Skip to main content

Veðurmetingar

Mynd frá Tórshavnar kommunu í dag 

- Fyri veður er jarðarferðin hjá Birgir útsett, lesur teknikarin, sum hevur vakt í Útvarpinum. Onkuntíð hvøkkur man við. Men hinvegin er tað vissuliga lívsælt at hava Útvarpið sum felagsnevnara, tá veðrið háttar sær, sum tað ger í dag.

Frá morgunstundini hoyra vit frá somu miðsavnaðu keldu um koyrilíkindi kring landið, hvalbingar spæla hund sum altíð og sms’a um góðveður og at tey bara bíða eftir Smyrli og skíveðri, men í høvuðsstaðnum hava tey undir Kongavarða sæð fimtan bilar, sum standa fastir í kavanum. Prát er ikki við nakran hvalbing, sum sólar sær, men við ein veðurkønan undir Kongavarða, sum hevur hjálpt einum grannabili at koyra í kavanum. Hvar hinir fjúrtan fóru, verður ikki komið inn á.

Ymiskt er, hvussu eygað sær og hvat vit brúka observeringina til.

Gamalt var, at tú fórt ikki til útróðrar, uttan tú vart útróðrarmaður, og í fjøllini fórt tú yvirhøvur ikki, tí har hevði tú einki at gera. Soleiðis var tað. 

Men nú vil alt sleppa at realisera seg, rógva út og renna uppi í fjøllum. 

Tó, onkra hendingaferð havi eg í ferðavinnuhøpi rent meg í hesar potensierandi sálvbestaltaðu machotýpur, sum móti øllum fornufti herja á sjógvin og fjøllini.

- Hvat feilar, hetta er av besta veðri, sigur ferðaleiðarin, meðan eg royni at finna lívd fyri ringastu brotunum, sannførdur um, at nú ganga vit burtur. Ringast, tá báturin rendi seg í íðuna við Mjóvanes, ið bráddliga stakk seg upp sum ein múrur og skiparin einki segði, meðan hann royndi at medda til. 

- Is he normal, spurdu ensku gestirnir, bebbaræddir. 

Og so eru tað fjøllini. Ikki ti, eri ikki bangin fyri hæddum, bara fyri at verða sogin oman í djúpa dalin og tað, sum har býr. 

- Hvat feilar, sigur ferðaleiðarin, sum málsliga er nær í slekt við hin fyrra. 

- Hetta er sum á sløttum, leggur hann skilvíst observerandi afturat.

So skiftir informativa morgunsendingin til eina endursenda tónleikasending undan ársskiftinum. Verturin kønkar og hostar og heldur tað vera stuttligt, nettupp við endursendum kønkandi hosti. Tað var í fyrra árinum. Nú eru vit í seinna árinum. Eg øtist, tá eg renni meg í fólk, sum so illa duga at lesa støðuna av.

Nú er trongd at fortelja landinum um at dyppa. Ein sólskinssøga í útideyðaveðri.

- Recalculate, sigur gepeessarin og tekur boðini uppaftur. Recalculate.