Skip to main content

Ambitiónirnar eru tengdar at fólki á staðnum


Við arbeiðssetninginum um eitt nýtt føroyskt Skúlanet hevur Andreas Simonsen ferðast kring landið at kanna, hvussu KT-støðan er á ymsu skúlunum.

Rannsóknararbeiðið er tengt at Heildarætlanini “Saman um eina trygga KT-loysn”, sum Undirvísingarstýrið stendur fyri saman við KT-vinnuni, Námi og Próvstovuni, har Andreas starvast.

Í Heildarætlanini, sum fríggjadagin varð handað landstýrismanninum, Jenis av Rana, í Norðurlandahúsinum, verður sagt, at “stovnaður verður ein KT-felagsskapur fyri fólkaskúla, miðnám og hægri lærustovnar, “Skúlanet”, svarandi til tað, Landsnet er fyri teir almennu stovnarnar.”

Nú rundferðin nærum er av, sigur Andreas, at KT-støðan og nýtslan er ymisk frá skúla til skúla og frá kommunu til kommunu.

- Tað er upp til leiðslurnar á staðnum, at raðfesta KT. Frá nøkrum kommunum er tað oyramerkt til KT og frá øðrum kommun er tað ein skúlaleiðsluavgerð, har tey fáa ein posa av pengum. KT-ambitiónirnar eru tengdar at KT-fólki á staðnum. Nakrir skúlar hava flokssett av teldum, aðrir nýta als ikki teldu, nakrir skúlar brúka teldur frá miðdeild og upp, og aðrir skúlar brúka bert teldur í hádeild. Skúlaleiðslur eru, sum hava ítøkilig mál, ið skulu røkkast, so sum at næmingurin skal duga at goyma eina fílu innan eitt ávíst flokkstig, aðrir skúlar hava onga ætlan á KT-økinum. Men øll eru tó samd um, at KT skal brúkast sum eitt amboð í undirvísingini, tá tað skapar meirvirði, og ikki sum eitt mál í sjálvum sær. Eitt sitat eg tók til mín, var, at flyta vit eina bók á skermin, so gevur tað onga nýtt og onga úrtøku, uttan so at tað verður interaktivt. Fyrst at lesa ein bókatekst, og so at lesa hann frá skermi, gevur ikki meirvirði. Men KT-amboð, ítøkilig forrit, kanska serliga í náttúrufakunum, kunnu økja um innlæringina og fakligu fatanina. So tað eigur at verða nýggja gongdin, at allar bøkur eisini hava ein talgildan part, sum greitt skal kunna økja um innlæringina og fatanina av lærugreini, og ikki bara verða ein avritaður pdf’ur av bókini, tá talan er um at gera tilfar.

- Enn mangla vit at vitja partar av miðstaðarøkinum, sigur Andreas. Hann ger vart við, at Skúlanetið, sum er partur av Heildarætlanini, er við til at javna út tann stóra munin, sum týðuliga er millum skúlarnar í Føroyum.

- Skúlanetið skal geva lærarum og næmingum sama KT-tilboð, uttan mun til hvar í landinum tey eru stødd og líka mikið, hvussu stórur ella lítil ein skúli er, og líka mikið um leiðslan hevur raðfest KT ella ikki, so hava øll sama tørv á at KT riggar, sigur Andreas.

Ætlaða Skúlanetið, sum mælt verður til at seta á stovn longu við ársbyrjan 2021 og menna tey komandi fýra árini, er ein KT-felagskapur millum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunurnar, fólkaskúlan, miðnám, Setrið og KT-landsins, har størsti parturin av uppgávunum er útveittur til føroysku KT-vinnuna.