Skip to main content

Filmur í 2017

Foto: Ole Wich

Eyðkennið fyri film á okkara leiðum í ár var, at vit fingu nógvar coming of age filmar at síggja í biografunum. Hjá okkum var tað fyrsti filmurin hjá Sakaris Stórá í spælifilmslongd, Dreymar við havið, sum Filmsfelagið frumsýndi í Havnar Bio 6. september. Hann var um gentur, meðan íslendsku Þrestir og Hjartarsteinn vóru um dreingir. Danski Team Hurricane, hjá Anniku Berg, sum er hálv av Tvøroyri, og amerikanski Lady Bird hjá Gretu Gerwig, eru báðir um gentur.

Coming of age heitið er nýtt og sipar til eina búningartilgongd, ofta við einum kynsliga definerandi tema, sum er frammarlaga í søguni, ið er nógv meira kompleks enn fløtu og eindimensionellu ungdómsfilmarnir, sum til dømis vóru á danska marknaðinum í 1970’unum.


Eitt annað eyðkennið fyri film í undanfarna árið er avbjóðandi og tilætlaður óhugni, discomfort. Dømi um hetta er filmsrøðin Black Mirror á Netflix, har tilveran verður lýst og hildin upp móti aktuellari samskiftistøkni, har tú kanst blokka persónar, ið tú ikki tímir at samskifta við. Akkurát sum á Facebook. Nýggj røð byrjar 29. desember. Havi bara hugt eftir úrvaldum pørtum, har hin besti var White Christmas, ið hevur trý ár á baki.


Tað ófrættakenda er eisini kjarnuevnið hjá svenska Ruben Östlund, síðst við The Square, ið vann gull í Cannes í summar, og sum Filmsfelagið vísti í heyst við eini perspektiverandi innleiðing, sum Solveig H. Olsen stóð fyri - ikki bara heimligt, men skrivandi seg sjálvan inn í altjóða rák og listarligt kjak.

Í samrøðu við netmiðilin Vulture, sum New York magazine rekur, sigur Ruben Östlund, at “These people that in the beginning were sitting in tuxedos and eating their nice, fancy dinner, I wanted them to be uncivilized animals in the end. I think that the most uncivilized thing about our time is the collective rage against individuals that are acting uncivilized. Isn’t that the scary thing about us?”

Uttan á nakran hátt at bera í bøtuflaka fyri 65 ára gamla filmsframleiðaran Harvey Weinstein, skal sigast, at The Square varð gjørdur innan átakið #MeToo elvdi til Weinstein-effektina, sum feldi eina røð av sterkum monnum um allan heim, men fyrst og fremst vísti ranguna á Hollywood, sum neyvan hevur staðið veikari enn í ár.


Eins og svenski Östlund er norski Joachim Trier føddur í 1974. Báðir hava teir tað ófrættakenda og oftani eisini eitt greitt Hitchcock-suspense frásøgulag í felag. Í fjør vann Joachim Trier Norðurlendsku Filmsvirðislønina fyri Louder Than Bombs, sum Filmsfelagið vísti tað árið. Nú er tað filmurin Thelma, sum verður fimta mikudagssýning í Filmsfelagnum í 2018. Tað ófrættakenda og óbehagiliga brýtur seg so harðliga inn í filmiska ljósið, at Thelma byrjar við eini ávaring um flash og blinkstrandi ljós, ið kunnu elva til epilepsi. Tað havi eg ikki sæð á filmi áður.

Mytologiska nútíðarsøgan um Thelmu brúkar horror og sci-fi sjangruna at lýsa ungu gentuna í Nútíðarnoregi, sum við innvortis báli og brandi veksur upp í kristnum umhvørvi, uppdagar at hon er lesbisk og hevur yvirnatúrligar kreftir, á sama hátt sum vit sóu í svenska filminum Låt den rätte komma in (2008). Hesir báðir, svenski The Square og norski Thelma, vóru sterkastu filmsupplivingar í biografi í ár.


Distributiónsformurin Netflix og stroyming er í ár vorðin seriøsur. Dømi um hetta er filmurin The Meyerowitz Stories hjá Noah Baumbach, har Dustin Hoffman og Adam Sandler spæla við.


Í nýggja heimildarfilminum Voyeur vísur Netflix okkum 85 ára gamla amerikanska litterera journalistin, Gay Talese, ið lýsir og tosar við nærum eins gamla lúraran Gerald Foos, sum hevði The Manor House Motel í Aurora í Colorado, og púra óskammaður sigur frá, at hann lúrdi eftir øllum teim vitjandi pørunum, og skrivaði upp, hvat tey gjørdu. Eitt tragikomiskt avrik innan tveir aldrandi menn fara av verðini.


