Filmsfelagið vísti í gjárkvøldið dokumentarfilmin ”It Was Fifty Years Ago Today” í Havnar Bio um slóðbrótandi Beatles-plátuna Sgt. Pepper’s Lonely Hearts Club Band frá 1967. Uni Arge innleiddi sýningina við hesum tekstinum:
“Teir komu har fyrst!”
Hesi orðini skuldi flogvitið úr The Beach Boys, Brian Wilson, siga, tá hann hoyrdi “Strawberry Fields Forever” í einum útvarpslurti í februar 1967, og so fór hann í svart.
Í fýra ár høvdu The Beatles hertikið heimin við sínum slóðbrótandi plátum og konsertum, og himmalferðin tóktist ongan enda at fáa.
Men í 1966 vórðu teir nærum avmardir á Fillippinunum fyri ikki at møta upp til eina móttøku hjá forsetafrúuni, Imeldu Marcos, og í USA brendu tey teirra plátur, tí John Lennon hevði hugleitt hart um, at kristindómurin helst fór at fjara burtur áðrenn rock ‘n’ roll.
Sum konsertbólkur góvu teir sær sjálvum mønustingin á Candlestick Park í San Francisco 29. august í 1966, og eftir tað varð dúgliga gitt, at Beatles-bløðran var brostin.
Men Brian Wilson skilti hendan dagin í februar 1967, at tað var hon ikki. Tí ”Strawberry Fields Forever” boðaði eitt avgerandi kósskifti í kreativa útlátinum hjá heimsins fremsta tónleikafyribrigdi.
Hetta kósskiftið tók skap longu í desember 1965 á Rubber Soul.
Hashroykur, kynisma og djúptøknar eygleiðingar um tilveruna settu dám á Rubber Soul. Ongin poppsangari hevði frammanundan sagt t.d. “He’s a real Nowhere Man sitting in his Nowhere Land making all his Nowhere Plans for nobody.”
Við Rubber Soul settu beatlarnir standardin fyri, hvat tú í minsta lagi skuldi duga, skuldi tú vera á popptindinum árini, ið koma skuldu.
Ein, sum straks ásannaði hetta, var Brian Wilson. Tá hann hoyrdi Rubber Soul, setti hann seg at skriva nýggjar sangir, tí hann vildi gera heimsins bestu plátu. Í mai 1966 hevði hann saman við hinum í Beach Boys evnað til meistaraverkið, Pet Sounds.
Ein ummælari skrivaði seinni, at ongin var til reiðar til nakað so hjartanemandi, so sálarfult og so tankavekjandi sum Pet Sounds. Har vóru sangir sum “God Only Knows”, “Wouldn’t it Be Nice” og ”Slopp John B”, og ikki bara sangskrivingin var nýskapandi. Tað vóru arrangementini, røddirnar og spælið eisini.
Tveir, sum vóru meira enn hugtiknir av Pet Sounds, vóru John Lennon og serliga Paul McCartney.
Fyrsta svarið hjá beatlunum var Revolver í august 1966. Plátan var ein maktdemonstratión í góðari sangskriving og nýskapan. ”Turn on your mind relax and float down stream,” sungu teir. LSD var komið uppi leikin, og nú var onki í teimum skjótt broytiligu sekstiárunum, sum tað hevði verið.
Brian Wilson ætlaði sær uppaftur longri eftir Pet Sounds. Hann vildi verða fyrstur við tí allarbesta og mest nýskapandi, sum hugsast kundi, í 1967, tí tann, sum kom fyrst, fór at definera tónleikin næstu árini, visti hann. Hann arbeiddi tí hart við næsta stórverkinum, Smile.
Men so var tað, at John Lennon fór at spæla inn krígsfilm í Spania beint eftir Revovler, og millum upptøkurnar skrivaði hann ”Strawberry Fields Forever”. Paul McCartney svaraði aftur við ”Penny Lane”.
Hetta var byrjanin til Sgt. Pepper’s Lonely Hearts Club Band. Sangirnir komu út sum singlepláta í februar 1967, tí Brian Epstein var ótolin eftir at fáa nýtt tilfar á marknaðin. Plátan endaði nr. 2 á hittlistunum, og aftur spurdi pressan, um bløðran var brostin.
Brian Wilson visti, at tað var hon ikki. Sum ein annar Robert Scott, tá hann kom á Suðurpólin og sá, at Roald Amundsen longu hevði verið har, skuldi hann siga: ”Teir komu har fyrst,” og hansara næsta verkætlan varð skotin út í óvissa framtíð av listarligari møði og sorg.
