Skip to main content

Tað er makt í teim foldaðu hondum



Tey rættuliga mongu, sum á ymsan hátt vilja standa fram sum kristin í gerandisdegnum, brúktu í gjár vøllin framman fyri Tinghúsinum at biðja fyri løgtingsvalinum í ovurmorgin. Eitt lógligt tiltak, hvat vit so kunnu halda um tað. Men skal eg taka tey í álvara, so krevja tey eina guddómligu kvotu, a divine intervention, tá endaliga valúrslitið verður talt upp. Guddómliga kvotan skal tá leggjast afturat verðsliga valúrslitinum. Tað er tað, sum biðið verður um, havi eg skilt tað rætt. Eitt kristiligt meirvirði. Eina guddómliga inngrípan í nútíðar føroyskan politikk, sum tey kristnu halda vera blivnan ov ógudiligan.


Eftir tí, sum annar av fyrireikarunum, Eyðun Jacobsen, segði í Degi & Viku týsdagin, og tí sum tingformaðurin, Jógvan á Lakjuni, hevur sligið stórt upp í heilsíðulýsing fyri valið, so er ágangurin á hjúnarbandið, ið er súlan undir samfelagnum, so nógvur og harður, at nú stendur landið í váða.

Ikki kann eg bara mær fyri at smírast, at hjúnabandið er eitt politiskt projekt, og einasta orsøk til politiska vandakós í Norðuratlantshavi í 2015.


Kanska var tað tí ein divine intervention av teim hepnaru, tá bispur í fyrradagin segði, at kirkjan var ikki við í bønartiltakinum á Vaglinum í gjár. ”Staðfest verður, at leiðslan í fólkakirkjuni ikki er partur av valstríðnum,” segði bispur og legði afturat, at ”fólkaræðið gevur politiskt frælsi og andsfrælsi. Hesi bæði frælsini skulu gagna øllum borgarum landsins uttan mun til førleika, sannføring og samleika.”


Kanska bjargaði tað tiltakinum, so tað ikki bleiv tað, sum flestu høvdu spátt, eitt sjónligt og harðmælt mótmæli móti LGBT og øllum tí, sum tann felagsskapurin, ið vil broyta hjúnabanslógina, stendur fyri. Í so máta var einki at skriva heim um. Í hvussu er, um tú vart á Vaglinum, og ikki lá heima á sofuni og hoyrdi tað, tú ynskti, sum ikki bleiv sagt. Tiltakið bleiv eitt meistarastykki í at halda seg til bønarevni, og aldri at nevna kríggið, Don’t mention the War, so sum vit kenna tað úr bretsku skemtirøðini Fawlty Towers. UG til strategisku fyrireikaranar at hava lagað løtuna soleiðis.


Tað eg veit, er tað inni í Tingsalinum, at hugtakið glíðibreyt bleiv til. Upp undir valið eru nøkur fólk farin undir heimasíðuna "Ja til hjúnabandið." Tey siga, at endamálið er at ”verja hjúnabandið í Føroyum við at føra fram sakligar og skilagóðar grundgevingar fyri siðbundna hjúnabandinum.” Og so verður skrivað ein høpisleys grein um, at tað næsta verður at krevja rættin til fleirgiftu, um broytingar koma í lógina. Tí skal hjúnarbandið verjast í flokki A pluss.



Hóast hetta er beinleiðis haturstala, hate speech, kann eg ikki bara mær fyri enn einaferð at smírast, at hjúnabandið er høvuðsorsøkin til politiska vandakós í Norðuratlantshavi í 2015. Hví kenna hesi kristnu fólk seg hótt uppá handa mátan?

Og er talan um glíðibreyt annan vegin, so er sanniliga eisini talan um glíðibreyt hinvegin.

Ein, eg kenni til gerandis, bannaði við, tá hon hoyrdi um hesa heimasíðu, sum skuldi verja hjúnabandið. Hon segði, at hennara farligasta glíðibreyt byrjaði, tá hon kom inn í hjúnabandið. Hon vildi banna tað niður og norður, hatta helvitis hjúnabandið, sum bara er ein glíðibreyt til harðskap, brennivín og ótolandi menniskjanslig viðurskifti, sum hon segði av egnum beiskum roydum. Eingin bað ella fer at biðja fyri henni, so hon kann liva eitt betri lív, nú hon við tógvið stríð er leys av hjúnabandinum, men samfelagsliga er illa fyri. Her er eingin bøn. Hvørki á Tinghúsvølli ella Almannastovu.

Tú skalt ansa tær, hvat tú biður um. Ikki minst tá bønin fer fram í almenna rúminum, upp móti lóggevandi tinginum í einum valrúsi. Tað mintu tveir sterkir tekstir, sum vóru frammi í vikuni, okkum á. Tvey tilkomin fólk við drúgvum lívsroyndum, hóst tey gera lítlan háva úr sær sjálvum. Tey eru ikki politikarar ella stjórar, men heilt vanlig menniskju, sum tú og eg. Tí eru teirra tekstir sterkir. Teir standa meitlaðir í gerandisdegin.



