg vil nevna tvey dømi: Searchers hjá John Ford frá 1956, myndin niðanfyri, og Shane hjá George Stevens frá 1953. Í báðum førum síggja vit umsorganarfulla mannliga bjargarin, sum fer inn og út um ‘gluggan’ hjá John Ford. Ein symbolsk handling at ganga inn, at hjálpa familjuni, og so ganga út í Guds fríu - og hvítu - náttúru at leita eftir nýggjum avbjóðingum, eftir lidna samfelagsbevarandi avrikið. Í fyrra førinum, Searchers, er høvuðspersónurin, John Wayne, krígsveteranur, frá borgarakrígnum, sum skal bjarga ‘niesuni’ frá indiáraum, sum hava tikið hana. Tøgn, handling og tjóðskaparkensla eyðkenna figurin. Í hinum førinum, Shane, eru vit meiri introvert og fylgja einum fámæltum gunfighter, sum leitar eftir sínum identiteti og roynir at festa búgv í einum nýbyggjara-heimi, har maðurin manglar og sonurin eisini manglar eina fyrimynd, sum hjá langfaramonnum á bygd í Føroyum. Til forskel frá vanliga afturlætna macho kovboyfilminum, er Shane ein opin filmur um leitandi mannfólkafigurin í einum ódefineraðum landi, kanska ein spíri til antihejtuna í amerikanskum filmi, sum eftir framleiðslulandi er mest sum einaráðandi á okkara leiðum.


Heimsins elsta og størsta filmsjangra, amerikanska westernsjangran, føðir í 60’unum macho-navnið Clint Eastwood. Hann er tigandi maðurin, sum dugir at spæla partarnar út móti hvørjum øðrum og fara avstað við vinninginum, sum hjá japanska Kurosawa. Ein symbiosa er fødd, bæði í eysturi og í vesturi, og sum eitt heilt serligt stílistiskt útrykk fyri feinsmekkarar, sum hjá Sergio Leone og í hansara cool spagettiwesterns í 60’unum.


Í Easy Rider í 1969 uppliva vit mannfólkafrælsi á motorsúklu. Vit eru saman við vinmonnum og hava vindin í hárinum. Make peace, not love afturvið samtíðartónleiki, sum eru mannligu tulkingarfelagsskapirnir. Men í endanum tekur tíðarandin yvir - við drepandi skotum. Motorsúklurnar koyra ikki inn í himmalin.


Í Duel (1971) hjá Speilberg uppliva vit eina byrjan uppá sama mannliga tulkingarfelagsskap. Vit síggja bygdasliga Dennis Weaver, sum var McCloud í øllum 70’unum, í eini nøtrisøgu um ferðslu og terror á koyrivegnum.


Bygdasliga misfit-typan verður brúkt speiandi í Dog Day Afternoon (1975) og leggur framhaldandi spírar til eina mannliga antihejtu, sum seinni fer at taka seg upp.


Í 1978 eru vit við mannfólkaklubbanum Convoy. Ein av monnunum er Kris Kristofferson, sum tilbiður lastbilar við mannligum sjafførum. Men ein kvinna er sloppin uppí part, hon eitir Widow Woman. Sum í Jolly Cola, der sætter prik på og er available úr trillibørini. Men tað er kanska ein politisk mót-mynd at hugsa so. Kvinnan, sum er til avlops í mannfólkaklubbanum. Sam Peckinpah, sum umframt Convoy, gjørdi Wild Bunch og Straw Dogs, er mest ekstrema dømi um mannliga leikstjóran, sum altíð er í gongd, og ger drepandi kjøtiligan actionfilm – fyri menn.


Í Taxi Driver hjá Martin Scorsese síggja vit ruddarin, hin stóra Nýtestamentliga vegarin, sum fyrst hevur gjørt sína tjóðskaparligu skyldu, eins og John Wayne í The Searchers, men í hesum føri í Vjetnam. Nú hevur hann mist svøvnin í stórbýnum, har jazztónleikurin hamrar afturvið neonljósunum. Hann er taxasjafførurin Travis Bickle, sum hevur fingið eina bíbilska missión: Nú skal ruddast, tí eingin annar ger nakað. Samfelagið ger ikki sína skyldu. Hvørki løgregla, ella uppstillaði politikarin. Eg má taka alt í egnar hendur, sigur hann og fer í gongd. Ein mannfólkaklassikari, Taxi Driver.


Í Indiana Jones filmunum hjá Steven Spielberg í 80’unum sæst ein bleytari variantur, ið setur action hetjuna saman við barninum. Her er tað stóri filmspedagogurin, ið sigur søgurnar og letur barnið, drongin, verða garantin fyri framdrift í søguni.


