Jón Hammer er ein á liðnum hjá stjørnuframleiðaranum Katju Adomeit, nú filmurin Mítt barnaheim í Kabul verður stroymdur inn í stovur í danska ríkinum. Tað er biografurin Grand Teater, sum skipar fyri stroymingini, nú allir biografar eru stongdir. Grand byrjaði at vísa film í Keypmannahavn í 1913, og hevur undir koronastongsilinum lagt seg eftir at stroyma góðan nýggjan arthousefilm, sum júst er vørumerkið í hesum biografi, ið er besti samstarvsfelagi hjá Filmsfelagnum.
Meðan vit bíða eftir, at vanliga biografvirksemið byrjar aftur - í Danmark, har tey hava virknan mentanarpolitikk, er uppskot um at halda frástøðu í biografinum, og at landið stuðlar við at keypa tómu sessirnar, sum eru ímillum - ber til fyri 49 krónur at síggja filmin úr Kabul heimastroymdan. Lukkutíð hevur eksotiski filmurin Parwareshghah danskan undirtekst, tí talaða málið er dari, hindi, urdu og russiskt.
Í 2017 møtti eg framleiðaranum, Katja Adomait, sum sæst longst til vinstru omanfyri, og medframleiðaranum Jón Hammer, sum sæst longst til høgru. Millum tey bæði standa Sakaris Stóra og Ingun í Skrivastovu, tí tey varða øll av fyrsta føroyska filminum í spælifilmslongd í mong ár, Dreymar við havið. Eitt annað, sum knýtir framleiðsluliðið til filmin úr Kabul, er belgiski fotografurin Virginie Surdej, sum í trimum førum hevur filmað fyri Sakaris.
Mítt barnaheim í Kabul byggir á søgu hjá Anwar Hashimi, sum Shahrbanoo Sadat hevur leikstjórnað. Tey eru bæði úr Afganistan og filmurin er onnur søga av fimm ætlaðum, sum Hashimi hevur skrivað til Sadat. Her síggjast leikstjórin og hanritahøvundurin.
Sjálvur haldi eg at myndatólið hjá Surdej er høvuðsleikarin. Poetiskt staðfestandi, men ongantíð dvalandi við tað tølandi vakra, men heldur lýsandi tað ótilgjørda og ósminkað, sum í støðum gerst so akutalitetslivandi, at tað er mest sum dokumentaristiskt.
Filmurin fer fram í Kabul í 1989. Foreldraleysi tannáringurin, Qodrat, sum sæst mitt fyri á myndini omanfyri, er eins og aðrir menn púra burtur í Bollywoodfilmum. Hann forvinnur sær til dagin og vegin við at selja bíligastu biografatgongumerkini fyri okursprís, hann er ein scalper, men proffittmaksimeringin verður straffað, og Qodrat endar á barnaheiminum, sum gevur filminum navn.
Her møta vit Hashimi, sum í egnu søguni er vegleiðari hjá dreingjunum á barnaheiminum, ið er tátíðar sovjettiskt. Filmsbrotini, tá tey sum skótar við reyðum hálsklúti fara útferð til Sovjett, síggja Lenin og ein hernaðarvogn, eru hugtakandin og akkurát so propagandistisk, sum tey ljóða, tí mótsetningurin er heima, mujahedin. Har eru muslimarnir farnir í heilagt kríggj. Tá er gott at droyma seg burtur í bestu Bollywoodfilmum. Um enn ungdómsmildari, so fer ein at hugsa um endan á nýggjasta Tarantinofilminum og hvussu hann bendir søguna, tá tú vilt hava endan at verða annarleiðis. Ein poetiskt handfaring av filmaðu søguni.
Ein góð og eksotisk søga av coming-of-age slagnum, sum far meg at leingjast eftir at biografurin letur upp aftur. Bollywoodsjangarn, sum filmurin í støðum brúkar sum stev, koblar filmin til eitt spennandi markamót, sum í italska Cinema Paradiso frá 1988. Ummælarin hjá danska Ekko er so himmalsfegin, at hann knýtir til franska Truffaut og hansara ungdómsfilmar.
Føroyski filmsframleiðarin, Jón Hammer, sigur, at við at velja henda og líknandi filmar heim í stovuna, stuðlar tú filmsvinnuni, serliga teimum smærru filmunum á upprunamáli. ”Í hesum føri stuðlar tú einum ótrúligum, kvinnuligum leikstjóra, sum insisterar uppá at fortelja søgur úr sínum heimlandi, hóast ófatiliga mótgongd,” sigur Jón, og sipar til 28 ára gomlu Shahrbanoo Sadat, sum er eitt navn at leggja sær í geyma.
Her síggjast nýggjastu verk hjá fremstu evropeisku filmsleikstjórum, spanska Almodóvar, franska Ozon og týska Petzold. Ein persónlig perlurøð er russiski Andrey Zvyagintsev við Leviathan, pólski Pawel Pawlikowski við Ida, svenski Ruben Östlund við Force Majeure, norski Hans Petter Moland við Út at stjala ross, amerikanski Paul Thomas Anderson við The Master, svenski Ali Abbasi við Grænse, amerikanski Jim Jarmusch við Paterson og bretski William Oldroyd við Lady Macbeth.
Holocaust-freaks, teir eru nógvir í Føroyum, fáa eisini nakað fyri pengarnar, tá teir á hesum sama stað velja Sauls Søn hjá ungarska László Nemes ella Et Tysk Liv hjá eysturríkska Christian Kröner, sum lýsir Brunhilde Pomsel, ið var skrivari hjá Joseph Goebbels. Nýggi danski filmurin Krudttønden er heldur ikki uttan týdning í hesum høpi.
Listafólkafilmar, sum Mr Turner og Van Gogh - ved evighedens port, eru eisini tøkir, hevur tú ikki sæð teir í Filmsfelagnum ella umborð á Atlantsflogi.
Og sást tú ikki Føroya minst sædda film, The House That Jack Built hjá Lars von Trier, so ber til at síggja hann her fyri undirpris, bara 39 krónur.
Hoyggjhúsfilmar til sovikamarið eftir midnátt eru eisini tøkir í fleirtali, verður sagt. Frámerkini kunnu vera ymisk, men her eru donsku Dronningen og Nymphomanic, suðurkoreanski The Handmaiden, franski Climax og eins franski Dobbelt Begær hjá Ozon, ið verður lýstur sum ”en ganske fugtig frækkert”.
Og vilt tú bara fara í kirkju at hoyra Arethu Franklin, so er søguligi heimildarfilmurin Amazing Grace hin endaliga loysnin. Valið er títt, tí arthousebiografurin er fluttur inn í tína stovu. Inntil vit aftur møtast at síggja film í felag - har sum hann eigur at verða sæddur!