Í dag vórðu Mentanardagar settir á sætta sinni í Fuglafirði. Brynhild Næs Petersen var ein av teim mongu, sum skipaðu fyri, og hon hevði biðið meg siga nøkur orð innan Tummas Jákup Thomsen avdúkaði gávuna Vrakaðar myndir á neystavegginum í Støð. Fyrst sang Anders Riis nakrar egnar sangir. Hann er úr Herning og hevur spælt saman við bólkinum hjá Konny Kass.
Sólin hevði verið frammi, men eitt æl kom oman úr fjøllunum júst sum tiltakið byrjaði. Tummas Jákup kom niðan úr fjørðuni, har hann hevði sett bilin, so foreldrini kundi hoyra og fylgja við í tiltakinum, sum savnaði fitt av fólki á gongubreytini og undur Bókasavninum.
Hann vísur mær, hvussu framsýningin er sett saman, hvussu ljósið hevur slitið onkrar av gomlu myndunum gjøgnum árini, og at enda sleppi eg at velja mær eina mynd úr rúgvuni.
Niðanfyri er stutta røðan eg helt í regninum, meðan Tummas Jákup gjørdi klárt at loysa grøna dúkin, ið fjaldi neystaveggin.
Vælkomin í Støð. Soleiðis sigur skráin, at har eru vit stødd - í Støð, millum slókta sjónleikarhúsið og bedagaðu bedingina.
Sum listafólk, og grundleggjandi sum fólk yvirhøvur, er tað ein daglig ambitión at verða lagdur til merkis, at verða sædd ella sæddur aftur, at skriva seg inn landslagið, har hugurin grør, at gera mun, at hava nakað at brenna fyri, sum ein segði í Útvarpinum í morgun.
Tað gerst ikki uttan at hevja seg upp um tað triviella, hóast listaligi kjarnin er júst tað gerandisliga, og organiska skapið liggur undir tíðini, og sum fer í ljósinum, sum frálíður burtur í einki, tá vit draga frá um eina løtu.
Organisk reflekterandi landslagslist við vágna kunnu vit kalla hana.
Heilt nágreiniliga heitið er Vrakaðar myndir. Ein gáva frá Tummas Jákupi Thomsen, sum vit skulu avdúka á Mentanardøgunum í Fuglafirði í dag.
Vrakaðu myndirnar eru partar av verkinum Skriget Borealis í Arken í Danmark fyri 20 árum síðan.
Við amerikanska Kim Levin sum kurator brúkti Tummas Jákup hálvt annað ár at arbeiða við fotomyndum, so ítøkiligani, at hann stoytti klorin á og skavaði í teimum. Klorifiseraðar raderingar.
Hugskotið, sigur hann, kom sum ein mótreaktión av tí alsamt vaksandi streyminum av miðlaðum blinkstri og myndum, sum vit tá, og enn í dag, verða rakt av sum miðlabrúkarar til gerandis.
Tónleikurin er eisini við í hugsaða baksýninum, tí myndirnar hava rót í grungetíðini fyrst í 90’unum.
Nakrar myndir tók Tummas Jákup sjálvur, men tær flestu eru anonymir fotoflatar, framkallaðir í einum lívfrøðiligum løgi, og fingnir frá einum handlara í Keypmannahavn. Vórðu tær viðgjørdar, so eingin á myndunum kendist aftur, so kundi eg brúka tær, sigur Tummas Jákup um treytirnar frá fotohandlaranum Japan Foto á Norðurbrúgv.
Á upprunaframsýningini var henda kollasjan 5 ferðir 6 metrar, also 30 fermetrar við 2016 myndum.
- Tá so nógvar myndir eru, missir áskoðarin yvirlitið og veit ikki, hvussu nógvar tær eru, sigur Tummas Jákup.
Her í Støð er kollasjan 2,7 ferðir 8,9 metrar sigur listamaðurin, sum eisini er bygningssnikkari.
Kollasjan er minni í vavi, men hevur nærum somu effekt, og eitt hevur hann sett afturat, tað er ein lampa, av snurrandi slagnum, sum var so væl umtókt í 60’unum og 70’unum, við fossum og skógareldum, sum mæla runt og í ring.
Lampan, sum Tummas Jákup hevur funnið, er við fuglum, flogførum og skipum, ið stillisliga fara framvið einum býi onkunstaðni sunnanfyri okkum í Støð.
Ein annar staklutur í kollasjuni, ber brá av gomlum Super 8 filmum, tá teir settust fastir í apparatinum, upploystust og gjørdust til eitt fremmant bløðruskap. Og so at spleysa aftur, sigur Tummas Jákup, og konstaterar, at nú er hakk komið í filmin, og nakrar myndir eru vekk, burturi fyri tíð og ævigheit, sum hann við egnum orðum sigur um tilgongdina og um konseptið í verkinum Vrakaðar myndir í Støð í dag.
Gerið so væl!
Ólavur Larsen handar blómur á svalanum, tá verkið er avdúkað, og Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði fegnast undir neystavegginum. So serverar Leif Sørensen ein góðan bita í søguliga Riberhúsi, har Elisabeth Eldevig vísur mær runt. Eitt fantastisk tiltak við hugtakandi fólkum.