BBC journalisturin, Clive Myrie, tosaði sunnumorgunin við russiska sendiharran í Bretlandi, Andrei Kelin. Teir báðir aldrandi menninir, sum eru ávikavist 57 og 65 ára gamlir, eru fleirfalt virðisløntir og nógv heiðraðir, og hava eisini lisið altjóða journalistikk. Bretin hevur tann fyrimun, at hann er giraður og sannførandi, tí hann er komin beint av ukrainska hermótinum, meðan longri er, síðani hin ferðaðist í sama landi, ið hann meir enn so fatar sum eitt telduspæl. Men nú møttust teir in real life.
Interessant at síggja, hvussu Clive tekur saman um tey svar, sum Kelin ikki vil svara, ger egnar niðurstøður og fer til næsta spurning, uttan at russin sleppur at korrigera, tí tað var ikki orðarætt tað, hann segði, men tá eru vit longu í næsta evni, sum aftur er ein avvísing av tí veruleika, har BBC maðurin hevur verið okkara eygna- og sannleiksvitni seinastu tíðina, ja einar tríggjar mánaðir ella so. Í kríggi er tað eins langt og í journalistikki.
Russin hyggur til viks, sum um onkur handritahøvundur stendur har og minnir á eitt kodeks, sum ikki má víkjast frá. Eina løtu er støðan so kroyst og ófrættakend, at kanska er tað ein skarprættari, sum uttanfyri upptøkukarmin stendur klárur við einum diplomatskamti av stryknin og novichok.
So er næsta journalistiska skotríð av spurningum. Merkisverdiga hampuligir og so faktabaseraðir, at Clive hevur myndir á iPaddinum av tí, hann tosar um. Og tá alt verður skúgva til viks, kann hann siga: ”Eg var á staðnum.”
Orðini hjá Pink Floyd á Dark Side of the Moon “Hanging on in quiet desperation is the English way”, sum er ein parafrasa yvir Henry David Thoreau miðskeiðis í 1800-talinum, geva nýggja og víðkaða meining. Desperaitiónin er still. Merkiliga still.
Henda stilltigandi og tó desperata samrøða fer í søguna sum besta áminning um journalistiskt arbeiði og at vera krígsreportari, har hin fyrsti, ið stendur fyri skotum, er sannleikin. Altíð sannleikin.
Sendiharrin tyktist mær skorin úr einum raritetskabinetti í eini Graham Greene søgu, sum aldri varð prentað í kalda krígnum. Men tað er kanska tí, at eg havi sæð so nógvar filmar, svarthvítar við longum skuggum av Kuba og úr Eysturevropa.
Í tí fjara er Útvarpið frá, og eg hoyri vertirnar lýsa fyri einum práti, sum kemur um eina løtu. Tað er um, nær børn skulu læra munin á lygn og sannleika. So leggur medverturin eina plátu á. Hon er 54 ára gomul, plátan. Útgangslinjan sigur: “Heaven holds a place for those who pray”.
Vóni at russiski sendiharrin í Bretlandi er ein teirra. Og at hann á diplomatisku leiðini í Bretlandi síðan 2019 hevur møtt Sting, og lurtað eftir triðju skering á fyrru síðu á fyrstu LP’ini. Og kanska murrað sum flugan í Ydun afturvið niðurlagnum um børnini í allari verðini og serliga tey russisku. Murra í passandi frástøðu.