Skip to main content

Blaðmannaføroyskt

Um vikuskiftið las eg føroysk minningarorð um svenska Jan Myrdal, sum andaðist 93 ára gamal hin 30. oktober. Hann, ið skrivaði minningarorðini var Jóanes Nielsen, sum eg avmyndaði í Göteborg í 2012, og miðilin at publisera minningarorðini var Facebook. 

Umframt at lesa minningarorðini um svenska blaðmannin, rithøvundan og kontroversiella viðmerkjaran ytst á vinstravonginum, hefti eg meg við henda innskotna setning hjá greinahøvundanum:

”Sjálvur hevði Myrdal fastan teig á næstaftastu síðu sum hann nevndi “Skriftställing“, og skuldi onkur lesari kanska hildið, at tað liggur væl fyri hjá Jóanes Nielsen at skriva greinar, so er ein orsøkin, at eg royndi at taka við læru av hansara stíli.”

Eitt gullkorn frá Jóanesi, helst okkara fremsta høvundi, óansæð hvør framsetingin ella skaldskaparslagið er. 

Setningurin fær meg at leingjast sáran eftir blaðgreinum, har etableraðir høvundar av báðum kynum fanga tíðina í eini hvassari tíðargrein, eisini kallað essay.

Í nýggjastu Dimmu hevur Høgni Mohr eina líknandi grein, hóast hon er nakað persónlig.

Fyrr plagdi sama avís at prenta framúr tíðargreinar hjá júst Jóanesi, Oddvør Johansen, Hanus Kamban, Gunnar Hoydal og kanska fleiri. Fregnir bjóðaði eisini lesarum av við tekstum hjá Carl Johan Jensen. Og tað er da klárt, tí miðilin er skriftligur, og nú sleptst undan øllum óneyðugum fakligum forðingum sum at handfara hvønn bókstav og seta í blýggi og so framvegis. Nú kann skrivast mest sum beint í blaðið, uttan rættlestur og redaktionella viðgerð, ja eisini uttan yvirhøvur at prenta og kortini kalla útgávuna eitt blað. Møguleikarnir at skriva eru framúr og skrivandi fólkið at taka av er óendaliga nógv. Marknaðarstøðan skuldi eftir øllum sólarmerkjum verið hin besta nakrantíð.

Men samstundis er lítil áhugi hjá miðlafólki at geva hesi heimligu rithøvundahevd rúm, ikki bara fyri at menna málið, sum turrisligir lærarar kunnu siga, men fyri at vísa á nýggjar vinklar og tilgongdir at skilja trends í tíðini, ella tíðartinnur, mitt í okkara egnu samtíð. 

Nýggjasta er, at serstakliga stór misnøgd er við journalistisku vinklingina á eini forsíðu í Dimmu, ið sipar til eina grein inni í blaðnum, og tema og mynd á eini forsíðu á Sosialinum sama dag - og atfinningar eru javnt í sambandi við førleikan at skriva eitt hampuligt føroyskt - so kjakast tríggir journalistiskir fakpersónar um júst hetta á sama stað, Facebook:

Fyrsti: ”Allir mínar dreymar um at flyta heim einaferð brustu har. Eri útbúgvin á SDU - bachelor í journalistikki og kandidat í almennum politikki. Spilt ár åbenbart.”

Annar: ”Og so freistist eg at spyrja, hvør skal undirvísa? Allir teir føroysku journalistarnir, sum onki duga?”

Triði: ”Tað at vera journalistur eigur nokk ikki so nógv at snúgva seg um at vera formliga útbúgvin sum slíkur, men heldur um hvussu man praktiserar journalistikkin.”

Fyrsti aftur: ”Slíkt siga fólk ofta, sum ikki sluppu gjøgnum nálareygað og inn á útbúgvingina - gjøgnum upptøkuroyndir, samrøður osfr.”

Endamálið, at ditta mær at klippa hesi anonymiseraðu brot úr Facebook kjakinum um standin í skrivandi føroyskum journalistikki, er at visa á ein varhuga, sum leingi, óalmindiliga leingi hevur verið á veg, og sum er at lesa seg ikki bara av bygdini, men heilt upp í eitt fílabeinstorn, har flaggast kann við einum pappíri, sum er prógv uppá at lønin er sjálvsøgd og uttan diskussión, tí tað sigur felagið, fakliga felagið, hóast forloysandi útbúgvingin er úr einum landi, har føroyskt mál og føroysk samfelagsviðurskifti ikki eru minstu partar av útbúvingargongdini. 

Tó ikki sagt, at vit á nakran hátt skulu byrgja okkum inni í okkara egna fílabeinstorni, nei, heldur at vit frá ongum skulu fara undir eina útbúgving, sum á heimligum botni kann læra okkum, at keldur og heimildir eru í øðrum og fleiri londum enn Danmark einans, og annars at finna eitt natúrligt kjølfesti í føroyska samfelagnum og føroyska málinum. Tað er tað. Og eg haldi fyri vist at tað fer at bjarga blaðmannaføroyskum, einum máli, sum eg haldi er um at fara fyri bakka, fyri at brúka eina hundrað ára gamla orðamynd hjá Jóhann Kallsoy um føroyska dansin, sum hann tá helt var kom á gravarbakka. Men kanska giti eg eins skeivt og hann.