Fyrra tekstin hevur vinmaðurin Petur Rouch skrivað sum áminnandi viðmerking á Portalinum til tíðindini um bønarløtuna á Vaglinum í gjár. Petur skrivar soleiðis:

"Eg var føddur suðuri í Vági í 1945. Uttanfyri hjúnarlag. Ein partur av familjuni var missiónsk, tó ikki mínu nærmastu. Eg var sum so ikki happaður, men visti at eg var gitin í synd - ella í hordómi, sum onkur málbar seg. Eg var óektabarn og tað nívdi meg ikki sørt allan uppvøksturin.

Nógv varð tosað um baptistar minnist eg. Hesi fólk, sum høvdu fráskrivað sær altarsins sakramenti, fráskrivað sær barnadópin, tey fráfalnu var eitt heitið eg minnist, tey sum ikki eingong bóðu Faðir vár. Gott at tey ikki kundi undirvísa í fólkaskúlanum var sagt. Hjá baptistunum og hjá teimum missiónsku var alt synd, tú skuldi ikki ganga á biograf, ikki fara í dans, tað var synd at spæla fótbólt sunnudag, spæla kort, tú mátti ikki smaðka øl, vín ella brennivín, tú kundi ikki eingong hanga klæði út á snórin ein sunnudag. Í Betel sótu konurnar undir hatti og ein kvinnuligur prestur í kirkjuni var óhugsandi. Eisini í sunnudagsskúlanum var prædikað um synd og helviti. Og sexuel samvera uttanfyri hjúnalagið var ein hin størsta syndin av øllum. Merkiligt sum hetta upptók nógv fólk.

Helst hevur Gud skift meining síðan.

Verri var við mammu. Hon fór av landinum tá eg var 4 ár, giftist og kom ongantíð aftur til Føroyar. Eg spurdi, um eg kundi koma at ferðast, men fekk at vita at tað kundi eg ikki, tí hon hevði ikki grett fyri manni sínum, at hon átti eitt barn í Føroyum. Og hetta skilti eg ikki. Hon var tó so djørv, at hon bjóðaði mær at vitja, tá eg var 18 ár. Eg hitti ikki mammu mína aftur, fyrr enn eg var farin um tey fjøruti. Og tá hon greiddi mær frá, hvussu hon hevði havt tað, árini saman við mær í Føroyum, øtaðist eg. Niðurgjørd, happað, kalla bæði líkt og ólíkt. Hennara valg var antin at rýma, ella ganga til grundar sum menniskja. Har hon nú búði var hon kallað Mrs. Philips, í Føroyum var hon ein eingilskmannateys.

Hon er nú farin í Harrans hendur, tað píndi meg mangan at eg ikki kundi hava vanligt samband við hana og míni systkin. Eg haldi meg enn vera kristnan, havi mítt loynikamar at venda mær til hægri maktir og eri í kirkju onkuntíð, men havi ongantíð í mínum vaksna lívið verið á sokallaðum kristiligum fundum. Tók frástøðu, tí eg har bara fekk at vita, at eg var føddur skeivu megin vegin. Av hopleysum amatørum við tilvildarligum bíbilsitatum.

Eg eri vælsignaður við einum soni, sum er samkyndur. Hann býr uttanlands. Eg vóni so inniliga, at hann kann búsetast her uttan at verða frávaldur.

Hetta er so ein lagna. Tá tit hittast á Vaglinum leygardagin eru míni ráð, at tit skulu ansa eftir, hvat tit biðja um. Fløkið ikki tykkara hugmóð uppí aðrar lagnur av líknandi slag.

Gud signi mítt føðiland Føroyar."

Umframt henda sterka tekst hjá Peturi, stóð eisini hesin tekstur hjá Sólborg Dulavík sum lesarabræv í Sosialinum í vikuni sum fór:

"Tann, sum er reinur kastið tann fyrsta steinin. Hesi orð renna mær í huga, tá ið eg læs greinina hjá Jógvan á Lakjuni, løgtingsformanni, í Norðlýsinum.

Hann byrjaði við at siga, hvussu leingi hann hevur verið í løgtinginum, og hvussu væl teir hava arbeitt, og um viðurskifti okkara við Danmark, og tað hevur borið til at samstarva við allar flokkar, uttan at gera seg inn á okkara kristna mentanararv og tey grundleggjandi virðini, sum samfelag okkara altíð hevur bygt á.

Eg eri kanska so nógv eldri enn tú, men rembingar hava sanniliga verið fyrr og upp gjøgnum tíðinarnar.

Fara vit aftur til tá ið tín samkoma var stovnað í Føroyum, so vóru tað eingilsmenn, sum komu við nýggjum kristnum boðskapi, har aldargamla kirkja okkara hevði sínar røtur.

Men tað var ikki gott nokk, teir vildu ikki ein gong inn í kirkjuna. Og tað vóru ikki vøkur orð, sum abbi tín slongdi eftir teimum, sum fóru í kirkju. Tað vóru fleiri dømir um teirra máta at gera seg inn á kirkjuna. Tey sum nú vóru í brøðrasamkomuni vóru ikki longur vígd í kirkjum, børn teirra vóru ikki konfirmerað, børnini ikki borin til dópin. So kom ikki og sig, at tað altíð hevur gingið so væl.

