Í vikuni hoyrdi eg frá einum vinmanni, at í Grønlandi brúka tey ofta og títt vendingina flyfrisk um mjólk, sum er nýflogin úr Danmark, og tí kostar hareftir. Annarleiðis er við hinari bíligaru long-life mjólkini, sum er viðgjørd at halda sær longri, júst so sum vanligi brúkarin á staðnum í størri mun ynskir.
Nakað sum í Íslandi, har tey settu skelti í kioskvindeygað, tá nýggj donsk vikubløð vóru komin og áskriftin tí segði Ný dönsk, sum eisini bleiv navnið á einum vælumtóktum orkestri har í landinum. Ný dönsk.
Herheima er í sama handilsliga innflutningshøpi vanligt at siga: Nýggj vøra heimkomin!
Men tá eg hoyrdi orðingina flyfrisk í grønlendskum høpi, skilti eg, at týdningurin hevur flutt seg frá handilshillunum til HR økið, tá umræður at fáa nýtt fólk í almenna geiran og fremsta oddin í privata vinnulívinum.
Er ein nýggjur persónur rekruteraður úr útlondum til eitt leiðandi starv, so kann verða sagt: “Er du flyfrisk?” í týdninginum, ert tú akkurát komin úr Danmark og tosar tú bara danskt og veitst tú einki um grønlendsk viðurskifti og lívskor?
Er svarið játtandi, so havi eg skilt, at tey lokalu bíða eini tvey ár til viðkomandi verður fataður sum “long-life”, tað er ein, ið hevur lært seg lokalar siðir, mál og mentan. Ikki fyrr enn tá sleppur hann ella hon undan illkynjaða frámerkinum “flyfrisk” og verður framfluttur til hitt meira samtykkjandi “long-life”.
Og mín sann um ikki orðið flyfrisk er komið í kongaligu donsku orðabókina:
Hetta við orðum og hugtøkum í eins egna máli er mangan avdúkandi, tá vit skulu meta um onnur fólk. Til dømis hava vit í føroyskum fleiri niðursetandi orð um írar: at írast, írapakk og írasáð. Ikki tey vakrastu orð at rótfesta í okkara egna máli um eitt annað fólk.
Í kongaligu donsku orðabókini síggjast eisini orð við eins niðrandi grønlendskum tilsipingum:
Eftir stendur, at mál er altíð eitt amboð at siga, hvussu vit meta okkum sjálv í mun til onnur. Men í onkrum føri verða orð brúkt sum ein boomerang, sum í førinum flyfrisk. Tað er nokk so stuttligt. Og orðið hevði eisini riggað væl við somu íbygdu ivasomu meining á føroyskum: flogfeskur, hann ella hon er flogfesk, tá einki høpi er í máli ella hugtøkum, sum viðkomandi er settur at siga okkum frá um her í landinum.
Myndina av mjólkarpakkunum í vindeyganum, ovast, tók Tina Amondsen í Nuuk í morgun. Niðanfyri síggjast somu donsku mjólkarpakkar, nú við grønlendskum tupilakki.