Í 1999 kemur ultimativi mannfólkafilmurin Fight Club har skrivstovumenn við Brad Pitt á odda møtast undir jørð at berjast í Sápufelagnum. Ja, reinvaskandi Sápufelagnum. Kanska er tað ímyndin av brúkarasamfelagnum, sum pengamenn møtast til brókatøk um, og so knúsa hvør annan, til eingin stendur eftir. Og so verður alt vaska burtur í undirjørðiska mannfólkaklubbanum í Sápufelagnum. Ein skuggi av somu søgu sum í Last Man Standing við Bruce Willis, sum var ein remake av Yojimbo hjá Kurosawa í 61, sum aftur lá til grund fyri A Fistful of Dollars hjá Sergio Leone í 64, og sum allir byggja á somu søgu hjá Dashiell Hammet frá 1927.


Í Mr & Mrs Smith í 2005 uppliva vit bæði kynini á jøvnum føti. Uttan at vita av tí, eru bæði Angelina Jolie og Brad Pitt, harra og frú Smith, leigað at drepa hvørt annað. Akkurát sum í 70’ara sanginum um Pina Colada, har tvey skriva ‘samband ynskist’ undir bilettmerki, og svara uttan at vita, at tey eru real life parið. Men tey bæði drepandi í hesum filmiska parlagnum, Mr & Mrs Smith, vilja ikki sleppa uppgávuni, sum í svart-humoristiska krimileikinum I hired a contract killer hjá finska Aki Kaursmaki.


Í danska filminum Jagten er kynsleikluturin enn meira marginaliseraður. Her hevur maðurin trongt seg inn á fíggindaøki og má lúta, tí økið er pissað av frammanundan. Filmiska útsøgnin er, at pláss er ikki fyri manninum í einum traditionellum kvinnustarvi sum námsfrøðingur á einum donskum dagstovni. Í hvussu er ikki enn. Spennandi, hvat mannligi formaðurin í Pedagogfelagnum fer at siga um tað.


Amerikansku sjónvarpsrøðirnar Sopranos (1997-2007) og Breaking Bad (2008-2013) seta sær fyri at reindyrka mannligu antihetjuna, sum vit sóu eina ábending um í Shane frá 53 og Dog Day Afternoon í 75. Ein filmslistarlig undirsjangra av hesum slag eru filmar hjá brøðrunum Cohen - Fargo og The Big Lebowski. Ein absurd mannfólkakomedia, meðan Bob Dylan syngur ‘The Man in Me’.


Kvinnurnar vinna í summum førum inn á menninar, tá umræður nýggjar leiklutir á filmi, serliga í amerikanskum sjónvarpsrøðum. Weeds frá 2005-2012 var eitt dømi. Har sóu vit eina mammu og einkju í einum forstaði, sum fer at selja marijuana fyri at vinna pening til dagin og vegin, eftir at maðurin er deyður. So uppdagar hon, hvussu gott kundagrundarlag hon hevur í øllum grannalagnum. Beint subversivur kvinnufilmur úr einum gerandisdegi, sum vit bara kenna frá øðrum borgarligum og nógv fittari lýsingum. Amerikanski kovboydreymurin á ranguni.


Nýggjasta dømi um hetta sama, eg havi varnast, er The Mob Doctor 2012-2013 á donskum Kniven på struben, sum gongur á DR1 beint nú. Ungi skurðlæknin Grace Devlin er fangað millum tvær tilverður. Beiggin er í kríggj við Chicago-mafiuna og fyri at hjálpa honum, má hon liva eitt dupultlív. Skurðlækni á hospitalinum og loyniligur mafia-lækni við tilkallingsvakt. The Mob Doctor, Kniven på struben, ein kvinnuligur mannfólkafilmur á sjónvarpi beint nú.


Og so eru vit komin runt - til nýggja filmin Gone Girl, har David Fincher, hann við áðurnevnda mannfólkafilminum Fight Club, lýsir mannliga og kvinnuliga narcissistin, sum hvør í sínum lagi hava funnið sín maka og sín líka, bæði tvey, sum spegla sær í hvør øðrum. Men tað er ikki uttan svørðslag. Ein moderna, kynsliga, hvat leiklutum viðvíkur, funderað familjusøga av thriller-slagnum, ið treytar luttøku av báðum, sum hjá Hitchock, tá hann var bestur. Gone Girl!


Hanus Kruse tók tær fýra nýggju myndirnar, og Líggjas í Expert valdi søguligu myndirnar, sum vórðu vístar á øllum flatskíggjunum í handlinum og eru settar inn í tekstin