Paul McCartney var maðurin, sum fekk tað hugskot, at beatlarnir skuldu lata seg í eitt alter ego, so teir sluppu úr sínum egnu ímynd sum The Beatles. Teir skuldu frælsir rísa upp sum eitt heilt nýtt orkestur – Sgt. Pepper’s Lonely Hearts Club Band.
Spenningurin var stórur um, hvat teir fingust við, meðan teir í 700 tímar vóru í upptøkuhølunum. Svarið, tá tað kom, var rein og skær listarlig sosial- og surrealisma, sum aldrin var hoyrd fyrr.
Á Sgt. Pepper vóru sangir sum ”A Day in the Life”, “Lucy in the Sky with Diamonds”, “She’s Leaving Home”, “Being for the Benefit of Mr. Kite”, “Getting Better” og “Fixling a Hole”. Og so tann potenta og samstundis viðkvæma byrjanin við Sgt. Pepper og Billy Shears. Hetta var alt skakandi og hugtakandi um somu tíð.
Ein ummælari í The New York Times, Richard Goldstein, váðaði sær at skriva, at sangirnir á Sgt. Pepper vóru ikki betri enn á teir á Revolver og Rubber Soul, um tú skrædlaði produseraða skreytið oman av teimum. Men hann viðurkendi, at “A Day in the Life” við síni sarkastisku realismu var eitt vegamót í rocksøguni.
Sgt. Pepper setti dagsskránna um allan heim og var í 23 vikur ovast á bretska hittlistanum. Hon var rockur og list í fagrari sameining. Ein samanrenning av genialari framleiðslu, framúrskarandi sangskriving, grafiskum uppfinnsemi, innihaldsligari dýpd og listarligum sjálvsáliti.
”It’s getting better all the time,” sang Paul, og John svaraði aftur “It couldn’t get no worse.” Tað hava tey flestu hoyrt.
Kanska færri vita, at John førdi pennin, tá Paul sang: ”I used to be cruel to my woman I beat her and kept her apart from the things that she loved. Man I was mean but I’m changing my scene and I’m doing the best that I can. I admit - it’s getting better!”
Tað bjartskygda og tað døkka arbeiddu lið um lið á Sgt. Pepper. Sum listamálarar tveittu teir ljósagrønt og kolasvart upp á løriftið, og úrslitið var ein psykedeliskur Picasso í tónleikahami. Kanska eitt Guernica í rockformati.
Peter Blake, sum gjørdi húsan við teimum mongu andlitunum, fekk 200 pund fyri ómakin.
Hesin nú 84 ára gamli listamaðurin hevur sagt, at eitt land hevur bara mentanina – restin er eitt samferðslukervi. Hann hevur aldrin atkvøtt til nakað val, tí ongin politikari hevur nakrantíð sagt honum nakað, men tónleikur, list, sniðgeving og skaldskapur – tey hava varandi virði.
Og tað fekk Sgt. Pepper.
Ongin spyr, hvør var forsætisráðharri í 1967, men øll vita, at Sgt. Pepper er sum fyrsta mánalendingin. Ein uppdaging av nøkrum nýggjum og stórum. Ein tíðarmarkandi stórhending. ”Teir komu har fyrst,” sum Brian Wilson skuldi siga. Ella var hann fyrstur?
Filmurin í kvøld er ein dokumentarur við snakkandi gráum høvdum um tilgongdina og ikki ein tónleikafilmur, havi eg skilt. Í filminum hoyra vit fleiri, sum vóru rundan um teir, siga frá tí, sum hendi, men vit hoyra ikki tónleikin av Sgt. Pepper. Hann hava vit í huganum.
Fyri okkum, sum ikki fáa nóg mikið av Beatles, hevur alt dokumentariskt tilfar sjálvandi áhuga, og spennandi verður nú at frætta, um tað, eg havi sagt her, passar, ella um vit fáa okkurt heilt nýtt at vita um John, Paul, George og Ringo, George Martin, Geoff Emerick og øll hini.
Alan G. Parker hevur gjørt filmin. Hann hevur sagt, at hann skilir ikki tey, sum finnast at, at tónleikurin ikki hoyrist í filminum. Tí hetta er bakgrundssøgan um Pepper.
Vælkomin í Pepperland - vónandi verður løtan góð!