Skip to main content

Vágar mest vitjunarverdar


Síðan Vágatunnilin varð tikin í brúk fyri jól í 2002 eru Vágar knýttar nærri at Streymoynni og Eysturoynni. Drívmegin og attraktiónin er flogvøllurin, sum kastar nógv av sær, ikki bara til oynna, men til alt landið. Hetta er vegurin út í heim, skalt tú flúgva, og hinvegin er tað her, at tú tekur ímóti fólki, ein veruleiki, sum síðan kríggið, tá flogvøllurin varð grundlagdur, hevur kastað nógv av sær í Vágum og ivaleyst skapt eitt lokalt tænastusinni at hýsa fólki, sum skal liggja nátt, fáa at eta og síggja náttúruna. Hetta eru grundsteinarnir í ferðavinnu og einki er at taka seg aftur í, at Vágar hava gingið undan.

Tá so Norðoyatunnilin kom til í apríl 2006 varð landfast heilt úr Gásadali til Viðareiðis. Ella sum Tunnilsfelagið sigur á heimasíðuni undir yvirskriftini "Vit knýta føroyingar saman": Undirsjóvartunlarnir hava gjørt Føroyar størri. Við Vágatunlinum og Norðoyatunlinum eru 87 prosent av føroyingum knýttir saman í eitt veganet. Tað hevur verið eitt stórt framstig fyri føroyska samfelagið sum heild - vinnuliga, mentanarliga og ikki minst fólksliga.

Ikki er vist at framtíðartunnlarnir fara at bera eins stór framstig við sær og hesir báðir, ið greitt hava knýtt landið tættari saman og skapt ein nýggjan mobilitet - at tú nú kanst búgva, arbeiða og uppliva eftir øllum hesum veganeti.

Higartil hava framtíðartunnlarnir ikki verið sannførandi í somáta, hin nýggjasta ætlanin ein marrudreymur, tí drívmegin er heimrustin og lokalpatriotisma, altíð í andsøgn við høvuðsstaðarøkið, hvørs søk eingin talar, hóast flestu vilja búgva har. Ja, og so kremmaralyndið. Onkur skal betala fyri ta vandamiklu verkfrøði, sum ótamd sleppur at liva úti um landið, tí bygdafólk á tingi vilja tað so.

Í hesi vandatíð ganga Vágar støðugt undan. Fyrst við Gásadalsgarði, síðan við Fiskastykkinum í Sandavági og nú við Pakkhúsinum í Bø. Kafé Fjørðoy í Sørvági eigi eg enn til góðar at royna.


Útsýnið av loftinum í Pakkhúsinum í Bø er framúr, sandurin innbjóðandi og atløgubryggjan ein uppliving, sum fær stórbýarfólkið at fara niður í gir og stressa av. Her er friðsælt og innanveggja andar alt av autentisiteti og persónligari søgu, tá Helga Nordendal tekur í móti og greiðir frá við borðini, hvussu pápin setti pakkhúsið í stand. Hon er uppkalað eftir ommuni, Helgu Jacobsen, sum varð gift Guttesen. Tað sæst í broderaða navnamerkinum, HJ, peikar Helga á. 


Júst tílíkar søgur gera vitjanina til meir enn eina veiting. Tú upplivir húsið, sæð gjøgnum eyguni og tankarnar hjá einum avvarandi, so at siga. Einum livandi menniskja, sum gongur upp í virksemið við lív og sál. - Og so var orsøkin arbeiðsloysi, sum kom av koronasmittuni, tá samfelagið mest sum steðgaði upp, og eg noyddist at gera okkurt í summar, til eg aftur byrji á Hafnia í Havn, sigur Helga.


Her eru nógv fólk, sum frammanundan hava bílagt sunnudagsdøgurða. Uppi á loftinum bíleggi eg fiskasúpan, sum er mild við fersku, og ein føroyskan borðisk, sum er turr grind, spik og epli. Konventionelt og akkurát, sum eg væntaði tað, trygt og gott.


Niðriundir sæst at Pakkhúsið er frá 1861. Hetta er fyrsti handil á vestaru síðu á Vágoynni, eftir at kongalig einahandilin varð lagdur niður. Og eg eri ikki ósamdur, tá eg lesi á Facebookvanganum hjá Pakkhúsinum, at hetta er "ein søguligur bygningur í Føroya vakrasta umhvørvi, ið gevur framúr karmar fyri hugnaligari samveru til eitt og hvørt høvi."


Umframt matstovu í summar, verður Pakkhúsið eisini bjóðað fram sum karmur um skeið restina av árinum, og so fáast eisini garvaði seyðaskinn.


Nú summarið er komið, eisini við ferðafólki á kampingplássinum í Havn, er upplagt at ferðast í egnum landi. Ivasomu søgurnar um koronaeftirlitið, og hvør skal vinna brúkarpeningin av tí, har eisini politikarar á tingi eru millum kremmararnar, hava sannført meg um, at eg fari ikki av landinum í bræði. Í hesum melduri av fyriskipaðum kremmaravirksemi, eiga vit øll at stuðla ferðavinnuaktørum við at ferðast í egnum landi og njóta tað tænastu, tey har bjóða. Higartil eru Vágar í oddinum sum tær mest vitjunarverdu hjá okkum, sum búgva í miðstaðarøkinum.