- Góðu ferðafólk, verið vælkomin til París, sigur fryntliga flogternan umborð á Atlantsflogi og upplýsir, at føroyska flúgvingin er í samstarvi við KLM og Air France. So nær eru vit við metropolarnar í dag. Frálíkt at fáa luft undir veingirnar, Danmarksloystur, eina viku á sumri, beinleiðis heimanífrá.
Hóast langt frá fullsett, er semja um, at París er býanna býur, fremstur av øllum at ferðast til, hóast alt dregur í landsuður, og ríkisfrændir á fólkatingi í ramasta álvara hava funnið fígging at skipa eitt koloniministerium. Óttin fyri ríkispolitisku støðuni, sum tíðarvilstir politikarar hava leitt okkum í, hvørvir sum døgg fyri sól, í tí sekundi at føroysku hjólini taka fyri seg á franskari jørð, akkurát har, eg ætlaði.
Stórbýir eru gongubýir uppá gott og ilt. Fimtantúsund fet í ein meðalhampadag í býanna býi, sum tó bara er helvtin av eina gongudegnum í mest áhugaverda ferðamáli hjá Atlantsflogi nakrantíð, Lissabon, fýra ár herfyri. Men meðan vit bíða eftir, at lyftið um beinleiðis ferðslu til New York verður innfríað, er París so avgjørt býanna býur í núverandi ferðaætlanini hjá føroyska flogfelagnum. Lætt og ómakaleyst er sum aldri áður at koma fram, heilt úr Havn, tjekka inn, flúgva, heinta bagasju, koyra í metro til hotellið og verða í helt aðrari verð eftir seks tímum.
Komukvøldið hava vit bílagt døgurða á la Table de Colette, ið er matstova, sum setur tað burðardygga og stuttflutta í høvuðssæti. Vit varnaðust hana í parisiska várinum, beint innan koronasmittan stongdi alt á okkara leiðum fyri útvið hálvum triðja ári síðan. Men ein góðbita eydnaðist okkum at fáa tá.
Endurtøkan er eins væleydnað, og nú eydnast at avmynda kokkin og eigaran, Josselin Marie, sum er úr Bretagne, har hann frá ommuni lærdi alt um matgerð og ta ábyrgd, sum liggur í kravinum um burðardygd og altíð at seta eitt so avmarkað Co2-fótafet eftir seg, sum til ber.
Tá eini tænarin varnast, at vit eru úr Føroyum, nevnir hann, at ein kvinnuligur starvsfelagi í eina tíð hevði ætlað sær higar at arbeitt. Tað var í oktober 2019, at Josselin læt matstovuna upp í Panthéongrannalagnum, her vit búgva í friðarligu Sorbonnegøtuni. Besti býlingur, arrondissement, spyrt tú meg. Sum kokkur og matstovuleiðari fekk Josselin beinanvegin virðislønir, kom í Michelinebókina og er í fremstu røð hjá brúkarastýrdu tænastuni TripAdvisor, sum nú eisini røkir líknandi tænastuna The Fork, yvir allar matstovur í býanna býi, nummar 28 av ikki færri enn 15.914. Men hann er eisini virkin í umhvørvisverndarfelagsskapinum Bon pour le Climat. Hóast tað grøna er grundin, eru fiskur og kjøt ikki heilt forfjónað. Ein av teim sjey rættunum í dagsins matskrá er saltfiskur úr Norðuratlantshavi.
Hetta við at møta kokkum, og hoyra um persónligar matstovudreymar, ið krossast, har tú minst væntar tað, fær fullan valuta, tá eg møti Walter Hagege í egnu matstovuni Oh Purée! hvørs navn bendir á ótamda hugin at puréra alt, sum purerast kann.
Og uttan at nevna nakað um René, Edith og herr Flick í bretsku sjónvarpsøðini ’Allo ’Allo!, tá sjónvarp var nýtt í Føroyum, er tað ikki óstuttligt, tá hann fortelur mær hilarisku men tó djúpt nemandi Resistance-søguna um nazistisku innrásina á barrina, sum tá var, og teir sameindu falskíggjahermenn, ið fjaldu seg undir lemminum, sum eg nú standi á í autentisku matstovuni hjá Walter. Her stendur tíðin still.
