Laia er katalanskur sjónvarpsfilmur frá 2016, sum eg sá á Netflix í gjár. Leikstjóri er Lluís Danés. Ein spanskur biograffilmur varð gjørdur úr somu søgu í 1972.
Tey, sum í hesum døgum ferðast til Barcelona, og hava áhuga fyri filmi og bókmentum sum sólarbót, hava ivaleyst varnast katalonska rithøvundan Salvador Espiru, sum doyði 71 ára gamal í 1985.
Ferðast tey ikki, so kunnu tey kortini í friði og náðum seta seg heima við sjónvarpið og lata seg flyta í rúm og stað - ferðast, sum vit kalla tað transformeringina - ið tekur teg við út í heim. Í somáta er biografur og sjónvarp fremsti kappingarneyti hjá ferðafólkavinnuni. So jú, kanska skal filmsvinnan hava part í øllum teim ferðaavgjøldum á lørifti, skíggja og haga, sum politikarar og aðrir bøndir við jøvnum millumbilum billa okkum inn, so vit ikki gloyma teir og ta føroyska bóndamentan, ið var undan Feðgum á ferð.
Well, við Mirandu Gas í høvuðsleiklutinum eru vit í filminum Laia í einum mytologiskum, í løtum monokromum, umhvørvi, í fiktiva katólska fátækrastaðnum Sinera, sum byggir á søgu hjá Espiru frá 1932, sum hann skrivaði umaftur í 1968.
Espiru varð sagdur at vera eitt katalonskt mótrák, noucentisma, ið tók seg upp um tað mundið, at modernisman og alt, sum var avatgardistiskt, kom fram.
Filmurin er upptikin í útróðrarbygdini Arenys de Mar, ið er millum Barcelona og feriustøðini Lloret og Tossa de Mar, ið fleiri føroyingar kenna. Stava vit navnið Arenys aftanífrá fáa vit Sinera, havfrúgv, ja kanska kópakona. Hjá væl skipaða høvundinum er einki tilvildarligt.
Aldrandi sangarin, Raimon, hevur sungið fleiri tekstir hjá Espiru, sum er grivin í Arenys de Mar.
Umframt at viðmæla øllum, ið hava áhuga fyri tungt lastaðari spanskari symbolismu, sum hjá Buñuel, vil eg eisini viðmæla Tjóðpallinum at seta hesa søgu á heimligan pall, so stutt er hon frá Breaking the Waves fyri tíggju árum síðan, so sterk og lødd er hon eisini við symbolum úr markleysa havinum, við svartadeyða og innløgdum deyðadansi, sum í Portrettinum hjá Jóanesi Nielsen, vit sóu á Tjóðpallinum í fjør.
Unga konan og havið kundi verið mótsvarandi føroyska heitið, skuldi ein týðing komið uppá tal.