Í morgun hoyrdi eg Útvarpið spæla sangin hjá Jimmy Webb um The Highwayman, ein sangur, sum eg altíð hava fatað sum eina søgu um arbeiðaran, verkamannin, sum í fýra ørindum fer gjøgnum tíð og rúmd. Samstundis sum summi sløkkja fyri Útvarpinum, tá tey hoyra tílíkar sangir, ið tey kalla innihaldsleysan popp av smikursøta slagnum við einum drússi av country omaná, so spíli eg oyrini út, tí nú eri eg á ferð afturvið veingjaðu orðunum, á stórum vegum í enn størri landi, nærmast markleyst. Tú ert tónsettur verkamaður allra landa. Soleiðis er við resonansi. Sangurin gongur í eitt við løtuna og verður tín egni roadmovie. Longu meðan tú koyrir til Gásadals.
Tí her er Lena.
Ella rættari mín resonansur og fatan av Lenu Anderssen og hennara sangum, sum eru enskar tónsettar stuttsøgur slitsterkar gjøgnum mong ár.
Ein intakt sangstjørna av singer songwriter slagnum, sum dámar væl orðið embrace og hevur eina natúrliga empati, sum bylgjar heitt móti tær við teim søgum, hon vevur teg inn í, meðan maðurin, Niclas Johannessen, spælir undir, so rúmið er strikað av, rúmið, sum byrjar og loftar tí, sum senan gav ein kant, sum nú er ásurin og markamótið, ið varpar hvørja søgu við fylgispæli út til okkara. Út um ósjónliga senukantin og í æviga ringrás. Slitsterkir og æviga grønir sangir.
Haldi fyri vist at Jimmy Webb, sum legði botnin í morgun, var í Abbey Road. Tað vóru Lena og Niclas eisini. Og nýggjastu sangirnir og komandi plátan, snara um Geoff Emerick. Gunnar Hoydal, sum nú fór í annað ljós, knýtti tey saman í Skeyk.
Tað er Árni Winther Jákupsson, sum hevur boðið mær til fyrstu hóskvøldstónar á Gásadalsgarðinum. 45 fólk sleppa inn og tað er útselt. Næstu hóskvøldskonsertir vera við Hanus G. Johansen, Sámal Ravnsfjall og Hallur Joensen.
Lena byrjar kvøldið við Home Sweet Home av plátuni Eagle in the Sky, sum kom í 2016. Hóast eg allan dag havi girað meg upp við sangum hjá Lenu, at seta hana í bás við Kacey Musgraves, Joni Mitchell, Buffy Saint Marie og Tift Merrit, so eydnast tað ikki, tí føroyska Lena er so púra egin og sangir hennara skriva seg vakurt inn í eina altjóða sangskrivarahevd, vakurt og í hvørjari framførslu ein definitión av, hvat skaldskapur á plátu, rocklyrikkur, er fyri nakað.
Annar sangur er intenst sannførandi biltúrurin Drive um at finna seg sjálva í restlessness. Ein roadmovie undir neonljósunum. Kom við ein biltúr í nátt. So kemur hin nýggjari State of the Land, sum verður heitið á nýggju plátuni, sum varð seinasta avrik hjá Geoff Emerick, og kemur í september. Niclas kastar seg út í eina fenomenala gittarsolo, sum ljóðmaðurin, Alexander Gaard, stýrir við fermari hond inni í konverteraða sláturhúsinum hjá bóndanum, sum við seyðaskinni og ljóðplátum nú er mjúkt ljóðdoyvt konserthøli og annars er kaffistova við terassu og bestu útsikt. Ein sjáldsama væl komponerað uppliving.
Triði sangur er True Love in a Way av plátuni Letters from Faroes í 2012, har kórsangurin teirra millum er masterclass. So kemur ein perlurøð av sangum, við gittarfylgispæli sum í løtum er flamenco, og inn í millum er við søgum um at ferðast í gomlum døgum og so nú, men altíð at hava ein stein í lummanum. Altíð. Hetta er framúr.
So er steðgur uppi í Dalinum.