Bretski bloggarin, Stew Ross, skrivaði í 2017 undir yvirskriftini The Sussex Plan and a Very Brave Woman um júst hesi húsini, har matstovan Oh Purée er í dag:
- Mme Andrée Goubillon, owned the Café de l’Electricité located at 8, rue Tournefort. Jeannette Guyot (fronsk mótstøðukvinna) convinced Mme Goubillon to use her café as a safe house. Despite being located near a Gestapo sub-station, dozens of Sussex agents were sheltered by Mme Goubillon. During a post-war reunion of former agents, they renamed the café to Café du Réseau Sussex (Sussex Network Café). After Mme Goubillon passed away the bistro was closed and never reopened.
Nú er hon so opin aftur, og eg skal viðmæla hesa evarska lítlu autentisku Parísaramatstovu í innbjóðandi Panthéonøkinum uppá tað heitasta.
Og innan vit sleppa matstovunum í París, skal eg seta inn nakrar myndir afturat, sum nú eru av hinum áarbakkanum, úr Montmartreøkinum, har kirkjan Sacré-Cœur, Heilagaða Hjartað, trúnar ovast á heygnum. Fyrst tveir av teimum, sum í gøtuni Les Trois Frères reka matstovuna Les Vins de Montmartre, ið er ovast á listanum hjá The Fork í hesum øki, og so hin informativi og vinarligi, Alex Della Chiara, sum í somu gøtu hevur Patoche, ið er meinlík føroysku OY serveringini uppi á Hálsi í Havn, bara nógv minni. Hann er ovfarin av OY og bjóðar bestu fronsku bjór, sum er bryggjað í París, Feond, og greiðir frá um prisippini í Brasserie de l'Etre.
Eitt tað stuttligasta, eg sá í París, var hesin maður, sum við Seineánna fekk børn at seta seg við vegjaðaran og klappa, hvørja ferð ein persónur við egnari kraft rann ella súklaði framvið. Tað savnaði nógv fólk, sum høvdu eina hugvekjandi løtu um menniskjað í stórbýnum, hvør var fyrst og hvør hevur frumborna rættin til býin og tey rúm, sum har eru, menniskjan ella maskinan.
Í handlinum Collection Antiq Photo í gøtuni Vaugirard vísir Romain Bourreau mær eina kinomaskinu hjá brøðrunum Lumière frá 1895.
So ein túr inn á elsta biografin í París, Cinéma du Panthéon frá 1907, um sama mundi sum Ólavur á Heygum fór at vísa film í Vestmanna. Biografurin, sum er í grannalagnum, bleiv fyri tíggju árum síðan digitalur, men hevur enn eina analoga kinomaskinu, sum við jøvnum millumbilum vísir klassiskan franskan film á 35mm rullum. Arnaud Desplechin, sum í ár vísti Frère et soeur í Cannes, eigur biografin, ið bara hevur eina høll, men fleiri privatar bøkur um Nouvelle Vague film. Tað sæst uppi á loftinum, har Catherine Deneuve fyri fimtan árum síðan innrættaði eina salon við filmsvirðislønum. Í næstu inngongd er bókahandil, ið bara er um, ja gita hvat.
Nýggi filmurin um Elvis, sum avstralski rockvideo intruktørurin, Baz Luhrman, hevur gjørt í drúgva tíð, varð frumsýndur meðan vit vóru í París. Valið at seta seg inn í myrka biografin í franska summarhitanum vísti seg at verða rætt og gott, her eingin gøta er uttan maktmanifesterandi kirkjubygningar. Komin út aftur stendur klárari fyri tær, hvør avbjóðing Elvis var í samtíðini, tá hann av fyrstan tíð kom fram. Vit síggja forvitna hvíta drongin, sum lúrir inn í ein ússaligan hjall úr rukkublikki, har tvey svørt, ein maður og ein kvinna, lurta eftir blues og dyrka sex. Tað er ikki óinteressant hjá lítla hvíta dronginum. Síðan fer kamera yvir í eitt tjaldmøti á somu fløtu, har svørt í ekstasu dyrka ein livandi gud, so sannførandi, at drongurin er mest sum klárur at fara til forbøn og alt, sum har til hoyrir. Uttan at vita av tí, hevur Elvis av lægstu samfelagsligu rók ikki bara lagt seg út við amerikanska apartheidssamfelagið, men eisini knýtt saman tær báðar sterkastu samfelagsligu kreftirnar - religión og sex. Elvis verður ein fyrimynd, sum hvíta afturhaldið til fánýtis roynir at steðga. Og so er tað pengaspælarin uttan ríkisborgararætt hjá nøkrum uttan Mammon, Colonel Parker, sum er ein heilur kapittul fyri seg. Ein knallperla av einum filmi, sum enn sæst í Føroyum!
