Seinastu fáu árini hevur verið gjørligt at síggja dokumentarfilmar í biografinum. Nevnast kann filmurin um amerikanska sangaran Rodriguez Searching For Sugar Man í 2012, og danska filmin Ekstra Bladet: Uden for citat í 2014.
Nú fer Filmsfelagið at vísa italska filmin um flóttafólk á lítlu oynni Lampedusa Havið Brennur.
Leikstjóri er Gianfranco Rosi og italskað heitið á filminum er Fuocoammare, har vit fylgja 12 ára gamla dronginum Samuele, sum er vaksin upp á oynni, har flóttfólk koma í hópatali. Filmurin verður vístur við donskum undirteksti. Filmsútleigarin Camera Film, sum rekur Grand Teater í Keypmannahavn, hevur gjørt stutt undirvísingartilfar til júst henda filmin og um dokumentarfilm yvirhøvur. Undirvísingartilfarið fast ókeypis frá Filmsfelagnum.
Kendi danski rithøvundurin og filmsummælarin, Bo Green Jensen, sigur í Weekendavísini um filmin, at "Rosi siger aldrig tingene direkte. Han redigerer og klipper i virkeligheden, men han gradbøjer ikke sandhedsværdien. Det er op til tilskueren at reagere. Her bliver stoffet bare lagt frem."
Nýggi italski dokumentarfilmurin Havið Brennur vann gull á filmstevnuni í Berlin í ár, hevur fingið virðisløn frá Amnesty International og er italska Oscaruppskotið í ár.
Tá Filmsfelagið vísur dokumentarfilmin í Havnar Bio mikukvøldið 19. oktober kl 20, fer sjónvarpssjournalisturin, Uni Holm Johannesen, at innleiða sýningina. Hann var á griksku oynni Lesbos í fjør, og eygleiddi flóttafólkastøðuna har. Innleiðingin tekur støði í hesi uppliving.
Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar.
Myndin niðanfyri er úr føroyska sjónvarpsbrotinum um flóttafólk á griksku oynni Lesbos í fjør.