Sólin skein oman og niðan, tá fólk av Kruse ættini møttust í miðstovuni í skúlanum á Eiði, har borðreitt varð við kaffi og køku. Malan bjóðaði vælkomin og greiddi frá um skránna fyri dagin.
Yngri beiggin, Ellindur, hevur leingi granskað ættina, serliga navnið Kibenich, ið stavast ymiskt, og hann hevur fingið sær sum millumnavn, Ellindur Kübĕnižh Egilstrøð.
Ellindur hevur eisini skrivað teldutøku bókina Fra Eider til Eide, ið er um Onnu Margretha Kiebenick, sum var fødd við Eider í Friedrichstadt í Schleswig-Holstein, hin 28. mars í 1819 og doyði á Eiði hin 7. juli í 1892.
Sigrun er eisini av Kruse ættini, abbadóttir málaran Niels, og hana avmyndaði eg framman fyri stóra fjallamálninginum, sum hongur í miðstovuni í skúlanum.
Elstu fólk, vóru kvinnur. Tær vóru Bettemi, mamma Ellind, Maluna og Onnu Sufíu, sum skipaðu fyri, meðan hin elsta kvinnan av Kruse ættini, var Marjun Wolles úr Miklagarði. Hon er 86 ár.
Maria av Velbastað var eisini millum elstu fólkini av Kruse ættini. Við henni var sonurin Arnbjørn.
Við okkara kaffiborð sótu Elisebeth og Sigurd, Poul Einar og sonurin Kristian og Oddmar og Jonny, sum eg avmyndaði við kirkjuna.
Við okkara borð sat eisini Asta, sum er av Østerø fólkunum. Sætt at siga visti eg ikki, at greinin Østerø røkk so langt aftur og fylti so nógv í okkara familju.
Við næsta borð sat Thorleif yviri í Gjógv, sum nú býr á Hvítakletsvegi.
Við kaffiborðið er nógv at práta um. Sigrun, sum eisini býr á Hvítakletsvegi, har hon hevur málarastovu, greiðir Elisabeth frá um málningin á vegginum. Niðanfyri síggjast Oddmar, Martin, Olaf, Petur og Anfinn í kaffipráti í miðstovuni í skúlanum.
Eftir innleiðandi kaffiprát er klárt at fara inn í nýggju Mentanarhøllina, sum fyrr var fimleikarhøllin, har tey á hvørjum ári framførdu Eg átti mær eina húgvu við rekvisittum úr allari bygdini. Tá var pallurin í hinum endanum.
Anna Margretha Kiebenick er støðið. Tað er hon, ið er fødd við Eider í Friedrichstadt i Schleswig-Holstein 28. mars í 1819 og doyði á Eiði 7. juli í 1892, og hevur givið teldubókini hjá Ellindi navn. Dagurin varð valdur, tí hetta var føðingardagurin hjá pápa hennara, Engel Daniel Kibenik, sum var føddur í Keypmannahavn 22. juli í 1793. Mamman var Wiebcke Herzner Bendix. Anna Margretha hevði fýra systkin, sum øll vórðu fødd og livdu norðan fyr Keypmannahavn. Ellendur hevur havt samband við ættarfólk teirra.
- Engel Daniel var pápi Anne Margrethe, ið var móðir Caroline Amalie, sum var langomma mín, og mamma Caroline Amalie, ommu mína. Fyrsti Kruse á Eiði, sum kom av Bornholm, giftist við dóttir Onnu Margretu og Carsten Jensen Andreasen, sum var av Rømø. Hon kallaðist Caroline Amalie, júst sum omma mín. Øll, sum eita Kruse í Føroyum eru av ættini hjá Onnu Margrethe Kiebenick, sigur Ellindur.
So venda vit aftur til framløguna hjá Ellindi. Niðanfyri eru tríggjar talvur, sum vísa fyrstu samanrenningar millum Andreasen og Kruse.
Her er ein mynd, sum skotski fotografurin Mr. Norrie tók í 1894 av fyrstu Krusefólkunum á Eiði í Túninum her eysturi, tey rópa. Skotska myndin kom á Fornminnissavnið, tá Smyril fór at sigla til Skotlands í 1970'unum. Men Hanna Møller minnist, at henda sama myndin hekk á bróstinum í teirra heimi innan hon flutti til Danmark í 1963. Niðara myndin er tikin inni í stovuni har eysturi.
Á myndini av fyrstu Krusefólkunum í túninum omanfyri, manglar langabbi mín, Christian. Helst hevur hann verið á útróðuri, tá skotski fotografurin vitjaði, siga tey. Men her er ein sjáldsama góð mynd av Christiani, sum varð kallaður Kiskus.
Her er abbi, Oluf Kruse, avmyndaður í Undirhúsinum í Havn í 1970. Høgrumegin er Kristian á Rætt frá Gjógv. Myndin er úr bólkinum Gamlar Myndir úr Havn á Facebook.
Her er hansara hús sambært fólkateljingini í 1925.
Her eru flestu av teimum, sum møttust á Eiði 22. juli í ár, savnaði í sama túni, sum á myndini hjá skotska fotografinum frá 1894, har eysturi hjá Kruse og teimum.
Jarmund av Norðskála visti nógv at siga um nýggjara partin av slektini,
Nú eru vit farin niðan í kirkjuna. Í vesturskininum síggja vit systkinini Anfinn, Sussi, Petur og Nikkel Martin.
Her eru nógvir røktingarmenn, so kanska er tað ikki so løgið, at ein fremmandur hundur støkkur inn á kirkjugólvið.
Annars er tað lambið, ið nú er evnið. Lambið á kirkjuvegginum, sum Niels Kruse upprunaliga málaði og nú er retusjerað, so ein varisligur blóðsprænur er tikin burtur, og myndin passar betur til nútíðar kirkjuestetikk.
Tað er abbadótturin, Sigrun, ið enn brúkar onkur amboð hjá abbanum, tá hon málar, ið greiðir frá um lambið í kirkjuni.
So takkar Anna Sofía fyri dagin og at vit møttu.
Dagurin endar við at vit reisa okkum og syngja sálmin nummar 588 hjá Jóannesi Patursson Boðar tú til allar tjóðir.
So eru stundir at siga Eiði farvæl og venda aftur til Havnar, mín nýggja heimstað. Takk fyri í dag, kend og ókend.