Nú kom áttanda umfar við nýggjum pørtum av Klovn á donsku gjaldsrásini TV2 play. Átta ferðir ein hálvan tíma. Í hesum sjálvsmakkandi fótbóltstíðum havi eg sæð tríggjar teirra.
Meðan vit í Føroyum eru nýbyrjarar við sjónvarpsrøðum, seks partar av Trom, sum eingin hevur sæð enn, eru tiknir upp, so eru danir vælsignaðir við elsta filmsframleiðslufelag í verðini - Nordisk Film - sum hevur 115 ár á baki og enn er í gongd uppá gott og ilt.
Tað allar ringasta at hava við í tjóðskaparliga filmsferðagóðsinum har í landunum eru fólkakomediurnar, sum óbodnar gera innrás í alt ov nógvum filmum, sum harvið blíva komiskir, uttan at vilja ella vita av tí. Tað er ein filmsk plága í okkara biografum, fólkakomedian.
Klovn er altíð á markinum, men hepnast ofta at verða stuttligaru megin eina fólkakommediala roynd at bróta upp úr nýggjum, heilt frá byrjan fyri sekstan árum síðan, og enn halda stílin, hóast stjørnurar í ungdómsdyrkandi realitetinum eldast við somu ferð sum áskoðarin.
Røðin er ein situatiónskomedia við uppistandsskemtarunum Frank Hvam og Casper Christensen, makum og vinfólkum. Ein snaring av teimum báðum veruligu Frank og Caspar, so vit fáa eina blendandi fiktionalisering, sum hjá amerikanska Larry David, ið summi halda vera ógvuliga stuttligan. Hóast eg sjálvdan haldi tað, eru teir báðir Klovnahøvdingarnir í bestu brotum serstakliga stuttligir, tí teir enn sum áður stilla seg út á ein pínligan hátt, íroknað at sita í berum undirbuksum til arbeiðis, so komikkurin verður absurdur úti í tað heilt svarta, sum er púra óskammað.
Og tó - øll árini havi eg hildið, at ikki mannligu høvuðsleikararnir, men Mia Lyhne hevur munin og altíð eydnast at verða hin stuttligasta og mest hugvekjandi.
Tað haldi eg enn, hóast teir báðir, Frank og Caspar, alla tíðina og rættuliga maniskir strika vøllin av.
Tann søgan, sum eftir mínari fatan stingur allar djúpast í hesum trimum fyrstu pørtum í nýggjasta umfarinum av Klovn, er kvinnuligi lesiringurin hjá Miu. Uttan at hon veit av tí, hevur Frank blandað ljóðbókina, so kapitlarnir verða lisnir í skeivari røð, shuffle, sum valknappurin sigur. Lærdu lesi(vin)konurnar stoyta hana úr kollektiva lesisamfelagnum, tí tær halda, at hon slettis ikki hevur lisið bókina, men roynir at tiltuska sær ein falskan status og identitet í stættarsamfelagnum, har tær vilja sita trygt á fleskinum. Tað er ein lúsingur, sum situr, tí Mia tekur sær hendingina nær. Eitt gott brot. Og so er fanin leysur, tá hon fær fatur á rætta samanhanginum. Haldi ikki, at nakað annað brot stingur eins djúpt í sjálvspeii og hetta.
Ein góður tráður, sum eisini er eitt spark til nalvapilkandi podcastarar, er, tá Frank fer at gera podcast um heimsins heilagu burðardygd, og nevnir í podmikrofonina á køksborðinum tann óbegríliga djúpa tanka, at lættast er nokk at skjóta amerikanska forsetan. Tá hann og Caspar skulu til USA, soleiðis eini sneisaørindini, sum tey gera har í yvirstættarjetsettinum, fær Frank ikki innfararloyvi. Amerikansku myndugleikarnir hava skrásett, at hann vil skjóta forsetan. Stætt so.
Eitt annað blinkstrandi reality-spark er til ein ungan kvinnuligan influensara, sum vil hava tjúgutúsund krónur frá Michael Carøe, um hon ikki sleppur at leggja eina mynd av honum – í hennara song – út á netið. So mugu vinmennirnir út á gøtur og stræti at savna pengar. Avleiðingin er ikki óstuttlig.
Hóast teir eldast, Frank og Caspar, borga teir enn fyri átufrekum undirhaldi, sum vert er at smakka uppá í sjálvspeiandi realitysamfelagnum. Jú, mín sann. Klovn er gott salat, sum enn ikki er fallið fyri aldursmarkinum.