Bent Christensen, sum síðan 1978 hevur givið út Den Danske Spiseguide til danska marknaðin, er nú farin undir Faroe Best, sum í einum lítlum ensk-donskum bóklingi tekur dagar ímillum matstovur í Føroyum.
Neyvan hevur nakar havt størri týdning, enn just Bent, at breiða út kunnleikan um føroyska matgerð, tænastustøði og útboð, sæð úr einum altjóða brúkarsjónarhorni. Bent, sum er giftur inn í føroysku Hammershaimb ættina, er farin um tey fýrs, og er sannførdur um, at nýggasta átakið, Faroe Best, heldur fram.
- Eg eti enn 150 restauratiónsmáltíðir á hvørjum ári, sigur Bent, sum eg siti til borðs við á Húsagarði, ið er matstovan á Hotel Brandan í Havn. Eins og á grannahotellinum, Hilton, sum kvøldið fyri var karmur um eitt heiðrandi ítróttatilak, var tað bara ein kvinna, ið fekk gastronomiskan heiður. Tað var Karin Visth, sum varð kosin ársins sommelier. Men hon var í Singapor saman við Koks, har tey beint nú hava støkk-upp matstovu. Koks varð annars kosin ársins matstova í kapping við Húsagarð, Munkastovu og Hallartún. Tað sjáldsama í hesi samanseting er, at ein matstova umborð á skipi er millum tær tilnevndu. Tað er Munkastova, sum er umborð á Norrønu.
Ein av kvinnunum, sum var til staðar, var Tjóðhild Patursson. Hon er einasta kvinna, ið javnan skrivar um mat og matgerð við lokalum matstovum sum karmi í føroysku miðlunum. Tað ger hon í Dimmalætting.
Hugtakandi greiddi Bent Christensen kortini frá um, hvussu hann møtti Karin Visth og greiddi henni gøtuna at fáa starv í Føroyum. Tá hann sjálvur fyri fyrstu ferð vitjaði í Føroyum í 2009, varð Birgir Enni fyrsti føroyingur, hann samskifti við. Síðan kom Leif Sørensen, og teir báðir funnu uppá Koks, sum eisini kom út í bók.
Einki var at taka seg aftur í, at kosna ikonin, Leif Sørensen var høvuðspersónurin hetta kvøldið. Hann mintist aftur á árini á Kommandanten í Keypmannahavn í 1996, og fyrstu ferðina hann hevði samband við Bent Christensen á hummaraveiðu í Føroyum, og René Redzepi frá Noma bráddliga var í telefonini. Hann vildi eisini hava føroyskan hummara.
Leif, sum fyrr var aktivur í GHM, hevði dagin fyri verið til hundrað ára hald hjá harmoniorkestrinum í Havn og funnið eina lítla persónliga bók, har hann hevði skrivað ein borðbøn hjá Thomas Moore (1478-1535), sum hann læs upp fyri teim møttu í matstovuni Húsagarði.
Í bókini Madanmelder (2019) greiðir Bent sjálvur frá um fyrstu Føroyaferðina, og hvussu fegin ein av matstovugestunum á Hotel Føroyum var, tá hann eftir fýra klokkutímum kundi konstatera, at ”Vi spiste med nydelse i fire timer uden overhovedet at synge!” Tað er ein av stuttligastu setningunum í Føroyapartinum hjá danska matstovuummælaranum í hesari bókini, sum er ein av mongum frá Bent Christensen. At teppa føroyingar, so teir ikki syngja. Tað er ikki so lítið.
Við borðið situr eisini danski Bent Graakjær, sum er føroyskt giftur, og lærdi til kokk á Hafnia. Tá hann fór á kokkaskúla í Danmark, ætlaði hann so avgjørt at koma aftur til Føroya. Men ístaðin fór hann at reka Westergaards Hotel í Videbæk millum Holstebro og Skjern, har vesturi í Jyllandi, við teim fyrimyndum, hann hevði frá lærdómsárunum á Hafnia í Havn. Eftir fýraogtjúgu árum slepti hann í heyst hesum virksemi, og skipar nú millum annað fyri upplivingarferðum til Føroya.
Bent er samdur við Gutta Winther, ið er ein av fýra ikon-móttakarum í kvøld, um at føroysku útbúgvingarvirðuskiftini mugu takast upp. Ein føroyskur kokkaskúli er í Klaksvík, sigur Bent Graakjær og heldur, at tann skúlin lættliga kann byggjast út til at hýsa nútímans krøvum, hóast matstovurnar mest sum allar eru í Havn. Tunnlarnir hava gjørt frástøðuna til Klaksvíkar óviðkomandi. Og so sleppa næmingarnir undan at flyta av landinum. Gutti nevnir eisini lønar- og starvsviðurskiftini í kokka- og matstovuyrkinum, sum yvirhøvur treingja til munandi betri viðurskifti.
Janus Einar Sørensen, kokkur á Húsagarði, fekk heiðursbræv sum ársins kokkaprofilur, á enskum Chefprofile, inspiring, modern anno 2021. Hugsa vit ítrótt kvøldið fyri og matgerðarlist hetta kvøldið, so er Janus hin besti at fevna bæði. Til lukku!