Teldutala
Sjálvsmynd við jødiskum samleikaprógvi er heitið á surrealistisku myndini, sum jødiski Felix Nussbaum (1904-1944) málaði árið fyri hann varð tikin og fyribeindur av nasistum í Auschwitz.
Í dag er Holocaustdagur. Henda dag í 1945 fríaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødar og onnur kúgað fólk úr týningarleguni Auschwitz. Soleiðis byrjar dagsins temasíða hjá Námi.
At minnast dagin er framsýning í Berlin við hundrað verkum, tekningum og málningum, sum jødisk listafólk hava gjørt í legum og fátækrabýlingum undir krígnum. Tað er fyrstu ferð, at Yad Vashem savnið í Jerusalem hevur latið lutirnar út av landinum. Listafólkini eru 50 og 24 av teimum vórðu dripin av nasistum. Einasta listafólk, sum enn er á lívi er pólska Nelly Toll (f.1935), sum býr í USA.
Meðan vit minnast kríggið, og royna at skilja inntriv í mannasøguna sum Lebensborn og Sonderkommando, er tað sum um vit einki hava lært úr farnu øld. Leiðandi politikarar í okkara egna rikisfelagsskapi kennast ikki við flóttan á markinum, og higar til lands verða bodnir prædikumenn, sum leggja eftir okkara egnu minnilutabólkum. Danska heimasíðan Folkedrab sigur:
Udtrykket "hate speech" eller "hadefuld tale" henviser til udsagn, som fremstiller en bestemt gruppe mennesker som mindreværdige og på den måde udstøder denne gruppe. Hate speech håner, stigmatiserer eller umenneskeliggør personer på grund af deres religion, politiske orientering, etnicitet, seksuelle orientering eller andre gruppetilhørsforhold. Hate speech går ofte ud over udstødte og svage grupper i et samfund. Benægtelse af Holocaust er ét eksempel på, hvordan hate speech kan se ud.
Niðanfyri er dagsins satirutekning hjá Steve Bell í bretsku avísini The Guardian eftir at danir hava kunngjørt, at virðislutir verða tiknir frá flóttafólkum, tá tey koma til markið:
Sagt verður, at meðan týski Hitler drap 17 milliónir fólk í krígnum, drap sovjettiski Stalin 23 milliónir og kinesiski Mao tilsamans 78 milliónir fólk. Summar keldur siga onnur tøl, men greitt er, at Hitler er ikki tann leiðarin, sum hevur dripið flest fólk í søguni.
Annar heimsbardagi hevur kostað flest mannalív í allari krígssøgu. Ymsir mátar eru at seta tølini fram og at bera tey saman. Her er ein amerikansk grafisk framseting, sum í 18 minuttir greinar holocaust og øll deyðstøl undir krígnum. Trýst á myndina.
Summi eru, ið avnokta holocaust. Tey siga, at ræðuleikarnir aldri hendu, men eru ein jødisk samansvørjing. Kendasti holocaust-noktari er bretski høvundurin David Irving.
Søgusýnið broytist, og vit kunnu lesa nýggjar upplýsingar í nýggjum bókum. Amerikanski søguprofessarin, Tomothy Snyder, sum í 2013 fekk Hannah Arendt virðislønina, hevur júst givið út bókina Black Earth: The Holocaust as History and Warning (2015). Snyder roynir at skilja Hitler, jødar og holocaust á ein nýggjan hátt. Soleiðis hava allar tíðir sínar avbjóðingar. Nú eru 70 ár liðin, síðan Hitler doyði. Tí er bókin Mein Kampf frí at geva út, um myndugleikarnir í Bayern, sum eiga rættindini, ikki forða fyri tí. Í týskum biografum er skemtifilmurin um ein núlívandi Hitler, Er ist wieder da (2015), millum teir best umtóktu. Spurningurin er, um skemt kann gerast úr øllum.
Umframt í søgubókum og lærubókum, fáa vit í miðlunum at vita um fólk, sum eru forfylgd og flýggja, oftast tí at kríggj og ófriður er í teirra heimlandi. Men vit hoyra ikki alla tíðina um alt, sum fyriferst. Journalistar tosa um hvítar blettir á heimskortinum, tað eru støð, har eingin veit við vissu, hvat hendir. Tað kann vera tí, at landið er stongt fyri umheiminum, ella tí at støðan er so ótrygg, at eingin vágar sær hagar.
Í Sýria og londunum har umkring hoyra vit um ófrið og forfylging, so fólk flýggja til tryggari lond. Í Afrika hava vit hoyrt um fólkamorð í fleiri londum. Í øðrum londum sum Norðurkorea er so afturlatið, at vit bara kunnu gita, hvussu fólk hava tað. Tí er umráðandi at kanna keldur og altíð verða kritiskur, tá ein lesur, eru ráðin úr Námi. - Eru vit kritisk, er Wikipedia besta kelda til nýggjar upplýsingar, eisini um kríggj og ófrið beint nú.
Góðan og hugsunarsaman Holocaustdag!