Skip to main content

Tá skipanir gloyma børnini


So stuttligt er jólatræið, sum fyrst í mai lýsir tilboðini til børn og ung í Føroyum í dag. Tað var fríggjadagin, at ein sjáldsama hugvekjandi ráðstevna var í Norðurlandahúsinum. Undir heitinum Kná børn, hevði Almannaverkið sett sær fyri at ”seta gongd á eitt arbeiði, sum skal tryggja, at øll børn og ung í Føroyum, rættstundis, fáa javnbjóðis møguleika at standa seg í lívinum.”


Tað, sum fyrst fangaði meg, umframt stóra og sjálvrannsakandi evnið, var, at Almannaverkið á triða sinni bjóðaði øllum til ráðstevnuna, uttan at tekna seg frammanundan og uttan at gjalda. Hvussu í allari víðu verð skulu tit halda skil á hesum, hugsaði eg við stirvnum læraradøgum í huga, har øll skulu tekna seg, fáa navn í bringuna, fáa koyripengar og váttan um frían vikar, og so akkurát tann mat, sum hóvar teimum og einki annað grønt úr Havn. Men allar ivasamar hugsanir og fyrivarni úr læraraverðini vórðu gjørd til skammar av tí heilt annarleiðis virkna Almannaverkinum. Teknmálstulking var alla tíðina í øllum hølunum í Norðurlandahúsinum, framúr matur í ríkiligt mát varð serveraður til øll, sum mundu vera um 800 fólk, og yvirlitið á øllum uppsløgunum var dagført og framúr. Og so varð ársins rúmliga arbeiðspláss kunngjørt, Sandavágs Timburhandil, sum stjórin Albert Ari Thomassen tók ímóti.


Eyðgun Samuelsen, landstýriskvinna, setti ráðstevnuna um knáu børnini og segði m.a. ”Tíverri eru tað børn, sum vaksa upp í ótryggleika, mistrivnaði og viðhvørt misrøkt. Orsøkirnar kunnu vera fleiri og eru altíð samansettar. Um vit bara tosa við tey, sum eru samd við okkum sjálvum, koma vit onga veg. Tí dámar mær væl, at Almannaverkið hesaferð hevur bjóðað eina rúgvu av øðrum myndugleikum, stovnum og ikki minst sjálvbodnum áhugafelagsskapum við bæði í tilgongdina at gera av innihaldið á ráðstevnuni og ikki minst, at skráin eisini hevur givið rúm fyri at onnur, sum ikki umboða ella starvast í Almannaverkinum, fáa møguleika at koma við sínum sjónarmiðum um, hvat vit ikki gera. Vit hava ofta lyndi til at gloyma at taka tey, sum hava brúk fyri hjálp við uppá ráð, tá vit gera skipanir sum skulu hjálpa. Tí er tað sera jaligt, at børn og ung eisini hava fingið rúm á ráðstevnuni. Vit kunnu sanniliga fegnast um, at vit eiga ung fólk, sum eru so mikið djørv, at tey tora og tíma at siga okkum frá sínum persónligu søgum um vantandi hjálp og skipanir, sum ikki altíð hava verið so góðar at lofta. Í Føroyum eru vit heppin at hava nógv fólk, sum arbeiðir sjálvboðið. Stórt sæð allar vælferðartænasturnar hava sín uppruna í sjálvbodnum arbeiði, sum undangongufólk eru farin undir, tí tey hava sæð tørvin og gjørdu nakað við tað. Eg eri sannførd um at vit eiga at varðveita og styrkja teir sjálvbodnu felagsskapirnar júst tí teir eru betri til at fáa samband við tey ungu og náa ofta út har tær almennu skipanirnar ikki røkka. Øll tykjast samd um, at tvørgeiralig átøk eru neyðug, um børnini skulu loftast og fáa nøktandi hjálp. Viljin til at arbeiða tvørgeiraligt tykist eisini vera til staðar hjá øllum pørtum. Vit hava eisini góð dømi um, at tá vit arbeiða saman, so flyta vit nakað. Tó vita vit eisini, at tað er tungt at arbeiða tvørgeiraligt og ikki minst at halda lív í tvørgeiraligum arbeiði.”


Rósa Samuelsen, sum er valevni fyri Sambandsflokkin, sigur í tíðindaskrivi aftaná ráðstevnuna, at tað, sum skakaði hana mest vóru ”frágreiðingarnar frá tveimum fantastiskum ungum kvinnum, sum høvdu dirvi til at greiða frá sínum lívsroyndum, og hvussu tær hava upplivað skipanina. Tíbetur høvdu tær fóta sær og fingið hjálp, men uttan iva hevði lív teirra verið øðrvísi um tær fingu ta røttu hjálpina nógv fyrr og rættstundis. Í ein ávísan mun vóru tað ymisk viðurskifti tær greiddu frá, men til felags vóru tað nógvar óhugnaligar líðingar tær høvdu verið í gjøgnum.” Púra samdur, at júst hetta, sum var úr Stoffalág 35 í Havn, var so nógv tað sterkasta innslagið, í hvussu er av tí, sum eg hoyrdi. Loyvt varð ikki at fotografera, júst tí at hetta var so persónliga avdúkandi, og at ”fleiri tykkara í salinum vistu alt um mína støðu”, sum onnur kvinnan segði beint fram. Júst hesin setningurin var hin mest rámandi henda fakdagin við almannamálum.


Hin unga kvinnan, sum var við í framløguni, Anna Nolsøe Joensen, var aftur á skránni seinrapartin við sjáldsama skilagóðum orðum og hugsanum.


Tríggjar kvinnur, Rebekka Perlick, yvirlækni í barna- og ungdómspsykiatri á Psykiatriska deplinum, Alisa Hammer, fyribyrgingarleiðari hjá Bláa krossi og Súna Mørk, sum er leiðari í Fountainhúsinum, settu saman allar skipanir, ið eru tilboð til brúkaran, ið er yvirrendur av betongskipanum, sum tykjast egin kongarríki við øllum hugsandi forðingum og seinkingum, har allar hugsandi nevndir og málsvigerðarar skulu uppí og barnið, sum einaferð var í miðdeplinum, verður gloymt. Tær tríggjar vóru framúr at loysa hesa lítið tænastusinnaðu støðuna í Nútíðarføroyum.


”Greiði boðskapurin var, at allir múrar og forðingar mugu brótast niður og byggjast skal upp ein tvørfaklig samanhangandi skipan, soleiðis at tað eru børnini og ungdómar og tørvurin hjá teimum, sum skal verða sett í miðdepil”, sigur Rósa og eg kann bara nikka samtykkjandi tá henda dinosauriska skipan verður varpað upp á veggin. Orðstýrari var Høgni í Jákupsstovu.


”Tørvur er á nýggjum arbeiðshættum. Óansæð, hvør ella frá hvørjum hjálpin skal veitast, so er neyðugt fyrst og fremst at hugsa samskipandi, samanhangandi og tvørfakligt. Vit skulu hugsa heila menniskja, har útgangsstøðið til eina og hvørja tíð er persónurin og familjan”, sigur Rósa og eg nikki afturvið hvørjum orði. Ein av útlendsku fyrilestrahaldarunum var danski Per Schultz Jørgensen.