Undan konsertini og í steðginum er høvið at seta seg á terrassuna, fáa ein bita við kjøti úr egnum haga, og njóta útsýnið við eini mjúkt reyðari Múlafoss bjór úr lokalum vatni og korni av teigunum beint uttanfyri. Kornið er turkað á heita gólvinum her inni, vit sita og hoyra Lenu og Niclas.
Og leygardagar er nón te, síggi eg á einum tølandi uppslagi, sum fær meg at fáa hug at vitja skjótt aftur.
Gásadalsgarður er enn sum áður mítt besta boð uppá eina gjøgnumført autentiska matstovu, sum eisini er upplivingarmiðdepil, har gistast kann í næsta húsi og fleiri smáttum við, sum nýliga eru bygdar her.
Johan Fagraklett sigur, at foreldrini og tey trý systkinini standa fyri øllum, og nú er Árni komin at hjálpa til við konsertunum, sum verða hóskvøld.
Konsertin byrjar aftur, og Lena skemtar við, hvussu depressiv hon er. Siterar mammuna, Mariu, fyri at siga, at stúran er sum ein ruggustólur, a rocking chair, sum er góður at rugga í, men hann førkar teg ongan veg.
So spæla tey bæði nýggja sangin Fatigue in the Bloodstream. Jú, eg stúri nógv, sigur Lena. Niclas tekur gittaran og aftur ljóðar ein fenomenalur farri av Hvíta Albumminum og Jenny Wren.
Lena hugleiðir um, hvussu sálin man síggja út í røntgenljósi og spælir sangin til beiggjan, Oh Brother with the Broken Wing. Hetta er so persónligt og umfavnandi, at øll verða rørd.
So kemur besta kvika snapp duett millum tey bæði í sanginum um stress, Somethings gotta give, av plátuni Let your Scars Dance frá 2006, og tað gongur upp fyri mær, hvussu leingi Lena hevur verið frammi við meistarligum sangum, sum kunnu leggja alla verðina fyri sær, so universellir eru teir í evni og tilgongd.
So er sangurin til kvinnurnar, Oh My Lady, hátíðarliga framførdur og móttikin av áhoyrarunum, og so sigur Lena søguna um, tá hon sum næstan seytjan ára gomul kom úr Kanada til Føroya, og um perspektivið, sum ein fýra ára gomul donsk genta, sum býr á fjórða sali, gevur henni, og vit fá fuglaperspektivið úr Eagle in the Sky við glissando á stronginum hjá Lenu, perfekta timing við innløgdum pausum, og hugtakandi resititatión um ørnina í skýnum. Hugtikin av, hvussu Lena kann skifta sannførandi millum hesar báðar vokalu leiklutir.
Endasangur er Let Your Scars Dance, ið eru orð, sum komu til Lenu ein morgun hon vaknaði, uttan at hava hóming av, hvat tey merktu. Heldur ikki Google visti.
Øll okkara arr vilja taka ein swing om, sigur Lena, og byrjar sangin, sum í mínum oyrum spinnur og resonerar millum Find the Cost of Freedom hjá Crosby Stills Nash and Young og gomlu vísuna Greensleeves, við einum elektriskum gittarútgangi hjá Niclasi, ið er ein Jimi-Hendrix-Stevie-Ray-Vaughn-kiss-the-sky-parafrasa við fullari styrki, akkurát so sum rúmið kann bera undir kønu hond Alexander Gaards. Toppurin á eini framúr konsert á einum eksotiskum staði. Hvørki meir ella minni.
Eykanumrini eru Tú og eg frá Chase. Lena gloppar hurðina og eitt tjaldur flýgur framvið. Og at enda hoyra vit nýggja sangin Aimee av plátuni State of the Land.
Ógloymandi konsert og servering uppi í Dalinum.
Koyrandi fram við flogvøllinum verður tú mintur á, at meir enn eitt heilt ár er liðið, síðan tú síðst vart á flogi og vitjaði onnur lond. Nú dagar summarið og heimligt útilív ytst í havsbrúnni.