Filmsrøðin Godless á Netflix nýdefinerar eisini heimsins størstu og elstu sjangru, westernfilmin, og flytir sum aldri áður biografin og filmsupplivingina inn í heimligu stovuna, har kvinnur nú sleppa at mynda gongdina á harðrendu heiðini.


Stroyming ger seg eisini galdandi viðvíkjandi smala danska Team Hurricane og breiða amerikanska Our souls at night við Robert Redford og Jane Fonda í høvuðsleiklutunum. Báðir vórðu stroymaðir á netinum eftir altjóða frumsýning á filmstevnuni í Venzia í september í ár.


Heimliga stovan og kamarið eru sum aldri áður kappingarneytin hjá hevdvunna biografinum. Sum eingin annar hevur Havnar Bio tikið hesa kapping upp, so filmshugað fólk kunnu síggja sama nýggja altjóða arthausfilm í miðbýnum, sum tey lesa um í filmisku heimspressuni, ikki bara í danska Politiken, men eisini í bretsku The Guardian og Sight & Sound og øðrum altjóða filmstíðarritum og netmiðlum.

Foto: David Shankbone

Hóast tað ikki var ein filmur í ár, men vissuliga verður ein filmur nokkso skjótt, var #MeToo-rørslan tað ideologiskt týdningarmesta og mest skakandi í farna films-sári. Tiltakandi stroymingin fer helst eisini at draga tøkutenninar úr Hollywood sum films-metropolur, samstundis sum India enn er so nógv tað størsta filmsframleiðaralandið, hóast mest til innvortis brúk. Seinastu fimm árini hava fleiri enn 1500 biograffilmar verið gjørdir hvørt ár í fullari longd á ymsu málunum bara í India. Næststørsti filmsmarkanaður, máldur í filmsheitum, er hin amerikanski við fleiri enn 700 innlendskum biografilmum um árið. Triðstørsti er hin kinesiski við fleiri enn 600 spælifilmum um árið.

Tíggjuáraskeiðið frá 2005 til 2015 er heimsins filmsframleiðsla tvífaldað, frá 4.584 til 9.387. Kappingin er um útbreiðsluna, pallarnar og løriftini.


Fleiri filmstevnur vóru í Havn í ár, har eksotiskir arthausfilmar vórðu sýndir. Nevnast skulu The Handmaiden úr Suðurkorea og The Wound úr Suðurafrika, sum enn er Oscaruppskot á minnilutamáli. Báðir vórðu vístir á Faroe Islands International Minority Film, sum Nadia Abraham, omanfyri, skipaði fyri í Perluni í september.

After the Storm úr Japan, The Patriarch úr Nýsælandi og Ljós í myrkri úr Finnlandi vóru á Filmsdøgum í Felag í sama filmsmettaða mánað, september.

Í november vóru stak forvitnisligir ísraelskir filmsdagar hildnir í Havnar Bio í samstarvi við ísraelsku sendistovuna í Keypmannahavn. Nýtt spennandi úrval verður aftur næsta ár.

Fyrr í ár var Tóff, Tórshavn Filmfestival í Norðurlandahúsinum.

Hesa ársins tíð eru Oscaruppskotini um besta filmin á fremmandum máli mest áhugaverd. Umframt The Square úr Svøríki, eru ísraelski Foxtrot og russiski Loveless (Andrey Zvyagintsev) enn við í kappingini. Júst hendan russiska, sum á enskum kallast Loveless, fer Filmsfelagið at visa 17. januar.

Sakaris Stórá hevur boðað frá, at hann er í gongd við nýggjan film, har snúningsásurin er eitt flakavirki. Privatfíggjaður filmur við svenskum leikstjóra verður gjørdur í Vágum yvir søguna um Fuglefangerens søn úr Gásadali, og Sjónleikarhúsið hevur við grundstøði í egnari atgongumerkjasølu gjørt filmin Illir andar, sum skjótt fer at verða liðugur. Hugsa tær, um fleiri mentanarhús í landinum fóru at framleiða film á henda hátt. Tað er mentan og uppliving, beint til fólkið! Gudmund Helmsdal ger film til netið, Entering the Kitchen, og Anton Petersen ger kamarspæl og krimifilm við Olaf Johannesen.

Men fyrst fyri er Nina hjá Mariu Winther Olsen, sum eftir ætlan verður frumsýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio í mars ella apríl.

Eitt gott ár við filmi, er um at fara, og eitt ikki minni spennandi filmsár er um at daga undan føroysku sýnini við Filmshúsi og Klippfisk á Vestaru bryggju.

Foto: Ingi Joensen