Skip to main content

Abba fyri ommur og abbar

Einki er sum gamal popptónleikur, at flyta teg í tíð, so tú ert akkurát har, tú fyrstu ferð hoyrdi Abba millum allan annan konsumpopp. Eftir sekundum ert tú har, tú fyrstu ferð hoyrdi SOS, nýbyrjaður í fyrsta ge og hugdi í húsan hjá gentunum á kostdeildini og uppdagaði, at Abba var eitt seriøst orkestur. Óluksáliga seriøst. Beach Boys harmoniir fyri bæði kynini djúpt í svensku skógini, hjá mær, sum lurtaði eftir Pink Floyd, analogt við nál frá Ortofon.

Fyrsta, eg hefti meg við í tíggjutúrakortinum Voyage í útvarpstíðarmaskinuni hjá Abba, er When you danced with me. Ikki bara fyri tað góða, men mest fyri ótolandi niðurlendsku Luv og tann týska konsumpopp, sum tá var frammi við floytum og írskum dansi, sum bygdi á gomlu ljóðmyndina Wall of Sound hjá Phil Spector, ið ræddist tøgnina, og tí smurdi tvífalt tjúkt uppá av øllum, og nú í førinum Abba, soleiðis sum Michael B. Tretow fataði løgini, lag omaná lag, í hvørjari studioupptøku. Never a dull moment og alt til maximum, hvussu einfalt og harmoniskt tað so var og enn er.

Av somu orsøk havi eg spolað framvið fyrsta sanginum, I still have faith in you, tí hetta er ov nógv Abba, hatta er tað reina kitsj. Men sangrøddirnar eru fokuseraðar og klárar.

So er tað jólasangurin Little Things, sum slær botnin undan seriøsa Abba átakinum undan jólum. Ikki kunnu tey halda sær, hugsi eg. Handilsjólini mugu medvirka í lanseringini, sum er eitt marknaðarátak eins og tann rúgvan av bókum, sum ósvitaliga kemur á heimamarknaðin sjey vikur undan jólum, sum er merkantila mátið fyri marknaðarmettu. Sjey vikur. Puff hetta er lágpunktið, hugsi eg.

Men so er ein Abba klassikari Don’t shut me down, bestur í høvuðtelefonum við groove bassi. Halgadoy hetta er gott. Hetta er essensurin av Abba, sum eg minnist hann, essensin av sjeytiárunum, sum nú venda aftur. Klaverið setur ytstu punktueringar, sum hjá Óla í Bláa Til allar vinir. Klaverið sum backbeat.

Just a notion er ein framúr BobbySox pastisja, sum er flott klárað av Ann-Frid og Agnethu, sum eru 75 og 71 uttan at seta niður á aldurin, sum jú er diskriminerandi í hesum politiskt korrektu tíðum, men í poppi av Abba slagnum, er júst ungdómur og summar sjálvur hedonistiski miðdepilin. Aftur er tað rullandi klaverið, sum er útmark fyri herligheitunum, við bassi í breiðum gonguskóm. Bestu Abbasangir taka støði í 80 streingjaðum gittara, tað er klaverið, heldur enn kassagittara, sum hjá Beatles. Ja, tá tey vinda seg upp í endanum, dagar allur Oliver’s Army upp úr havsbrúnni. Kanska er hann, Oliver’s Army, besti ikki-abba sangur í løtuni, takkað verið klaverinum.

