Á býráðsfundi hóskvøldið kom undan kavi ein bóklingur, Uppskot um heildarætlan fyri eystara havnaøki, sum Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu hevði latið úr hondum 16. januar.
Bóklingurin elvdi til, at ein rúmlig heildarætlan fyri eystara havnaøki í høvuðsstaðnum, har landsins Tjóðpallur skal byggjast og Skansin enn skal standa órørdur, varð einmælt samtykt á býráðsfundinum.
- Málið er nú avgreitt frá okkara síðu, og viðvíkjandi Tjóðpallinum er tað nú upp til mentamálaráðharran at fáa undirtøku í løgtinginum fyri at útvega fígging til og at prosjektera tjóðpallin, segði ein vælnøgdur borgarstjóri, Heðin Mortensen, eftir býráðsfundin hóskvøldið.
Bóklingar og ætlanir frá Býarskipanardeildini hava gjøgnum árini verið áhugaverdur lesnaður, tá miðbýurin skuldi definerast og skilmørk setast millum funktiónir, og hvussu markamótið kann hugsast at verða millum fólk og bilar til dømis.
Eg havi klipt nøkur orð úr forvitnisliga bóklinginum, sum Rókur á Snarskivuni gav mær innlit í. Myndirnar eru úr bóklinginum.
Inngangandi verður sagt um verandi støðu á eystara havnaøki, at: ”Hóast tætta atknýtið til miðbýin, er hetta ikki ein staður, ið býður inn til uppihald og gonguferðslu, men heldur tvørturímóti, er hetta ein staður, ið ber brá av fyribilsloysnum, tómum asfaltsfløtum eini torgreiddari økisskipan og vandamiklum gonguferðslumynstri fyri ferðafólk við bussi ella skipi, ið uppliva Eystaru bryggju sum innkomuportrið til Tórshavnar bý.”
Síðan verður sagt undir yvirskriftini Samtíð og framtíð, at ”Høvuðslutirnir í ætlanini eru, at farmaflutningsvirksemið hjá Faroe ship og Smyril Line Cargo, sum seinastu mongu árini hevur ligið á Eystaru bryggju ímillum Farstøðina og Havnarskrivstovuna á Eystaru bryggju 30 skal flytast út á molan, har rúmligari er at virka. Skrivstovuhølini, ið TAKS hevur nýtt á Eystaru bryggju 30 verða eisini niðurtikin, sambært ætlanini.”
Undir ítøkiligu yvirskriftini Eystara bryggja tømist verður framhaldandi sagt, at ”Við verandi ætlanum um ein undirsjóvartunnil úr Sandoynni til Suðuroyar í huga, er eisini eyðsýnt at sjóvegis farleiðin av Eystaru bryggju til Tvøroyrar hevur eina avmarkaða livitíð.”
Tilgongd er fyrsti staðfestandi partur í kapitlinum Grundarlagið undir nýggju heildarætlanini, har tey bæði avgerandi leitorðini, í hvussu er fyri mín part, Tjóðleikhús og nágreining koma fyri: ”Í eini tilgongd at greina verandi- og framtíðar umstøður í økinum er greitt, at ein yvirskipað heildarætlan eigur at taka útgangsstøði í samlaða økinum, og í tí tilgongdini eigur staðsetingin av einum møguligum Tjóðleikhúsi at verða nágreinað.”
Leitorðið tjóðleikhús, sum ikki er uttan týdning, hóast vit tosa um havnalagið í Havn, kemur tólv ferðirnar fyri í bóklinginum.
Undir málsetningum og niðurstøðum tekur Býarskipanardeildin soleiðis saman um tankan um eitt Tjóðleikhús júst á hesum øki:
”Í mun til innsiglingina inn í økið, er eitt tjóðleikhús best staðsett í økinum, um tað stendur sum eitt pallsett monument á bryggjuni, men týdningarmikið er, at frástøðan frá Tinganesi verður vird somikið, at skalabroytingin ikki verður ov ógvuslig. Býarskipanarliga liggur eitt Tjóðleikhús best, um tað liggur mitt í ein toðtogan ímillum at liggja sum eitt náttúrligt forleingilsi av miðbýarumhvørvinum (so tað ikki tykist ov fjart at koma til), og at vera ein skalamessiga hóskandi bygningur, ið hóskar inn í ídnaðarligu bygningstøddirnar úti í havnaumhvørvinum og at tað ikki ger seg inn á miðbýardámin.”
Í partinum Virkisfuntiónir verður peikað á hesar fimm samanknýttu funktiónir:
• Mentan og trivnaður
• Smáhandla-, matstovu og kafévirksemi
• Uppliving og ferðavinnutilboð
• Samferðslusamband og kunning
• Býareyðkenni (Tinganes & Skansin)
Greiða estetiska og funktionella víðsýnið á Býarskipanardeildini, sum eg fyri vist haldi at Gunnar Hoydal hevur lagt lunnar undir, heldur fram undir yvirskriftini Bryggjan í býnum.
Har verður tikið soleiðis saman um økið:
”Havnalagið í Tórshavnar býi er sum heild serliga ásjónligt í býarmyndini, og tað hevur tí alstóran týdning fyri býarmenningina sum heild, at ætlanir verða lagdar við serligum fyriliti fyri hvørjar dygdir verða skaptar. Ikki bert fyri nærumhvørvið, men eisini fyri fjarumhvørvið í býnum. Við komandi broytingum og menning í havnaøkinum í huga, er tað tískil ráðiligt, at ein býarpartur sum Eystara bryggja verður mentur sum ein prýðiligur og dragandi partur av heildini, ið tænir nærliggjandi býareykennum sum Tinganesi og Skansanum fagurfrøðiligan heiður og tign, og knýtir tey saman í eina heild. Eitt nú kundi eitt miðsavnandi arkitektoniskt dygdarverk í økinum til mentan og miðsavnan, sum til dømis eitt Tjóðleikhús, skapt áhuga og atdráttarmegi, og sett ein samskipaðan dám á bæði bygningar og lendi í kringliggjandi heildini.”
Greitt er eisini, at heildarætlanin, hóast hon ikki nevnir tað ítøkiligani, gevur gott pláss fyri nútímans biografvirksemi við fleiri sýningarhølum og kaféøki upp at Tjóðleikhúsinum á Eystaru bryggju, har sum verandi terminalur er í dag og nakað úteftir.
Tað upplýsti borgarstjórin sum ein upplagdan møguleika innan karmin av ætlanini á fundi hin 1. februar í ár.
Tað vóru filmsáhugað í Havn, ið høvdu biðið um fundin við borgarstjóran.
Partarnir høvdu greiðan áhuga í at halda fast í, menna og framtíðartryggja tað listarliga upplivingarrúm, sum biografur hevur verið í meir enn hundrað ár í miðbýnum, og sum bara veksur í filmiskum áhuga.
Við nýggja uppskotinum um eina heildarætlan fyri eystara havnaøki er greitt, at tankarnir hjá Tórshavnar kommunu nú hava fingið bæði kjølfesti og samtykki, ikki minst tá tað snýr seg um virkna mentan og trivna í Havn í dag og í komandi tíðum.