Skip to main content

The Devil all the time - Hank møtir Marx

 

Altíð við devlinum í hølunum, The Devil All The Time, er heitið á nýggja Netflixfilminum um traumatisku eftirkrígstíðina hjá ungum hvítum monnum á Gudfryktigari fátækrabygd í USA, sum ein vinmaður viðmælti og bað meg hyggja eftir. 

Sum sagt, so gjørt. Í hesum koronadøgum slúki eg alt úr Trumplandi, at koma til botns í hesi hvítamannahevd, ið roynir at hevja seg upp úr vónleysari óhumsku, bara fyri at sanna, at stættarbondini eru ikki at slíta. Tú sleppur ikki úr tíni egnu lagnu, um tú so garterar sum var hin grábeint í hølunum á tær, the devil all the time. Kargasta sitat úr filminum sæst á hesi plakat: Some people are born just so they can be buried.

Hefti meg fyrst við frásøgurøddina, ið er høvundurin, sum sjálvur hevur skrivað, 65 ára gamli real life Donald Ray Pollock, føddur í hesum umhvørvi, Knockemstiff, ið eg helt vera eitt uppspunnið heiti, sum á føroyskum kundi verið SláTeyKøld, so lítið lívsglað er henda kølsvarta bygd, Knockemstiff, sum er karmurin um estetiskt hugtakandi filmin, ið er tveir tímar og tíggju minuttir til longdar av Gudsrópandi devulskapi, all the time, hvussu góður jukeboks tónleikurin so er. Tí ein tíðarrøtt hillbilly jukeboks er hesin filmurin eisini. So beinrakin, at eg havi lagt playlistan til høgru her á blogginum.

Men staðurin er altso til á kortinum mitt í Ohio. Her hevur Pollock arbeitt sum trukkførari og arbeiðsmaður á eini pappírsverksmiðju, the paper mill, til hann fór um tey fimmti. Nú er hann 65 og hevur skrivað hópin av stuttsøgum av staðnum. Henda persónliga upplýsing frá Wikipedia, sum eisini eigur myndina av lesandi høvundanum á bókastevnu í Obedos í Portugal í fjør, er serstakliga áhugaverd, tá tú kavar niður í henda drúgva og samansetta filmin um hillbilly white trash, sum eru serstakliga fátæk hvít fólk á bygd í USA, sum í ein so stóran mun seta álitið á Gud og kirkjuna á staðnum, at tú annan vegin fer at leita upp allar plátur við Luke the Drifter, sum er hitt andliga dulnevnið hjá Hank Williams, og hinvegin at leita upp orðini hjá Karl Marx um religión sum opium til, fyri og hjá fólkinum. 

Í eini enskari týðing úr Critical Sociology av týsku upprunaorðunum hjá Karl Marx verður tikið soleiðis saman um: 

“Religion is the sigh of the oppressed creature, the heart of a heartless world, and the soul of soulless conditions. It is the opium of the people.” 

Hetta er ein serstakliga góð lýsing av vónleysa hjartasláttinum í korunum hjá teim hvítu, sum eftirkrígstíðina liva á hesum karga stað, Knockemstiff, og smokka longur og longur niður í mýrina, ætt eftir ætt. Eitt vónleyst økið, sum tú í bili kanst koyra ígjøgnum, halda ondini og taka eina knipsmynd uttan at steðga og bara prísa teg fyri at her varð tú ikki føddur og bannaður til at vaksa upp. Trumpland er hetta, sigur onkur. Og sætt at siga veit eg ikki, um nøkur vón á hesum leiðum er petti frægari enn tann forsetin ella ímyndin av onkrum øðrum. Fyrsti filmur í langa tíð, sum skapar so mikið av umhugsni um religión sum verðsligt fátækrafyribrigdi, at eg eri málleysur, so umhugsanarelvandi er hesin filmur. 

Eg kann bara siga: far og hygg. Heima í tínari egnu stovu.

Tað er tað.