Hetta er filmurin eg fyrst og fremst vil viðmæla filmshugaðum fólki at síggja í februar, svenski Korparna, sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum á middegi, klokkan tólv, týsdagin hin 26. februar. Nýggi filmurin, sum byggir á samnevndu skaldsøguna hjá Thomas Bannerhed frá 2011, fer fram á einum svenskum bóndagarði í sjeytiárunum. Óstortligi pápin vil hava sonin at taka við garðinum, men áhugamálini hjá soninum sampakka illa við pápans. Ein kørg, men serstakliga sterk søga, sum longu frá byrjan ber boð um, at leikstjórin er pressufotografur og hevur serliga gott eyga at lýsa tjúkka akurin og lendið, sum hóast vakurt, er merkt av duldum maktum, ið ikki á nakran hátt koma at tana bóndans søk. Í berari ómegd ger hin gamli skaða á seg sjálvan í eini patetiskari roynd at sleppa at vera á garðinum. Ein visuelt hugtakandi søga.
Aldri áður havi eg sæð so langa filmskrá í stytsta mánaði, februar. Tað gongur slag í slag. Mikudagin trettanda februar vísur Filmsfelagið hin Oscartilnevnda libanska filmin Kapernaum, sum fær bestu ummæli allastaðni. Eins og allar hinar sýningarnar eru tær hjá Filmsfelagnum opnar og almennar.
Dagin eftir, hósdagin fjúrtanda, vísur Havnar Bio If Beale Street Could Talk, har leikstjórin Barry Jenkins, hann ið gjørdi Oscarvinnaran Moonlight í fjør, førir okkum til Harlem í sjeytiárunum við søguni hjá James Baldwin.
Sunnudagin seytjanda februar tørna tey fyri í Løkshøll við nýggjasta ensktmælta filminum hjá grikska meistaranum Yorgos Lanthimos The Favourite. Leygarkvøldið sóu ikki færri enn 305 fólk filmin um Freddie Mercury og Queen, Bohemian Rhapsody í Løkshøll, so alt bendir á, at fólk vilja síggja film í felag við góðari mynd og góðum ljóði, sum í øllum førum er betri enn heima. Og fyra at venda aftur til grikska leikstjóran, so vil eg viðmæla ensktmælta The Lobster, sum er tikin í Írlandi í 2015 og nú sæst á Netflix.
Hósdagin einogtjúgunda februar vísur Havnar Bio fleirfalt virðislønta og fimm ferðir Oscartilnevnda filmin Green Book við Viggo Mortensen í høvuðsleiklutinum.
Tveir dagar seinni, leygardagin tríogtjúginda februar vísir Atlantis í Klaksvík hin ummælararósta heimildarfilmin Cold Case Hammarskjöld eftir Mads Brügger.
Og sama kvøld er Geytin í Havn, har hesir átta stuttfilmar eru við í ár: 12 (Hanna og Mikkjal Davidsen 1:28 min), Góðastova (Maria Guldbrandsø Tórgarð 17:00 min), Omman (Julia í Kálvalíð 12:00 min), Ikki illa meint (Andrias Høgenni 21:00 min), Julians Stigi (Atli Brix Kamban 17:37 min), Annika (Heiðrik á Heygum 20:00 min), Tyggigummi (Gudmund Helmsdal 4:30 min) og Et visit (Sára Wang 14:00 min). Útlendskur gestadómari er í ár Melissa Lindgren úr Svøríki og vertur er eins og undanfarin ár Finnur Koba, havnarmaður úr Vestmanna. Sama vikuskifti, tað vil siga fram móti mánamorgni, er vertsleysa Oscarhandanin í Hollywood, hin einoghálvfemsinstjúginda av slagnum. Eru føroysku filmseyguni ikki mettaði, so er at fara í Norðurlandahúsið at síggja besta norðurlendska filmin, sum íslendingar eiga annað ár á rað, Kona fer í stríð.
Seinasti februarfilmur, eg vil viðmæla, er hin danski Før frosten, sum er í Filmsfelagnum hin sjeyogtjúginda februar. Serstakt við hesari sýningini er, at høvuðsleikarin, Jesper Christensen, verður til staðar og fer at práta um egnar royndir í og við filmi, og at svara spurningum úr salinum, sum Tina í Dali Wagner, leiðari í Filmshúsinum, fer at stýra. Frostur ella ikki, ein filmssterkari føroyskan februar finnur tú ikki.