Hóast tú hevur sæð nógvar franskar filmar, eru kynsleiklutir eitt fyribrigdi, sum er í sjónligari broyting, situr tú eina løtu á franskari kafé ella koyrir í metro. Komin niður í metroina við Luxembourghavan eina dagin, haldi eg eins fast og hini í blanktpoleraðu metrostongini, so eg ikki fari um koll í fólkamongdini í svinginum undir jørð. Eitt par, har annar parturin er í muslimskum kvinnuturriklæði, og hin er snoðrakaður upp í nakkan og vangan, klemmast og mussast. Tá hann vendir sær og hyggur meg beint í eyguni, síggi eg á yvirvørrini, nøsini og eygnabrúnum at hetta er ein væltrimmað kvinna. Gerist heitur um hjartað í øllum býarlarminum, tí fyrr um dagin hevur BBC fortalt um atsóknina hjá einum vilfarnum norðmanni á gaybarr í Oslo, har hann av radikaliseraðum ávum hevur valt at skjóta frá hond.
Ein annar táttur í broytta mynstrinum er aldursmunur í hinskyndum parløgum. Eina kvøldið møta vit í Les Trois Frères gøtuni einum fryntligum jødiskum manni, sum er fyrst í sjeytiárunum, og er í parlagi við einum ikki minni fryntligum kvinnuligum námsfrøðingi, sum er síðst í tjúgunum. Ein yvirskrift í bløðunum hevði tað uppáhald, at sitandi forseti, Macron, sum var fimtan ára gamal, tá lærarinnan, ið var fýraogtjúgu ár eldri, forførdi hann, hevur elvt til eina kynspolitiska hevnisøku, har aldrandi menn vilja býta um leiklutirnar og verða sjónligir sugardaddies, sum teir kanska altíð hava verið í tí dulda. Mest sjávinistiskur á hesum bógnum er sjónvarpsverturin, Yann Moix, sum nú er 54, og fyri trimum árum síðan segði í damublaðnum Marie-Claire, at kvinnur yvir hálvtrýss, eru ov gamlar at verða elskaðar. Eisini kynspolitiskt melur tað av øllum ættum í býanna býi.
LGBT rørslan er sjónlig í gøtumyndini í París, serliga á høgra áarbakka í Marais grannalagnum, sum eisini er býarparturin hjá fleiri jødum. Her er tað eina kaféin, sum bjóðar vælkomin til borðs við hesi borðreiðing.
Minnistalvur um holocaust síggjast nógva staðni í París. Henda hugvekjandi minnistalva er á einum húsaveggi á oynni Île Saint-Louis úti í Seineánni. Greitt verður frá, at úr hesum húsum róku nazistarnir 112 búfólk. Fjøruti teirra vóru børn. Tað er ikki fyrstu ferð, eg gangi forbí hesa talvu, og hugsi hvørja ferð, um nazistisku boðini vórðu rópt á týskum ella fronskum inn í garðin.
Alt ov long tíð gekk til táðtíðar despoturin varð steðgaður, og alt ov leingi er longu fráliðið, til at steðga Putin, sum er Nútíðarhitler. Vit siga ongantíð aftur, men tey henda upp í saman, brotsverkini móti mannaættini. Ferðast tú, so sært tú tað, óansæð hvussu stuttlig handilsnøvnini kunnu verða, innan tú kemur heim og gevur starvsfeløgunum gummibomm.