Skip to main content

Hvar fara vit nú?

Henda mynd, ið hevur fýra ár á baki, tikin mentanarnáttina í 2016, fekk meg í vikuni at eygleiða ferðafólk, foreldur og tvey børn, sum eins og hesi komu úr Vágsbotni.  

Skilliga ætlaðu tey sær niðan á Vaglið, lítla húskið á ferð. 

Men standandi undir trappuni, vistu tey ikki hvønn veg tey skuldu fara, tí her koyrdu bilar alla tíðina, og eingir gonguteigar eru at fara eftir. 

Nú steðgar ein bilur í brattanum, at lova teimum yvir um vegin, men tey skilja ikki signalini frá tórshavnska føraranum, og hvaðna minni vita tey nakað um smoguna fram við Pisshúsinum, sum hann peikar á, og ei heldur panoramatúrin á trappuni hinvegin, gjøgnum Boysensgarð, tá hann á skundútlendskum nevnir tann møguleikan, og sigur so við álboganum á hurðini okkurt um at kasta perlur fyri jazz, innan hann koyrir víðari so ljóðleysur, at eg haldi at hann í minsta lagi vera hybridur.

Av horninum við Hvonn, har eg siti við Mercedesrættið, gevi eg mær góðar stundir at eyglaða interaktiónina við útlendska húskið mitt í Havn. 

Oman úr mentanargøtuni er eingin bilur í reyvini, so eg tyggi eitt splittsekund ella tvey at memorisera spansku trappuna í uppskotinum hjá Hans Mortensen og Gunnar Hoydal akkurát á hesum stað í “Havnin innan fyri Stóragarð - hugsjónir og visiónir”.

Hóast faktiska trappan í dag er framúr væleydnað - nógv betri enn nakar hevði hugsað sær, tá hon varð hildin fram sum eitt nýsavnandi rúm í miðbýnum, ið á fyrsta sinnið varð farin at bera brá av metropoli við útiservering - er hon eitt gott dømi um munin at hugsa Ford, heldur enn Grundtvig, bil fyrst og síðan menniskja.

Uppskotið um spansku sóltrappuna hjá Hans Mortensen og Gunnar Hoydal setur sperru fyri bilum millum Vaglið og Vágsbotn. Í staðin skal har verða gjørligt at ganga sikk-sakk millum hesi bæði kjarnustøð í miðbýnum og har taka seg fram sum menniskja. Bilar, parkering og bilferðsla verða leidd uttanum hetta miðmenniskjansliga uppihaldsstað hjá havnarfólki og øllum vitjandi niðri í hesi heitu bráðpannu, sum lukkutíð angar so mikið av søgu, at tað skal meir enn ein arbeiðsbilur at oyðileggja hana. Men koma fleir, so er vandi á ferð. Til dømis at gera nýggj parkeringspláss og koyrimøguleikar út undir Bakka, bara tí ein gøtuseljari, soleiðis hissini ein dagin helt fyri, at nú var hann vorðin nakað illa til beins og mátti tí hava bilin hjá sær, ein kassavogn við dubultum hurðum aftan, til at taka her og nú meðan hann stendur ígongd, alt annað enn elektriskur.

Men her er dagsins trappa sett, ikki fyri at vera í vegin fyri vegnum og kvetta hann av sum omanfyri, men við síðuna av honum, koyrivegnum, so Mylnugøta enn sum áður er farleiðin, knívskorin til bilin og ongan annan, so markant at múrur er upp fyri í báðum vegsíðum niðan á Vaglið.

Hvør skal bestemma í dag, bilurin, ella menniskjan? Hvør kom fyrst á henda stað, bilur ella menniskjað? Hvør tænir umhvørvinum, útilívinum og umsetninginum best, bilurin ella menniskjan, á hesum stað?

Skálatrøð er nú rokin sum adressa hjá Tjóðleikhúsinum. Politisk undirtøka er ikki longur fyri hesi staðseting, tí kravið um parkering er so ágangandi og størt, og eingin kommunal loysn er í sikti. Ikki tí, eitt tjóðleikhús kann verða aðrastaðni í Havn, mest sum allastaðni, so sum ein arkitektakapping nú fer at lata upp fyri. Allastaðni. Men har niðri hevur Tjóðleikhúsið í privatkapitalistiska handilsdystinum móti samhaldsfast rindaðu kommunalu parkeringsplássini tapt 200-0.