So kemur I can be that woman. Besti sangur av teim tíggju. Skurrandi persónligur, røddirnar fara úr trygga og defineraða karakterinum, tí her er nakað uppá spæl. Tí brennur hann ígjøgnum ljóðløriftið sum eingin annar. Hetta er lívslok og revisión. Eini kollsigld hjún, sum í elendigheit sanna, at hvørgi blivu tað, tey ætlaðu, men nú síggja í minsta lagi umhvarvið av at taka annað skinn um bak, og verða tað og tey, sum tey bæði ætlaðu. Men bara kanska, nú ellin og lívskvøldið kemur á. Hetta er popplyrikkur av góðum slag, ikki so gott sum popptopparin Neil Diamond, og slettis ikki við lýriskari fynd og styrki sum Jimmy Webb í The moon is a harsh mistress, men eins gott og á hædd við salvilsisfulla Garth Brooks, tá hann syngur um Unanswered Prayers, og tað, sum kundi havt verið, men ikki bleiv. Eksistentiellur poppur í einum tilverugloppi, tá hann er bestur. Uni Arge nemur í teksti varisliga við sama lyriska poppstíl, har ivin, við heimligum bravour, spælir við í sanginum Morgunin komin.

Keep an eye on Dan er ein stuttligur sangur í Abba popp stíli við Giorgio Moroder techno frá Donnu Summer tíðini, tá disco kom fram og kvaldi evropopp. Hetta er einastu ferð eg hoyri mennirnar, Björn, 76, og Benny, 74, blanda seg uppí kórsangin.

Bumblebee byrjar sum Fernando og El Lute hjá Boney M, og heldur fram í sama evropopp duri fyri abbar og ommur, sum vóru tað kvøðuljómar og øll vaskaðu bil ein synkronan sunnudag um alt landið. Kvinnurøddirnar eru klárar sum fyrr, men nú við meira djúpfyllu.

No doubt about it er eitt flatt disconummar, sum er troyttandi heilt til tað endar.

Ode to freedom er innbjóðandi afturljóð av øllum sangleikunum hjá Benny og Björn, sum framhaldandi kunnu fáa folk at ferðast at síggja eitt avatar show við tíggju mans orkestri í Queen Elizabeth Olympic Park í London í mai og fram. Her kunnu ommur og abbar taka undir armin og syngja við og gera júst tað til eitt ferðamál í sær sjálvum. At syngja Abba í felag.

Spotify skiftir til Knowing me knowing you, there is nothing you can do. Ivist eina løtu, um hetta er gamla plátan ella ein nýggj fjøruti ára illusion, og tá eg lesi meg til, at hetta er upprunaligi og óbroytti sangurin, má eg sanna, at hittlista tónleikur frá tíðini, tá øll lurtaðu eftir Útvarpinum og teim sendingum, tá vóru, er tað mest seymleysa flutningsbandið, sum til er, tá tú úr sofuni við beinunum uppi á borðinum kann ferðast um mørk og tónar, og skapa ein so sannførandi innari film, at tú fyri vist hevur ein lomumba við cognac, kakao og vaniljuísi í hondini, meðan tónleikurin spælur. Lomumba. Tað er tað reina tíðarshow, henda Abba maskinan við tíggju nýggju sangum.

Tá eg takki fyri lidna tónleikin og síggi, at har er hvørki lomumba ella nakað nýtt, men alt er sum fyrr, so leiti eg eftir LP plátunum við Hep Stars og Hootenanny Singers, og lendi á Elva kvinnor i ett hus. Tað er Abba klassikarin í mínum oyrum, hóast tað bara er Agnetha. Men nýggja og aktuella útgávan forðar ikki hesum afturlítandi uppihaldi. Tvørurímóti. Voyage er dagsaktuella ferðin aftur til Abba gold og alt tað, sum tá var. Klassikarar, ið ikki bara tola tíðarinnar tonn, men eru sjálv tíðin, sum veðurbitni vágamaðurin sang, tá hann hevði verið í fjørðuni og gjørt burtur av sær.

Tey hava ein sjáldsama ríkan arv, Abba, sum fer gjøgnum tíð og rúm og heilt til jarðarinnar enda, spyrt tú meg framman fyri steroanlegginum.

37 minuttir og 10 sekund eru farin og uttan at himprast trýsti eg á replay. Tað er Abba umaftur.


PS! Tveir útvarpsmenn, Carsten og Fróði, upplýsa, at meðan tónleikurin er nýggjur, so eru røddirnar til sangin Just a notion frá 1978.