Eg eri vaksin upp saman við 9 systkjum. Mamma og pápi vóru bæði trúgvandi, og tey hoyrdu til kirkjuna og heimamissiónina. Ongantíð hoyrdu vit tey ilskast inn á tað nýggja, sum var komið, og noktaðu okkum ongnatíð at fara á útimøti, og sáaðu sostatt ikki ilt mótvegis tí nýggja. Vit høvdu eitt trygt og gott heim.

Eg kenni nógv fólk innan fyri fleiri samkomur, eisini brøðrasamkomuna. Men eg var rættilga skelkað, tá ið eg síggi, hvussu tú útleggur tað, sum skal ganga fyri seg, um LGBT skulu fáa teirra rættindi.
Og sáar tú hetta í tíni børn, so vil eg pástanda, at tað er ikki til tað góða fyri tey.

Eg orki ikki at greina tað sundur, tí tað er so óhuganligt og ljótt, sum tú kastar eftir teimum, sum hava verið forfjónað í øldir.

Men tú nertir ikki við aðrar broytingar. Tildømis hjúnarbandskilnaður, sum ikki er ókendur hjá teimum flestu familjum. Og tey sum liva saman uttan at vera gift, hvat við teimum? Og Gud hevur kortini vælsignað tey við at geva teimum fleiri børn!

Tá ið tú ert so vælbjargaður, hví langar tú bara eftir nøkrum fáum? Ert tú bangin fyri at missa stemmur?

Tá nú LGBT hevur fingið nøkur rættindi, so er ikki mark fyri, hvat tú og tey, ið halda við tær, kasta eftir teimum, og siga allar ræðuleikar, sum fara at henda, og at samfelagið verður brotið niður.

Sannleikin er tann, at fyrr var ikki livandi hjá teimum samkyndu, og eg veit, at fleiri vóru illa happað, ja so illa, at tey vórðu noydd at rýma av landinum. Og eg dugi ikki at síggja annað enn, at tú traðkar á tey. Er tað kristin kærleiki til næstan?

Tað er skylda okkara, tí tað stendur í Bíbliuni: »Døm ikki, fyri at tú sjálvur skalt vera dømdur«.

Hvat tey gera innanveggja rakar hvørki teg ella meg. Eitt er púra vist, um øll vóru avdúkaði í mun til, hvat gongur ella gekk fyri seg, tá hevði tað nokk ikki verið verri hjá teimum enn hjá øllum okkum.
Og tá ið tú ert liðugur við LGBT, leggur tú eftir øðrum politiskum flokkum. Eg vóni at ein og hvør setir sín kross eftir síni egnu sannføring og ikki lurtar eftir Jógvan á Lakjuni.

Eg seti tær hendan spuring: Vilt tú siga, at Gud ikki hevur skapt tey samkyndu við teimum eginleikum, sum tey hava? Ella at tey ikki eru unik, tað sama sum tú og eg? Tú remsar alt upp, sum hesi skulu oyðileggja. Hvat hugsar tú fyri tær?

Aftur kunnu vit lesa í Halgubólk »Døm ikki fyri at tú sjálvur ikki skalt verða dømdur«.
Ella annað sum er líka so álvarsamt: »Alt tað sum tit gera ímóti mínum minstu, tað gera tit ímóti mær«."

Hesir báðir tekstir vóru teir sterkastu í vikuni. Ja, kundi hugsað mær at deilt teir út sum traktatir á Vaglinum. Ein á hvørjari síðu.

Nógvar myndir vórðu tiknar á Vaglinum í gjár, og aldri havi eg havt fleiri lesarar á blogginum í tey nærum tíggju ár, hann hevur verið til. Tí havi eg at enda biðið Eiler Fagraklett velja bestu myndina av Vaglinum og grundgeva fyri valinum.


"Hendan myndin er sera sigandi fyri meg, og vekjur tíbetur vón í mínum hjarta", sigur Eiler. "Tí mitt í øllum hatrinum og óvitanini, sum vit møttu á Vaglinum leygardagin, so stóðu fimm svartklæddar betonglebbur saman við einari sloyfuplakat hjá Sonju Jógvansdóttir. Boysnar og treiskar bakkaðu hesar kvinnurnar ikki fyri einum løgmanni, einum borgarstjóra, trimum prestum, tíggju løgtingsfólkum og umleið 800 stk av crème de la crème av føroyska Homofobiaville, sum í felag bóðu fyri, at eitt komandi løgting, skal byggja sínar lógir á Bibliuna og fylgja teirra tulking av ”kristnum virðum”. Myndin minnir meg samstundis ikki sørt um 2. Kongabók 6:16, har skrivað stendur: "Hann svaraði: "Ræðst ikki! Teir, ið eru við okkum, eru fleiri enn teir, ið eru við teimum."