Eitt er, at Tjóðleikhúsið, sum hjá flest øllum er vorðin ímyndin av einum professionellum mentanarhúsi í miðbýnum, kanska við biografi eisini, kundi eins væl verið uppi við gamla Sjónleikarhúsið og eystureftir, har grøni garðurin er, við stjóraíbúð í Hans Andriasarhúsi. 

Her eru tvær ferðir so nógvir fermetrar tøkir, sum niðri á Skálatrøð til sama endamál, ávikavist 1900 og 3600 fermetrar. Við eini opnari Havnará kundi henda staðseting knýtt eina nýggja og serliga vitala farleið úr miðbýnum og niðan til SMS við stórum parkeringskjallara um kvøldið, og slóðað fyri eini mentanarál heilt niðan í Gundadal við bæði myndlist, fótbólti og nýggjum hotellum.

Havnin broytir seg í stigum, ofta nokk so knapplig, sum í 1983, tá vit bæði fingu Norðurlandahúsið og Hotel Føroyar, tvær arkitektoniskar perlur, hvør í sínum lagi. Men nógv er hent niðri í býnum síðan tá, og fólk seta nýggj krøv um bústað, rekreatión og útilív. 

Tankin um at einki kann gerast uttan heildagsparkeringspláss, arbeiðsparkeringspláss, handilsparkeringspláss og heimaparkeringspláss byrjar spakuliga at fáa avbjóðingar, ið stillisliga vitna um, at býurin er í nýggjum vøkstri og at hugsjónirnar hjá fleiri og fleiri borgarum í býnum eru av einum sovorðnum slag, at tey vilja seta menniskjað fyrst, ikki bara frammfyri bilin, men ístaðin fyri bilin. Grundtvig heldur enn Ford. Menniskjan fyrst. Síðan flytføri, helst kollektivt og samhaldsfast.

Býráðslimir hava eisini nevnt absurdu og eftirhondini tíðarvilstu oljutangarnar á Viðarnesi sum heimstað fyri einum Tjóðleikhúsið, treytað av at oljutangarnir flyta inn á Sund. Úti á Boðanesi hevur onkur eisini droymt um tað sama. Enn eitt uppskot er at keypa allar teir ivsomu bygningar sum eru kring City og húsini, har sum Restorffs bakarí einaferð var. At kommunan keypti alt, heilt niðan til Frelsunarherin, og bygdi Tjóðleikhús við øllum metropolfunktiónum júst her í mentanargøtuni og aftur til aftastu bygningar í sama býarkvadrati, sum merkt við reyðum á miðbýarkortinum niðanfyri.

Nú bilarnir í Havn fáa øll parkeringsplássini á fyrstu parkett á Skálatrøð í einum pláni, skuldi parkeringskravið verið loyst. Serliga, um bygt varð í fleiri hæddum inn í bergið. Aðrir møguleikar eru at lagað upp í innasta part av Vágsbotni, so bátabrúgvarnar kunnu leggjast so langt út, at tær ikki koma í karambolagu við Skipasmiðjuna. Uppi í Jóanesar Patursonargøtu kundu parkeringspláss, sum longu eru har, verið gjørd í fleiri hæddum so tilsamans 700 pláss spurdust burturúr, um eisini parkeringspláss vórðu gjørd í fleiri løgum undir berginum við Eystaru bryggju, so sum merkt við bláum á miðbýarkortinum niðanfyri.

Nýggi dysturin í Tórshavnska rúminum er ein virðiskampur millum hondføst parkeringspláss og immateriell upplivingarvirði, tú kundi eisini sagt hørð og bleyt virði, ella bara millum bilin og menniskjað. Menniskjað, sum altíð hevur verið her, í hvussu er síðan landnám, tað vit vita, og bilin, sum í nýggjasta blinkstri er eldrivin, og ikki vil rinda til samhaldsfasta avgjaldskassan, heldur ikki samhaldsfasta vegskattin og eiheldur er sinnaður at rinda fyri framtakandi drívmegi. 

Í býarrúminum eru avbjóðingarnar væl markantari enn fyrr. Og støðugt styttist til kommunuval. Sum ein býar- og byggikønur vinmaður segði í dag: "Fleiri høvd geva fleiri uppskot um brúkiligar loysnir."